Greið atkvøðu áðrenn valdagin

Sum veljari kanst tú greiða atkvøðu áðrenn sjálvan valdagin. Hetta rópa vit at brævatkvøða. Tú kanst greiða brævatkvøðu í øllum kommunum í Føroyum.



Tá tú vilt greiða atkvøðu áðrenn valdagin
Hvar og nær kann eg brævatkvøða?

Tú kanst greiða atkvøðu á øllum kommunuskrivstovum í Føroyum. Gev gætur, at um tín brævatkvøða skal telja við á valinum, mást tú syrgja fyri at greiða tína atkvøðu í so mikið góðari tíð, at atkvøðan er frammi hjá valstýrinum í tínari bústaðarkommunu, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar á sjálvum valdegnum.

Í Tórshavnar kommunu kanst tú greiða brævatkvøðu í Snarskivuni í Havn:

 

SNARSKIVAN

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Mánadag til hósdag klokkan 9-16
Fríggjadag klokkan 9-15

 

At minnast til, tá ið tú greiðir brævatkvøðu

Tú mást møta upp persónliga fyri at brævatkvøða.

Minst til samleikaprógv. Hevur tú fingið títt valkort, so hav tað við tær. Hevur tú ikki fingið valkortið, kanst tú brúka koyrikortið ella passið sum samleikaprógv. Liggur koyrikortið ella samleikakortið talgilt í Skjáttuni, kanst tú eisini vísa tað sum samleikaprógv.

Sjófólk

Ert tú sjófólk, og heldur tú teg ikki vera heima á valdegnum, kanst tú í fyrsta lagi greiða atkvøðu fýra mánaðir áðrenn valdagin. Sum sjófólk kanst tú greiða tína atkvøðu í Snarskivuni á Vaglinum 11 í Havn, ella tú kanst lata tína atkvøðu inn til annaðhvørt landfútan (politimeistaran), sýslumannin ella til tann, sum fyrisitur mynstringina (undir hesum VØRN).

Atkvøðugreiðsla heima við hús

Tú kanst greiða brævatkvøðu heima við hús, um tú ert sjúk ella rørslutarnað og tí hvørki fært møtt persónliga í Snarskivuni ella á valstaðnum á valdegnum. Tú skalt tá boða Snarskivuni frá á telefon 30 20 10. Síðan koma tveir av valstýrinum útnevndir persónar heim til tín, so tu kanst greiða tína atkvøðu heima við hús.

Tú kanst í fyrsta lagi greiða atkvøðu heima við hús eina viku áðrenn sjálvan valdagin.

Greið atkvøðu í aðrari kommunu

Liggur tað betur fyri hjá tær, kanst tú greiða atkvøðu í einari aðrari kommunu.

Minst til at kanna upplatingartíðirnar í kommununi, har tú ætlar tær at brævatkvøða. Upplatingartíðirnar kunnu vera øðrvísi enn í Havn.

Gev gætur, at um tín brævatkvøða skal telja við á valinum, mást tú syrgja fyri at greiða tína atkvøðu í so mikið góðari tíð, at atkvøðan er frammi hjá valstýrinum í tínari bústaðarkommunu, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar á sjálvum valdegnum.

Atkvøðugreiðsla á røktarheimi ella sjúkrahúsi

Greið tína atkvøðu á røktar- ella hvíldarheiminum

Býrt tú á røktarheimi ella hvíldarheimi, kanst tú greiða tína brævatkvøðu har. Starvsfólkini á tínum røktarheimi eru kunnað og fyrireikað til valið, og tey kunnu greiða tær nærri frá, hvussu tú ber teg at við at atkvøða.

Greið tína atkvøðu á sjúkrahúsinum

Ert tú innløgd á sjúkrahúsi upp undir og á valdegnum, kanst tú greiða atkvøðu á sjúkrahúsinum. Starvsfólkini eru fyrireikað og hjálpa tær at atkvøða.

