Lat aftur
Tema
Býarlundin verður gjørd

Býarlundin verður gjørd

Arbeiðið at gera nýggju býarlundina í miðbýnum er byrjað. Býarlundin er fyrsta stig í ætlanini um at gera eina grøna gongugøtu og býarlund. Býarlundin verður eftir ætlan tikin í nýtslu á sumri 2024.

Býarlundin er fyrsta stig í verkætlanini »Grøna gongugøtan og býarlundin«, ið snýr seg um at gera gongugøtuna bilfría og urtagarðskenda. Harvið fáa ferðandi í býnum og bústaðir í miðbýarkjarnuni eitt uttandura fríøki til uppihald. Býarlundin verður ein grøn lund við millum annað smábarnaspæliplássi og eini fleirvirknari, partvíst yvirdekkaðari pavillon til tiltøk og framsýningar. 

Ætlanin lýsir gongugøtuna sum ein pall, »ið bjóðar inn til ymiskt og fjøltáttað virksemi, bæði gerandisdagar og til serstøk høvi. Gøtan verður grønari, og nýggj gróðurseting av allé-trøum skapa saman við stóru gomlu trøunum og nýggju Havnará eina grøna ‘tekju’ yvir partar av gongugøtuni, sum gevur økinum lív og ein heilt serstakan urtagarðsdám«.

Arbeiðið varð boðið út í høvuðsarbeiðstøku til fimm veitarar á heysti 2023. Fýra tilboð komu inn. Grønt og grátt lótu besta tilboðið og eru nú farin í holt við arbeiðið, sum eftir ætlan verður liðugt á sumri 2024.

Ætlanin um eina grøna gongugøtu og býarlund er partur av heildarætlanini Urtagarðsbýurin, ið er ein langskygd ætlan fyri miðbýarkjarnuna í Havn. Hana kanst tú lesa um her:

Urtagarðsbýurin – heildarætlan fyri miðbýarkjarnuna

Tilgongdin at gera Býarlundina
21. februar 2023 – Skipanaruppskotið fyri býarlundina verður latið inn

Ein liður í heildarætlanini »Urtagarðsbýurin« er uppskotið »Grøna gongugøtan og býarlundin«.

Verkætlanin »Grøna gongugøtan og býarlundin« er ein lendisskipan og ein plantuætlan fyri strekkið í Niels Finsensgøtu, úr Steinatúni og oman til Vaglið, umframt fyri ráðhúsplássið og Eik-garðin (býarlundina). Í fyrstu atløgu er mett ráðiligt at fara undir at gera skipanaruppskot av arbeiðstøkuøkinum »Býarlundin«, ið síðan verður liðugt projekterað og sett í verk.

16. november 2023 – Útbjóðing av arbeiði at gera Býarlundina

Arbeiðið varð boðið út í høvuðsarbeiðstøku til fimm veitarar á heysti 2023.

8. desember 2023 – Tilboð verða latin inn

Tá ið innlatingarfreistin fór 8. desember, vóru fýra tilboð komin inn. Uppskotini sært tú her:

22. januar 2024 – Sáttmáli undirskrivaður við arbeiðstakara

Sáttmáli undirskrivaður við arbeiðstakara. Fyritøkan Grønt og grátt lótu besta tilboðið inn.

7. mars 2024 – Arbeiðið at gera Býarlundina byrjar
7. juni 2024 – Býarlundin verður tikin í nýtslu

Arbeiðið at gera Býarlundina verður avhendað og Býarlundin tikin í brúk.

Bakgrundskunning

Býráðssamtykt

Skipanaruppskotið »Urtagarðsbýurin« varð samtykt á býráðsfundi 26. januar 2023. Tú sært viðgerðina av uppskotinum í gerðabókini frá fundinum, sum tú finnur her: 

Gerðabók fyri býráðsfundin 26. januar 2023 

Kommunuætlanin

Eins og allar aðrar heildarætlanir, tekur heildarætlanin Urtagarðsbýurin støði í kommunuætlanini, ið er yvirskipaða planleggingaramboðið hjá kommununi. Kommunuætlanina finnur tú her: 

Kommunuætlanin fyri Tórshavnar kommunu


Miðbýarætlanin

Miðbýarætlanin er heildarætlan frá 2016, ið snýr seg um skipan av kommunalum útirúmum. »Urtagarðsbýurin« er at rokna sum eitt framhald undir hesi yvirskipaðu miðbýarætlan. Tó snýr »Urtagarðsbýurin« seg um eitt avmarkað øki í Miðbýarætlanini, nevniliga miðbýarkjarnuna. Miðbýarætlanina sært tú her:

Miðbýarætlanin 2016

Býarskipanardeildin
Býarskipanardeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Býarskipanardeildina


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15