Eldraráðið

Tórsgøta 21
100 Tórshavn
eldrarad@torshavn.fo

Forkvinna Katrin Holm
Tel. 28 14 81
katrinholm@outlook.com

Eldraráðið í Tórshavn

Eldraráðið er eitt fólkavalt ráð hjá kommununi við fimm nevndarlimum og fimm tiltakslimum. Val til eldraráðið er fjórða hvørt ár í fyrstu vikuni í oktober.

Uppgávan hjá ráðnum er at ráðgeva býráðnum í eldrapolitiskum málum. Endamálið er at tryggja, at tey eldru verða hoyrd í viðurskiftum, sum viðkoma teimum, og at gagnnýta royndirnar og vitanina hjá teimum eldri mest møguligt. Ráðið skal eisini virka fyri, at tey eldru verða kunnað um broytingar og nýskapanir á eldraøkinum.

Eldraráðið kann av sínum eintingum siga býráðnum sína hugsan um eitthvørt evni av almennum áhuga fyri tey eldru. Eldraráðið kann koma við uppskotum og seta spurningar og er sostatt til fyri at byggja brúgv millum borgararnar og politisku skipanina.

Ráðið hevur skrivstovu í Tilhaldinum og hevur vanliga nevndarfund 1-2 ferðir um mánaðin. Eldraráðið hevur eisini fundir við Heilsu- og umsorganarfyrisitingina og borgarstjóran hvønn ársfjórðing.



Eldraráðið
Limir í Eldraráðnum 2021-2024

Katrin Holm
Forkvinna
Tel. 28 14 81
katrinholm@outlook.com

Robert Vilhelmsen
Næstformaður
Tel. 24 41 85 
christianrobertvilhelmsen@gmail.com

Julianna Klett
Kassameistari
Tel. 21 17 80
julianna@klett.fo 

 

Petur Rouch
Skrivari
Tel. 22 41 71
alpetrou@hotmail.com

 

Marin Rasmussen
Nevndarlimur
Tel. 21 87 57
marinrasmussen@gmail.com

 

Ingigerð á Trøðni
Tiltakslimur
Tel. 21 34 10
ingigerd@me.com 

 

Birgit Hansen
Tiltakslimur
Tel. 21 52 62
birha@olivant.fo

 

Eyrith G. Leyni
Tiltakslimur
Tel. 51 37 84
eyrith@kallnet.fo

 

Ingrid S. Henriksen
Tiltakslimur
Tel. 22 80 79
in-tr@kallnet.fo 

Samband

Ynskir at fáa samband við Eldraráðið, kanst tú senda okkum ein teldupost til eldrarad@torshavn.fo.

Fundir og fundarfrásagnir
Fundir og fundarfrásagnir 2024

Fundarfrásøgn frá nevndarfundinum
Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum tann 8. mai 2024. Á skránni var fundur við umsitingina um talgilt eldraráðsval og við spyr.fo um spurnarkanning. 

Frásøgn frá nevndarfundinum 11. apríl 2024
Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum 11. apríl 2024. Á skránni var fundur við Eldranevndina í TK um bústaðarviðurskiftir hjá aldrandi borgarum og fyrireiking av Eldradegnum 2024. 

Frásøgn frá nevndarfundinum 8. mars 2024 

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum 8. mars 2024. Á skránni var Eldraheimið í Hoyvík, ásetan av fundi við eldranevndina í TK, venjingarprogram við fimleiki hjá KVF og fyrilestur um heimahjálp.  

Frásøgn frá nevndarfundinum 1. februar 2024

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum 1. februar 2024. Á skránni var eldrabústaðir, Eldradagur 2024, fundur við Heilsu- og eldranevndina og innbjóðing frá Eldraráðnum í Klaksvík. 

Frásøgn frá nevndarfundinum 4. januar 2024

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum 4. januar 2024. Á skránni var samanumtøka av ár 2023. 

 

Fundir og fundarfrásagnir 2023

Frásøgn frá nevndarfundinum 2. oktober 2023

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum tann 2. oktober 2023. Á skránni var Eldradagurin 2023.

Frásøgn frá nevndarfundunum 11. september, 21. september og 25 september 2023

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundunum í Eldraráðnum tann 11. september, 21. september og 25. september 2023. Á skránni á øllum trimum fundum var Eldradagurin 2023.

Frásøgn frá nevndarfundinum 17. august 2023

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum tann 17. august 2023. Á skránni var Eldradagurin 2023 og ársfundur hjá Landsfelag Pensjónista.

