Sjófólk og onnur, sum ikki vænta seg vera heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi fýra mánaðir áðrenn valdagin.
Í seinasta lagi fýra vikur frammanundan valinum skulu vallistarnir vera framlagdir til alment eftirlits, og teir verða liggjandi frammi í tvær vikur á einum stað, ið liggur høgliga fyri hjá íbúgvarunum. Lýst verður um hetta á vanligan hátt fimm vikur frammanundan valinum.
Politisku flokkarnir og listarnir, sum ynskja at stilla upp til býráðsvalið, skulu hvør sær lata inn lista við teimum valevnum, sum stilla upp til valið.
Listin skal vera undirskrivaður av í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 veljarum sum stillarum, og hjálagdur skal vera serligur listi yvir stillararnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi, bústaði og føðingardegi.
Valevnislistarnir mugu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi klokkan 18 tríggjar víkur undan valdegnum.
Valnevndin góðkennir valevnislistan og gevur listanum ein bókstav, sum kemur at standa á atkvøðuseðlinum framman fyri navninum á valevnislistanum.
Á heimasíðuni hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum sært tú dømi um, hvussu ein valevnislisti skal síggja út. Trýst á yvirskriftina »Valevnislisti (vegleiðandi dømi)« í høgra bredda:
Valnevndin skal góðkenna valevnislistan og geva listanum ein bókstav, ið kemur at standa á atkvøðuseðlinum framman fyri navnið á valevnislistanum.
Ein viku undan valinum kunnu eisini onnur, enn tey, ið eru burturstødd á valdegnum, brævatkvøða. Hetta eru tey, ið ikki kunnu møta persónliga á valstaðnum sjálvan valdagin, til dømis vegna sjúku ella líknandi. Tú skalt tá boða Snarskivuni frá á telefon 30 20 10, síðan koma tveir av valstýrinum útnevndir persónar heim til tín, so tu kanst greiða tína atkvøðu heima.
Ert tú innløgd á sjúkrahúsi ella á øðrum heilsu- ella uppihaldsstovni, ella ert tú undir læknaviðgerð heima, kanst tú greiða brævatkvøðuna á sjúkrahúsinum, uppihaldsstovninum, hjá viðkomandi lækna ella tveimum av valstýrinum útnevndum persónum.
Tú kanst greiða brævatkvøðu eina viku undan valinum fram til dagin fyri valdagin.
Les meira um brævatkvøður her:
Dagin fyri valdagin er seinasta freist at greiða brævatkvøðu.
Á valdegnum kanst tú greiða atkvøðu á valstaðnum, tú hoyrir til. Valstaðið stendur á valkortinum, sum tú hevur fingið sendandi tvær vikur áðrenn valdagin. Øll valstøð lata upp klokkan 10 og lata aftur klokkan 20, ella so leingi veljarar møta uttan at steðgur kemur í.
Í atkvøðuhølunum eru valstýrisformenn og tilnevndir veljarar til staðar, sum eru vald av býráðnum til at hava eftirlit við, at atkvøðugreiðslan gongur rætt fyri seg.
So skjótt sum atkvøðugreiðslan er liðug, fara tey tilnevndu undir atkvøðuteljingina, sum er almenn.
Út á kvøldið fáa vit eitt endaligt úrslit av valinum, sum vísir býtið av atkvøðum á flokkar og listar.
Ivast tú í, hvat fyri valstað tú hoyrir til, kanst tú kanna tað her:
Ger býráðið av, at fínteljing skal vera, fer hon fram í seinasta lagi vikudagin eftir valdagin. Her telja vit allar atkvøðurnar enn einaferð býtt eftir valevnum. Aftaná fínteljingina fáa vit vissu fyri, hvør hevur fingið sess í býráðnum.
Nývalda býráðið skipar seg á einum fundi í desember mánaði aftaná valið. Tá gera tey av, hvør skal vera borgarstjóri, og hvør skal vera varaborgarstjóri. Tey gera eisini av, hvør skal sita í Fíggjarnevndini og øðrum politiskum nevndum, og hvør skal vera formaður ella forkvinna í nevndunum.
Samstundis gera tey av, hvørjir býráðslimir skulu sita sum umboð fyri býráðið í fleiri ymiskum ráðum og nevndum.
Borgarstjórin verður sostatt ikki valdur beinleiðis av veljarunum.
Býráðið er valt fyri fýra ár frá 1. januar eftir kommunuvalið og fýra ár fram til 31. desember.