Lat aftur
Tema
Heildarætlanin fyri Eystara Havnarøki

Heildarætlanin fyri Eystara Havnarøki

Hóskvøldið 24. februar 2022 samtykti býráðið eina nýggja heildarætlan fyri Eystara Havnarøki. Heildarætlanin er ein yvirskipað og langtskygd ætlan fyri, hvussu ymisk menningarátøk í økinum stigvíst kunnu setast í verk fyri at nýskipa søguligu Eystaru Bryggju sum ein innbjóðandi og livandi part av miðbýnum.

Tú kanst lesa Heildarætlanina fyri Eystara Havnarøki í fullum líki her: 

Heildarætlan fyri Eystara Havnaøki

Komandi árini verða fortreytirnar fyri virkseminum á Eystara Havnarøki so mikið broyttar, at neyðugt er við eini heildarætlan fyri, hvussu økið skal nýskipast, so tað kann gagnnýtast á ein skynsaman og framtíðartryggjaðan hátt.

Heildarætlanin er úrslitið av einari tilgongd, har Býarskipanardeildin hevur samskift við áhugabólkar í økinum og uttanveltaðar ráðgevar. Tilgongdin til nýskipanina av Eystara Havnarøki fevnir eisini um eina hugskotsinnsavning fyri skipan av økinum, ið hongur natúrliga saman við arkitektakappingini um nýggja Tjóðleikhúsið, sum eftir ætlan skal staðsetast a Bursatanga. Uttanríkis- og mentamálaráðið kunngjørdi 8. mars 2021 sítt tilmæli um at staðseta komandi tjóðleikhúsið á Bursatanga.

Tú kanst lesa meira um tilgongdina og heildarætlanina fyri Eystara Havnarøki niðanfyri á hesari síðuni. 

Heildarætlanin er viðgjørd í ymiskum nevndum og arbeiðsbólkum, síðan hon á fyrsta sinni varð viðgjørd í Vinnunevndini í 2017. Í 2021 kom ferð aftur á ætlanina, og tá bleiv talan um eina munandi øðrvísi ætlan. Verandi heildarætlan varð endaliga samtykt á býráðsfundi 24. februar 2022. Viðgerðin stendur at lesa í gerðabókini frá býráðsfundinum, sum tu finnur her: Gerðabók fyri býráðsfundin 24. februar 2022

Um heildarætlanina
Upprunin til ætlanina

Heildarætlanin hevur sín uppruna í teimum broytingum, sum seinni árini eru framdar og sum eftir ætlan verða framdar á Eystara Havnarøki komandi árini. Sumt virksemi verður flutt, meðan annað virksemi verður niðurlagt.

Millum annað verður havnavirksemið á gomlu Eystaru Bryggju so líðandi flutt út á nýggju ídnaðarkeiina. Stóra pakkhúsið undir Skansanum hjá Smyril Line Cargo og skrivstovubygningurin hjá TAKS, á ávikavist Eystaru bryggju 20 og 30, verða eftir ætlan tikin niður og virksemið savnað úti á nýggju ídnaðarkeiini. Smyril Line fyrireikar í hesum viðfangi eisini byggingina av nýggjum altjóða ferðafólkaterminali úti á ídnaðarkeiini, har Norrøna fer at hava sítt fasta atløgupláss.

Sambært raðfestingini í fíggjarlógini fyri 2022 kunnu vit harumframt vænta, at hildið verður fast um ætlanina at bora undirsjóvartunnil millum Sandoynna og Suðuroynna um eitt stutt áramál. Natúrligu avleiðingarnar av hesum eru, at Strandfaraskip Landsins fyrireikar, at suðuroyarsiglingin verður niðurløgd, at Smyril verður seldur, og at ferjulegan og stóra asfaltfløtan við bíðistøðuplássunum tískil kemur at standa tóm, um Tórshavnar kommuna onga aðra ætlan hevur fyri økið.

Innari partur av Eystaru Bryggju tømist sostatt so líðandi fyri virksemi, um onnur ætlan ikki fyriliggur. Alstórur tørvur hevur tískil verið á eini heildarætlan fyri økið millum Kongabrúnna og út til ídnaðarmolan á Eystara Havnarøki.