Greið atkvøðu í útlondum

Ert tú uttanlands, og fært tú ikki verið heima á valdegnum, kanst tú greiða atkvøðu á donskum sendistovum ella konsulatum í útheiminum, ella hjá einum persóni, sum landsstýrismaðurin hevur heimilað. Ert tú stødd í Danmark ella Grønlandi, kanst tú greiða atkvøðu á støðum, sum har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi. Tað er undir vanligum umstøðum kommunuskrivstovan.

Tað ber til at atkvøða seinastu tríggjar mánaðirnar áðrenn valdagin. 

Send tína brævatkvøðu í góðari tíð

Skal tín brævatkvøða telja við á valinum, mást tú syrgja fyri at greiða tína atkvøðu í so mikið góðari tíð, at atkvøðan er frammi hjá valstýrinum í tínari bústaðarkommunu, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar á sjálvum valdegnum. Spyr á staðnum, nær seinasta freist at senda brævatkvøður er. Tú sært eitt yvirlit yvir danskar sendistovur og konsulat og upplatingartíðir teirra á heimasíðuni hjá danska uttanríkismálaráðnum: 

Find os i verden (Udenrigsministeriet)

Angrar tú tína brævatkvøðu

Greiðir tú atkvøðu áðrenn valdagin, og angrar tú tína atkvøðu, kanst tú broyta tína atkvøðu við at brævatkvøða umaftur. Hetta kanst tú gera fram til seinastu freist fyri brævatkvøður. 

Tað er altíð tín seinasta brævatkvøða, sum telur.  

Tá ið val er til Føroya Løgting, kanst tú velja at brúka títt valkort á valdegnum, hóast tú frammanundan hevur brævatkvøtt. Gert tú tað, telur brævatkvøðan ikki við í uppteljingini.

Tá ið val er til Fólkatingið, kanst tú ikki atkvøða á sjálvum valdegnum, tá tú hevur greitt brævatkvøðu.

Hvussu gongur brævatkvøðugreiðsla fyri seg?

Tá ið tú greiðir brævatkvøðu, leggur tú tína atkvøðu niður í ein ómerktan brævbjálva, ið verður latin aftur. Hesin brævbjálvi verður lagdur í annan størri brævbjálva saman við tí fylgiseðli, tú og starvsfólkið hjá kommunala fólkayvirlitinum, ella tveir av valstýrinum útnevndir persónar, hava undirskrivað og dagfest.

Hevur tú bústað í aðrari kommunu, verður brævatkvøðan send bústaðarkommununi við postinum.

Áðrenn valhølini lata upp, letur valstýrið uttara bjálvan upp og krossar teg av á vallistanum, soleiðis at valstaðið sær, at tú longur hevur greitt tína atkvøðu. Hevur tú broytt meining og brævatkvøtt umaftur, soleiðis at valstýrið hevur tvær atkvøður frá tær, telur bert atkvøðan við nýggjastu dagfestingini við.

Tín brævatkvøða liggur á læstum stað, til hon á valdegnum verður tald upp saman við hinum atkvøðunum á valstaðnum.

Reglur og vegleiðingar

Kommunuvalslógin

Í kommunuvalslógini finnur tú meginpartin av reglunum um val til kommunurnar. Tó vísir lógin í summum førum til lógina um løgtingsval.

Lógin um val til allar føroyskar kommunur (logir.fo)

Lógarkunngerð um fólkatingsval í Føroyum

Val til fólkatingið í Føroyum fylgir lógarkunngerðini um fólkatingsval í Føroyum. Kunngerðina sært tú her: Lovbekendtgørelse nr. 41 af 15. januar 2020 af lov om folketingsvalg på Færøerne (logir.fo)


Lógin um val til Løgtingið

Lógina um val til Løgtingið sært tú her: Lógin um val til Løgtingið (logir.fo)

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15