Valstøð í Tórshavnar kommunu
Á valkortinum sært tú, hvar tú skalt greiða tína atkvøðu. Tað vil siga valstaðið, tú hoyrir til. Tú fært valkortið sendandi í seinasta lagi tvær vikur áðrenn valdagin. Á hesari síðuni sært tú øll valstøðini og kanst kunna teg um, nær tey eru opin.
Adressur hjá valstøðunum
Hoyvíkshøllin
Høllin á Hálsi
Høllin í Kaldbak
Skótahúsið í Kollafirði
Skótahúsið í Kollafirði
Botnavegur 3
410 Kollafjørður
Skúlin á Argjahamri
Skúlin á Velbastað
Ungmannafelagshúsið í Nólsoy
Ungmannafelagshúsið í Nólsoy
Á Mýrini 8
270 Nólsoy
Valstøð
Upplatingartíðir hjá valstøðunum
Øll valstøð lata upp valdagin klokkan 10 og eru opin til klokkan 20 ella so leingi veljarar møta, uttan at steðgur kemur í.
Ivast tú í, hvat fyri valstað, tú hoyrir til?
- Fólk í Havn, Mjørkadali, Norðradali, Koltri, Hesti, á Hvítanesi og Sundi
velja í Høllini á Hálsi - Fólk í Hoyvík velja í Hoyvíkshøllini
- Fólk á Argjum velja í Skúlanum á Argjahamri
- Fólk í Kaldbak og Kaldbaksbotni velja í Høllini í Kaldbak
- Fólk í Kollafirði, Signabø og á Oyrareingjum velja í Skótahúsinum í Kollafirði
- Fólk í Kirkjubø, á Velbastað og í Syðradali velja í Skúlanum
á Velbastað - Fólk í Nólsoy velja í Ungmannafelagshúsinum í Nólsoy