Hugskotsinnsavning á heysti 2021

Sum liður í ætlanini at koma nærri eini dygdargóðari skipan av økinum, bjóðaði Tórshavnar kommuna á heysti 2021 sjey undangóðkendum ráðgevaratoymum at koma við hvør sínum boði uppá eina heildarætlan. Toymini vórðu boðin at koma við eini nøktandi loysn fyri bæði skipan av økinum og eini neyvari staðseting av Tjóðleikhúsinum við Eystaru Vág, sum í ein ávísan mun bygdi á staðsetingarkappingina av einum tjóðleikhúsi í Tórshavn, sum Mentamálaráðið útskrivaði á vári í 2021, og sum staðfesti, at eitt tjóðleikhús átti at staðsetast við Eystaru Vág.

Hugskotsinnsavningin varð lokað 8. november 2021. Ein arbeiðsbólkur viðgjørdi síðan uppskotini. Tær dygdir, arbeiðsbólkurin metti at arbeiðast kundi víðari við í tilgongdini um at røkka einari haldgóðari skipan av økinum, vórðu orðaðar og settar saman til eitt ítøkiligt skipanaruppskot, ið varð tillagað og viðgjørt saman við nevndarumboðunum í Byggi- og
býarskipanarnevndini og havnanevndini í Tórshavnar Kommunu.


Heildarætlanin sum amboð

Heildarætlanin fyri Eystara Havnarøki skal ikki lesast sum ein læst økisætlan, men sum eitt arbeiðsamboð, ið uppstrikar eitt úrval av brúksmøguleikum fyri økið og eina átaksætlan við eini leysliga vegleiðandi átaksraðfylgju. Talan er um eina yvirskipaða og langskygda ætlan fyri, hvussu ymisk menningarátøk í økinum stigvíst kunnu setast í verk til tess at nýskipa søguligu Eystaru Bryggju sum ein innbjóðandi og livandi part av miðbýnum.

Heildarætlanin verður samantvinnað við fimm ymiskum virkisfunktiónum, ið eru:

  • Mentan og trivnaður
  • Smáhandla-, matstovu- og kafévirksemi
  • Upplivingar og ferðavinnutilboð
  • Samferðslusamband og kunning
  • Býareyðkenni (Tinganes og Skansin)

Hesar virkisfunktiónir verða allar mentar og knýttar hvør at aðrari í og við, at tær umskarast á einum nýggjum bryggjutorgi yvirav Tinganesi, sum sostatt verður ein miðdepil í økinum fyri mentan, trivnað, samferðslu, smáhandilsvinnu, upplivingum og smábátavirksemi.

Karmarnir fyri heildarætlanina

Heildarætlanin og øll komandi umskipanin av Eystara Havnarøki hevur fleiri atlit at taka, tí talan er um stórar broytingar í einum týdningarmiklum, søguligum og fjølbroyttum øki. Ymisku atlitini verða nærri útgreinað og sjónliggjørd í heildarætlanini sjálvari.

Heildarætlanin tekur millum annað atlit til fylgjandi vandamál:

  • Hvussu skipa vit bilferðsluna soleiðis, at vit fáa tryggjað eitt maritimt trivnaðarøki við gonguferðslu?
  • Hvussu bøta vit um ferðslutrýstið við Skansan?
  • Hvussu tryggja vit eitt bygningslutfall, sum ikki ger seg inná - men sampakkar við - Tinganes og Kilarakanalina øðrumegin og ídnaðarligu bygningsstøddirnar úti í havnaumhvørvinum?
  • Hvussu gera vit innara partin av Eystaru Bryggju, frá Skansanum og inn
    til áarósan við Kongabrúnna, til ein innbjóðandi og livandi part av miðbýnum?
  • Hvussu tryggja vit, at økið varðveitir sín leiklut sum samferðsluknarvapunkt, samstundis sum ein stórur partur av bryggjuni verður halgaður fótgangarum, mentanarlívi og handilslívi?
Tilgongdin í arbeiðinum við heildarætlanina fyri Eystara Havnarøki
Ætlanin at byggja tjóðleikhús á Skálatrøð seinkað 3. mai 2019

Ætlanin um at staðseta eitt nýtt tjóðleikhús á Skálatrøð í Tórshavn varð seinkað eftir at eitt mótmæli, undirskrivað av 2400 borgarum, varð handað býráðnum. Annika Olsen, táverandi borgarstjóri, kunngjørdi, at málið um staðseting fór at verða tikið upp til nýggja innanhýsis viðgerð.

