Politiskar nevndir

Níggju nevndir eru undir býráðnum. Her finnur tú eitt yvirlit yvir, hvørjar nevndir eru í kommununi, og hvørjir nevndarlimirnir eru. 

Politisku nevndirnar kunnu taka avgerðir ella leggja mál fyri býráðið. Fundir og fundarfrásagnir í politisku nevndunum undir býráðnum eru ikki almennar. Býráðið velur ein 1. og ein 2. varaborgarstjóra og mannar síðani føstu nevndirnar. Limirnir í føstu nevndunum skulu vera býráðslimir.



Býráðsnevndir
Fíggjarnevndin

Í Fíggjarnevndini situr borgarstjórin, ið er nevndarformaður, og fýra aðrir býráðslimir. Fíggjarnevndin fyrisitur hesi málsøki:

  • Fíggjarviðurskifti
  • Starvsfólkaviðurskifti
  • Ognir hjá kommununi
  • Trygging av virðum hjá kommununi
  • Leigumál
  • Sløkkiliðið
  • Verkstaðin
  • Kommunuætlan
  • Tvørkommunalar felagsskapir
  • Yvirskipað mál sum bústaðarfígging, gransking og annað

Forkvinna

Elsa Berg (E)


Nevndarlimir

Guttormur í Skála (I)
Kristianna Winther Poulsen (C)
Tróndur Sigurðsson (K)
Høgni Vilhelmsen (A)

Tekniska nevnd

Tekniska nevndin ansar eftir, at tær viðtøkur og reglugerðir, sum galda fyri málsøkini hjá nevndini, verða fylgdar. Nevndin fyrisitur hesi málsøki:

  • Bussleiðin
  • Vatnveiting og vatngóðsku
  • Kloakkir og yvirflatuvatn
  • Vegir og ferðslumál
  • Gøtuljós
  • Onnur teknisk viðurskifti, ið ikki hoyra undir aðra nevnd

Formaður

Bergur Robert Dam Jensen (C)

Nevndarlimir

Heðin Mortensen (C)
Anja Weyhe (E)
Annfinn Brekkstein (B)
Tróndur Sigurðsson (K)

Mentamálanevndin

Nevndin fyrisitur hesi málsøki:

  • Dagstovnaøkið, undir hesum frítíðarskúlar og ungdómsvirksemi, námsfrøðiliga ráðgeving og tilboð til børn við serligum tørvi
  • Musikkskúli
  • Kvøldskúli
  • Býarbókasavn
  • Býarsavn
  • Mentanarhøli
  • Stuðulsskipanir
  • Svimjihøll
  • Ítróttaranlegg
  • Onnur mál av mentanarligum týdningi í kommununi

Forkvinna

Heidi Lava Elgeirsdóttir (E)


Nevndarlimir

Bergur Robert Dam Jensen (C)
Heðin Mortensen (C)
Annfinn Brekkstein (B)
Høgni Vilhelmsen (A)

Trivnaðarnevndin

Trivnaðarnevndin tekur avgerð í málum, ið sambært lóggávu eru løgd til býráðið ella eina sosiala nevnd, um fyriskipanirnar í lóggávuni ikki forða fyri hesum.

Nevndin fyrisitur hesi málsøki:

  • Barnatannrøkt
  • Barnavernd
  • Familjupolitikk
  • Fólkaheilsu
  • Integratión
  • Fólkaskúla, undir hesum forskúla

Forkvinna

Annita á Fríðriksmørk (E)

Nevndarlimir

Kristianna Winther Poulsen (C)
Heidi Lava Elgeirsdóttir (E)
Birgir Nielsen (A)
Høgni Vilhelmsen (A)

Heilsu- og eldranevndin

Heilsu- og eldranevndin tekur avgerð í málum, ið sambært lóggávu eru løgd til býráðið, um fyriskipanirnar í lóggávuni ikki forða fyri hesum.

Nevndin fyrisitur hesi málsøki:

  • Heilsu- og umsorganartænastuna, undir hesum røktarheimspláss, umlættingar- og rehabiliteringspláss, heimatænastu og heimasjúkrarøkt, dag- og kvøldtilhald, venjingar og aðrar tænastur á eldraøkinum

  • Kommunulæknaskipanina

  • Heilsufrøðiskipanina

Forkvinna

Kristianna Winther Poulsen (C)


Nevndarlimir

Annita á Fríðriksmørk (E)
Heidi Lava Elgeirsdóttir (E)
Kári Johansen (K)
Birgir Nielsen (A)

Náttúru- og umhvørvisnevndin

Náttúru- og umhvørvisnevndin fyrisitur mál, ið eru løgd undir kommununa sambært lóggávuni, kunngerðum og reglum um umhvørvisvernd og fyriskipanum. Eisini skipar nevndin fyri teimum arbeiðum, sum skulu verða gjørd í hesum sambandi. 

Nevndin fyrisitur hesi málsøki:

  • Brennistøðina
  • Ruskinnsavningina
  • Jarnmóttøku, evnafrøðilig evni, spilloljusúgving, rottangatøming, tyrving og annað
  • Náttúru og umhvørvi
  • Frílendi
  • Framtíðar orku
  • Umhvørvismál
  • Umhvørvisátøk, so sum umhvørvisvikuna og annað

Forkvinna

Kristianna Winther Poulsen (C)

 

Nevndarlimir

Guttormur í Skála (I)
Annita á Fríðriksmørk (E)
Annfinn Brekkstein (B)
Kári Johansen (K)

Byggi- og býarskipanarnevndin

Byggi- og býarskipanarnevndin fyrisitur øll mál, ið eru løgd undir býráðið sambært byggilóggávu og lóg um býarskipanir og byggisamtyktir.

Nevndin fyrisitur hesi málsøki:

  • Býarskipan og byggisamtyktir
  • Útstykkingar
  • Byggimál
  • Lendismál
  • Kirkjugarðar
  • Bygningsrakstur og viðlíkahald av øllum kommunalum bygningum og anleggum eftir ásettari mannagongd
  • Fríðkan (viðarlundir, spælipláss og gøtur)
  • Áir, veitir og jarðarognir sum traðarognir, urtagarðs- og onnur jarðarstykki

 

Forkvinna

Anja Weyhe (C)

 

Nevndarlimir

Heidi Lava Elgeirsdóttir (E)
Bergur Robert Dam Jensen (C)
Birgir Nielsen (A)
Kári Johansen (K)

Havnanevndin

Havnanevndin hevur fimm limir og fyrisitur hesi málsøki:

  • Tórshavnar havn
  • Smábátahavnir
  • Vinnuvirksemið og vinnubygningar á havnaøkinum
  • Fiskivinnu
  • Oljuvinnu
  • Cruise/ferðamannaskip

 

Formaður

Heðin Mortensen (C)


Fastir limir

Anja Weyhe (E)
Guttormur í Skála (I)
Kári Johansen (K)
Birgir Nielsen (A)

Vinnunevndin

Nevndin fyrisitur hesi málsøki:

  • Vinnuvirksemi og vinnubygningar, tó ikki á havnaøkinum
  • Vinnupolitikkur og vinnumál
  • Ferðavinna/cruisevinna
  • Handils- og tænastuvinnu
  • Vinnunýskipan
  • Vinnustrategi
  • Hýruvognsloyvi
  • Hugskotið
  • Stuðulsjáttanir á ferðavinnuøkinum

 

Formaður

Heðin Mortensen (C)

 

Nevndarlimir

Anja Weyhe (E)
Bergur Robert Dam Jensen (C)
Høgni Vilhelmsen (A)
Tróndur Sigurðsson (K)