25. oktober til 2. november.
Kom við til familjudag, fjølmentanardans, dansiverkstovur, myndlistaframsýning, matverkstovu, bindiverkstað, søgukvøld, tónleikaframførslur og mangt annað, tá ið Fjølmentanarvikan fer av bakkastokki í oktober.
Kom við til familjudag, fjølmentanardans, dansiverkstovur, myndlistaframsýning, matverkstovu, bindiverkstað, søgukvøld, tónleikaframførslur og mangt annað, tá ið Fjølmentanarvikan fer av bakkastokki í oktober.
Kom við til familjudag, fjølmentanardans, dansiverkstovur, myndlistaframsýning, matverkstovu, bindiverkstað, søgukvøld, tónleikaframførslur og mangt annað, tá ið Fjølmentanarvikan fer av bakkastokki í oktober.
Leita í skjáttuni her:
Fjølmentanarvikan er eitt integratiónsátak, sum Tórshavnar kommuna hevur sett i verk. Í 2022 fekk átakið heitið Fjølmentanarvikan, Multicultural Week á enskum, og fekk tá tað skap, hon hevur í dag. Fjølmentanarvikan er í høvuðsheitum eitt átak, sum hevur til endamáls at viðurkenna, fevna og fagna teimum ymisku mentanunum, sum eru í Føroyum.
Fjølmentanarvikan er karmur um felags upplivingar, sum skapa felags minni og vónandi viðvirkar til at styrkja felagsskapskensluna. Dentur er lagdur á, at vikan skal hava ein jaligan og forvitnisligan anda, og at øll skulu kenna seg vælkomin og trygg. Fjølmentanarvikan hevur ikki ávísa politiska stevnu.
FMV-skráin er ikki endalig enn, men nevnast kann, at vit hava tann vanliga Fjølmentanardansin í Perluni. Nýtt í ár er, at vit hava fleiri verkstovur, eitt nú Dansiverkstovur í Norðurlandahúsinum, og har kanst tú støkka inn og royna Bacchata, Afrobeat og dans til Peruvianskar rytmur, og tú kanst fara upp á gólv. Eisini hava vit Myndlistaframsýning í Perluni, umframt stand up verkstovu, Bindiverkstovu og Søgukvøld í Reinsarínum og Altjóðahúsinum.
Vit enda Fjølmentanarvikuna í ár við einum stórum tiltaki í hølunum hjá Poul Michelsen Á Hálsi, har vit í samstarvi við Stuðulstoymið skipa fyri einum Street-inspireraðum tiltaki: Street Culture (Street-mentan) við mati, dansi, tónleikaframførslum og mongum øðrum. Øll eru vælkomin til øll tey almennu tiltøkini.
Stað: Skúlin við Streymin, Oyrabakki
Stað: Bygdahúsið, Miðvágur
Stað: Filmast kann har tit sjálvi ynskja tað.
Stað: Norðurlandahúsið
Stað: Perlan, Tórsgøta 3, Tórshavn
Stað: Frá Gundadali til Vaglið, Tórshavn
Stað: Torgið, SMS, Tórshavn
Stað: Altjóðahúsið, Tinghúsvegur 12, Tórshavn
Stað: Perlan, Tórsgøta 3, Tórshavn
Stað: Reinsaríið, Tórsgøta 3, Tórshavn
Stað: Torgið, SMS, Tórshavn
Stað: Perlan, Tórsgøta 3, Tórshavn
Stað: Perlan, Tórsgøta 3, Tórshavn
Stað: Perlan, Tórsgøta 3, Tórshavn
Stað: Reinsaríið, Tórsgøta 5, Tórshavn
Stað: Havnar Bio, Tinghúsvegur 8, Tórshavn
Stað: Perlan, Tórsgøta 3, Tórshavn
Stað: Altjóðahúsið, Tinghúsvegur 12, Tórshavn
Stað: Perlan, Tórsgøta 3, Tórshavn
Stað: Altjóðahúsið, Tinghúsvegur 12, Tórshavn
Stað: PM Heilsøla, Hoyvíksvegur 74, Tórshavn
Stað: Heiðavegur 13, Runavík
Fjølmentanarvikan leggur upp til, at øll eru við í Fjølmentanarvikuni: Stovnar, skúlar, arbeiðspláss, felagsskapir, grannaløg og einstaklingar. Kommunan skipar árliga fyri nøkrum almennum tiltøkum, men øll kunnu skipa fyri onkrum átaki ella tiltaki í sínum egna umhvørvi. Hugskot til átøk og tiltøk eru í hugskotsjáttuni, sum er at finna her:
Vit taka fegin ímóti ískoytum til hugskotskjáttuna. Hevur tú eitt gott hugskot, mást tú fegin senda okkum uppskotið, so øll kunnu fáa gagn av hugskotinum. Tað er skjótt og ómakaleyst at lata inn hugskot. Trýst á grøna knøttin niðanfyri og send okkum tíni uppskot. Tá tú letur inn uppskot, ber væl til at viðfesta fílur í formatunum pdf, jpg og png.
Eisini ber til at luttaka meira aktivt, antin við at framføra, hjálpa, hava eitt skeið ella annað. Vit ynskja at veita karmar fyri so nógvum tiltøkum sum møguligt. Til ber at seta seg í samband við okkum á fjolmentan@gmail.com ella støkka inn á gólvið í Altjóðahúsinum, har vit sita dagliga.
Fjølmentanarvikan er partur av tí kommunala integratiónsnetverkinum, og ein høvuðsmálsetningur er, at allar kommunur luttaka í tann mun tað letur seg gera. Fleiri eru longu við, og tað er so sera gleðiligt, at Sunda kommuna setur vikuna í ár – og vit kunnu fegnast um, at Vestmanna kommuna hevur lagt billett inn til at seta vikuna í 2025. Tað, at setanin flytir, flytir eisini nakað fyri okkum, sum eru við, og sum skipa fyri – tað tryggjar eitt samstarv og ger, at vit øll føla, at vit eru partur av somu heild.
Her eru nøkur ráð til tykkum, ið arbeiða við ungum fólkum og børnum úr tilflytarabólkum og til luttakarar á Fjølmentanarvikuni:
Verkætlanarsamskipari
Tinghúsvegur 12, 100 Tórshavn