Málið um eitt nýtt tjóðleikhús raðfest av nýggjum 1. januar 2020

Játtanin á 7,1 milliónir krónur, ið varð sett av á fíggjarlógini hjá Løgtinginum til fyrireikingar til nýtt tjóðleikhús, fall burtur. Avgjørt varð tó at raðfesta málið av nýggjum við eini játtan á 3 milliónir krónur á nýggju fíggjarlógini.

Almenn arkitektakapping um nýggja staðseting av Tjóðleikhúsinum útskrivað 13.november 2020

Saman við Landsverki skrivaði Uttanríkis- og mentamálaráðið út kapping um »almenna undangóðkenning til nýtt tjóðleikhús í Tórshavn«.

Hetta var ein kapping, har ráðgevar skuldu koma við nýggjum tilmæli og uppskoti um, hvar eitt tjóðleikhús eigur at staðsetast í Tórshavn. Hetta var samstundis skipað sum ein umsókn um undangóðkenning til arkitektakappingina at sniðgeva sjálvan bygningin.

Nýtt uppskot um staðseting av tjóðleikhúsi í Tórshavn 8. mars 2021

5 ráðgevaratoymi lótu inn uppskot um staðseting av tjóðleikhúsi í Tórshavn. Ráðgevaratoymini vóru hesi:

  • Kontrast
  • MAP Arkitektar
  • Henning Larsen NA
  • SNA & White Arkitekter
  • Zeta Archtiects & Brim Arkitektar

Staðsetingaruppskotini vóru ymisk, og við støði í innkomna tilfarinum var niðurstøðan hjá dómsnevndini tann, at økið við Bursatanga er best hóskandi staðsetingin til eitt tjóðleikhús. Sambært dómsnevndarálitinum kemur tjóðleikhúsið sostatt at standa »á markamótinum millum bý og havn, millum land og hav«.

Dómsnevndarálitið fór til politiska viðgerð í Tórshavnar kommunu, tí tað er kommunan, sum eigur alt umtalaða havnarøkið.

Tú finnur dómsnevndarálitið í yvirlitinum yvir almenn álit á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni:

Yvirlit yvir álit (lms.fo)

Neyðugt við nýggjari heildarætlan fyri Eystara Havnarøki 29. apríl 2021

Í tráð við at ídnaðarliga virksemið á Eystaru Bryggju verður savnað undir meiri virkiligum korum longur úti á nýútbygdu keiini, varð avgjørt, at Eystara Bryggja, frá Skansanum og inn til áarósan við Kongabrúnna, skal nýskipast, har støða millum annað eigur at takast til atløgubryggjuna hjá Smyrli, gomlu farstøðina og farmabygningarnar á Eystaru Bryggju.

Hóast dómsnevndarálitið frá staðsetingarkappingini um eitt tjóðleikhús hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum nevnir økið við Bursatanga sum best hóskandi staðsetingina við støði í innkomna tilfarinum, metti umsitingin hjá Tórshavnar kommunu, at so mikið nógvar broytingar verða gjørdar á Eystara Havnarøki framyvir, at neyðugt er við eini langskygdari ætlan fyri økið, har eitt tjóðleikhús eigur at hugsast inn í eina samanhangandi býarskipanarliga framtíðartryggjaða heild.

Býráðið samtykti í hesum sambandi, at ein ráðgevarakapping um eina heildarætlan fyri Eystara Havnarøki skuldi útskrivast. 7 ráðgevaratoymi, har 5 av toymunum vórðu undangóðkend í staðsetingarkappingini um Tjóðleikhúsið, vórðu boðin at vera við. Toymini skuldu fáa kr. 100.000 í samsýning í part fyri at tekna eina heildarætlan fyri alt økið.

Staðsetingin av einum tjóðleikhúsi skuldi síðan endaliga nágreinast í hesi nýggju heildarætlanini fyri økið.

