Fíggjarætlan
Á hesi síðuni finnur tú fíggjarætlanirnar í Tórshavnar kommunu frá 2004 til 2025. Samtykta fíggjarætlanin er karmurin um so at siga alt virksemi í kommununi. Tað vil eisini siga, at fíggjarætlanin vísir eitt yvirlit yvir, hvat Tórshavnar kommuna brúkar skattakrónurnar til.
Uppskotið til fíggjarætlan verður lagt fyri býráðið í seinasta lagi 1. oktober. Endaliga fíggjarætlanaruppskotið skal verða endaliga samtykt í seinasta lagi 1. desember.
Fíggjarætlanin 2025 vísir grundarlagið fyri virkseminum í fíggjarárinum. Ætlanin er bygd upp við støði í almennu ásetingunum og krøvunum til, hvussu kommunur seta upp fíggjarætlan og roknskap. Hendan skipanin varð sett í gildi í 2010 og er í høvuðsheitum sama skipan, sum landið nýtur.
Fíggjarætlanin varð samtykt á býráðsfundinum 28. november 2024.
Fíggjarætlanin 2024 vísir grundarlagið fyri virkseminum í fíggjarárinum, sum byrjaði eftir ársskiftið 2022-23. Fíggjarætlanin varð samtykt á býráðsfundinum 23. november 2023.