Í sambandi við útskrivingina av kappingini um eina heildarætlan fyri økið, skuldi umsitingin hjá Tórshavnar kommunu nágreina tey krøv og ynski, sum eru fyri økið, og sum heildarætlanin mátti taka atlit til.

Innbodnu ráðgevaratoymini vóru hesi:

  • Kontrast
  • MAP Arkitektar
  • Henning Larsen NA
  • SNA & White Arkitekter
  • Zeta Archtiects & Brim Arkitektar
  • EYA arkitektar
  • Arkitektar 99
Hugskotsinnsavning fyri Eystara Havnarøki 20. september 2021

Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu orðaði eina verkætlanarlýsing og kravfesting, ið lýsti tey ynskir og tær kravfestingar, sum skuldu setast í sambandi við eina nýggja heildarætlan fyri Eystara Havnarøki. Hetta skjalið varð gjørt í samráð við brúkarabólkar í økinum og Havnarskrivstovuna, ið varar av tekniska havnarøkinum í kommununi.

Endamálið við skjalinum var at vera eitt vegleiðandi grundarlag og eitt arbeiðsamboð hjá teimum ráðgevum, sum vórðu bodnir at koma við einum uppskoti til eina heildarætlan fyri Eystara Havnarøki.

Í skjalinum varð eisini kunnað um úrskurðin frá staðsetingarkappingini um Tjóðleikhúsið frá mars 2021. Greitt varð frá, at hóast niðurstøðurnar frá hesi kappingini skuldu virðast í mun til eina heildarætlan av økinum, so var hetta ikki at skilja sum ein bindandi avgerð um, at eitt tjóðleikhús skal staðsetast júst við Bursatanga. Við øðrum orðum vórðu ráðgevarnir frítt stillaðir í mun til at koma við eini aðrari staðseting til eitt tjóðleikhús í økinum, ið møguliga tænir einari nýskipan av øllum økinum á ein betri hátt.

Avgjørt varð samstundis at skipa kappingina um at gera eina heildarætlan fyri Eystara Havnarøki sum eina hugskotsinnsavning heldur enn sum eina kapping við vinnandi uppskotum.

7 ráðgevaratoymi fingu 8 vikur til at gera hvør sítt dulnevnda uppskot. Býarskipanardeildin hjá Tórshavnar kommuni skuldi síðan seta ein fakligan arbeiðsbólk og eina úrvalsnevnd at gera eina innanhýsis meting av innkomna tilfarinum fyri síðan at leggja eitt samansett skipanaruppskot fyri nevnd til politiska støðutakan.

Ráðgevarnir vórðu kunnaðir um ætlaðu tilgongdina, og skjalið við verkætlanarlýsingini og kravfestingunum varð latið ráðgevunum, tá arbeiðið varð sett í gongd.

Heildarætlanin fyri Eystara Havnarøkið, sum varð samtykt í februar 2022, tekur støði í úrvaldum pørtum av teimum uppskotum, ið komu inn í sambandi við hugskotsinnsavningina í 2021.

Uppskotini sært tú her:

Uppskotini til heildarætlan til viðgerðar 10. november 2021

8. november 2021 lótu 7 innboðin ráðgevaratoymi, umframt eitt sjálvboðið ráðgevaratoymi, inn uppskot um eina heildarætlan fyri Eystara Havnarøki.

Býarskipanardeildin hjá Tórshavnar kommunu setti ein fakligan arbeiðsbólk at samanbera og taka støðu til innkomnu uppskotini. Fakligi bólkurin varð soleiðis mannaður:

  • Býararkitekturin í Tórshavnar Kommunu
  • Atknýtt starvsfólk frá Býarskipanardeildini
  • Býarverkfrøðingurin í Tórshavnar Kommunu
  • Havnarmeistarin og verkfrøðingur frá Tórshavnar havn
  • Tveir óheftir arkitektar/býarplanleggjarar
  • Umboð frá Landsverki fyri verkætlanarbólkin um Tjóðleikhúsið (uttan avgerðarrætt)

Arbeiðsbólkurin viðgjørdi uppskotini hvør sær og tók støðu til býarskipanarligu og arkitektonisku dygdirnar og møguleikarnar í uppskotunum. Saman við teknisku deild gjørdi Býarskipanardeildin eitt uppskot til eina heildarætlan, ið varð viðgjørd í viðkomandi politiskum nevndum.

Heildarætlan fyri Eystara Havnarøki samtykt 24. februar 2022

Á býráðsfundi 24. februar 2022 varð uppskotið um nýggju heildarætlanina einmælt samtykt í býráðnum. Uppskotið varð lýst sum ein menningarætlan, ið leggur eina kós fyri, hvussu Eystara Havnarøki, frá Kongabrúnni og út til Havnarskrivstovuna, kann mennast næstu 30 árini.

Heldur enn at vera ein læst økisætlan, skal ætlanin síggjast sum eitt arbeiðsamboð, ið uppstrikar eitt úrval av brúksmøguleikum fyri økið umframt eina átaksætlan við eini vegleiðandi átaksraðfylgju.

Sum liður í heildarætlanini verður eitt byggiøki (á 4000m2) til eitt tjóðleikhús uppstrikað miðskeiðis, har verandi farstøð stendur. Sambært ætlanini skal hetta byggiøkið bjóðast út í sniðgávukapping um tjóðleikhús á Eystaru Bryggju, har 6700m2 av økinum verða settir av til kappingarøki.

Tórshavnar kommuna handaði síðan Uttanríkis- og mentamálaráðnum ábyrgdina av at skipa hesa kappingina.

Gerðabókina frá býráðsfundinum 24. februar 2022 sært tú her:

Gerðabók fyri býráðsfundin 24. februar 2022

Arkitektakapping um sniðgeving av Tjóðleikhúsinum útskrivað 17. mai 2022

Uttanríkis- og mentamálaráðið skrivaði út arkitektakapping um sniðgeving av Tjóðleikhúsinum 17. mai 2022.

Freist at lata inn sniðgávuuppskot til Tjóðleikhúsið 25. august 2022

Freistin at lata inn uppskotini til sniðgeving av Tjóðleikhúsinum var 25. august 2022. Tá ið freistin var farin, vóru fýra uppskot komin inn.

Vinnarin av kappingini um sniðgeving av Tjóðleikhúsinum 9. september 2022

Dómsnevndin metti uppskotið hjá MAP Arkitektar vera besta uppskotið. Vinnandi sniðgávuuppskotið og dómsnevndarúrskurðin sært tú á leinkjunum niðanfyri.

Tjóðleikhúsið MAP Arkitektar 2022 

Tjóðleikhús Føroya dómsnevndarálit 2022

Staðsetingin av Tjóðleikhúsinum endaliga tillagað

Tað er umráðandi, at ein mentanardepil sum tjóðleikhúsið verður staðsettur við varsemi og skynsemi. Í størstan mun gjørligt skulu atlit takast til nýggju skipanarætlanina fyri alt økið á Eystaru bryggju, tað vil siga í mun til bygningar og býarrúm og í mun til ætlaðar gongu- og ferðsluleiðir í yvirskipaða økinum.

Vinnandi uppskotið til Tjóðleikhúsið, sum MAP arkitektar hava teknað, hevur sereyðkenni og arkitektoniskar dygdir, ið krevja, at bygningurin verður staðsettur á ein slíkan hátt, at hann kemur til sín rætt í nærumhvørvinum.

Í dómsnevndarúrskurðinum varð millum annað viðmerkt, at sambandið millum Skansan og Tinganes hevur ein alstóran søguligan og mentanarligan týdning í økinum. Tjóðleikhúsið kemur at liggja ímillum hesi bæði og eigur tískil at staðsetast við varsemi og við virðing fyri, júst hvussu hetta sambandið kann styrkjast og undirstrikast bæði býarskipanarliga og arkitektoniskt.

Tær tillagingar, sum kunnu koma í ljósinum av hesum, verða sostatt snikkaðar til og avtalaðar í eini tilgongd millum byggiharran (Almanna- og Mentamálaráðið og Landsverk), ráðgevan (MAP arkitektar) og Tórshavnar Kommunu.

Umframt hetta verða áhugabólkar og íbúgvar í økinum kunnaðir og hoyrdir.

Hetta skal alt gerast, áðrenn farast kann undir prosjekteringina av sjálvum bygninginum.

Býarskipanardeildin
Býarskipanardeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Býarskipanardeildina


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15