Frásøgn frá nevndarfundinum 6. juli 2023

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum tann 6. juli 2023. Á skránni var fyrireiking til Eldradagin 2023 og ársfundur hjá Landsfelag Pensjónista.

Frásøgn frá nevndarfundinum 13. juni 2023

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum tann 13. juni 2023. Á skránni var fyrireiking til fund við borgarstjóran og Eldradagur 2023, sum Landsfelag Pensjónista skipar fyri.

Frásøgn frá nevndarfundinum 25. mai 2023

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum tann 25. mai 2023. 
Á skránni var fundur við borgarstjóran 13. juni 2023 og fyrireiking til Eldradagin 2023.

Frásøgn frá nevndarfundinum 14. apríl 2023

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum tann 14. apríl 2023. 
Á skránni var skipan av nýggjum í Eldraráðnum og fyrireiking til Eldradagin 2023.

Frásøgn frá nevndarfundinum 2. mars 2023

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum tann 2. mars 2023. 
Á skránni var innkallan av eykalimum og skipan av Eldraráðnum.

Frásøgn frá nevndarfundinum 2. februar 2023

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum tann 2. februar 2023. 
Á skránni var eftirmeting av fundinum við Roðan og viðmerkingar til viðtøkurnar.

Fundir og fundarfrásagnir 2022

Frásøgn frá nevndarfundinum 8. desember 2022

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum tann 8. desember 2022. Á skránni var fyrireiking av skrá til fund við borgarstjóran 12. desember og tiltøk í Tilhaldinum í 2023.

Frásøgn frá nevndarfundinum 10. november 2022

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum tann 10. november 2022. Á skránni var gjøgnumgongd av fundarfrágreiðing frá fundi við borgarstjóran tann 25. oktober 2022 og komandi fundur við borgarstjóran 12. desember 2022.

Frásøgn frá nevndarfundinum 25. oktober 2022

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum tann 25. oktober 2022. Á skránni var komandi fundur við borgarstjóran.

Frásøgn frá nevndarfundinum 6. oktober 2022

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum tann 6. oktober 2022. Á skránni var Eldradagurin 2022.

Frásøgn frá nevndarfundinum 22. september 2022

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum tann 22. september 2022. Á skránni var Eldradagurin 2022.

Frásøgn frá nevndarfundunum 25. august, 1. september og 8. september 2022

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundunum í Eldraráðnum tann 25. august 2022, 1. september 2022 og 8. september 2022. Á skránni á øllum trimum fundum var Eldradagurin 2022.

Frásøgn frá nevndarfundinum 7. juli 2022

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum tann 7. juli 2022. Á skránni var góðkenning av rokning frá Landsfelag Pensjónista fyri Ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum og samanumtøka av avgerðum viðvíkjandi Eldradagin í oktober 2022.

Frásøgn frá nevndarfundinum 7. apríl 2022

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum tann 7. apríl 2022. Á skránni var tiltøk í Tilhaldinum og Eldradagurin 2022.

Frásøgn frá nevndarfundinum 17. mars 2022

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum tann 17. mars 2022. Á skránni var eftirmeting av Ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum og fyrireiking til fund við borgarstjóran.

Frásøgn frá nevndarfundinum 10. mars 2022

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum tann 10. mars 2022. Á skránni var fyrireiking til Ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum, sum Eldraráðið skipar fyri saman við Landsfelag pensjónista.

Frásøgn frá nevndarfundinum 11. januar 2022

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fyrsta fundinum í Eldraráðnum í 2022. Á skránni var fundur við Landsfelag pensjónista um ráðstevnu ið verður í Norðurlandahúsinum.

Fundir og fundarfrásagnir 2021

Frásøgn frá nevndarfundinum 2. desember 2021

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum 2. desember 2021. Á skránni var fundur við Landsfelag pensjónista viðv. at mynda skránna til ráðstevnu í Norðurlandahúsinum.

Frásøgn frá nevndarfundinum 9. september 2021

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum 9. september 2021. Á skránni var m.a. luttøka á ráðstevnu hjá Alzheimersfelagnum og eldrakvøld í tilhaldinum.

Frásøgn frá nevndarfundinum 19. august 2021

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum 19. august 2021. Á skránni var m.a. fyrireikan av tiltakið hjá Eldraráðnum og umrøða av felags fundi við hini eldraráðini kring landið.

Frásøgn frá nevndarfundinum 17. juni 2021

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum 17. juni 2021. Á skránni var m.a. fundurin við umboð fyri Vágs kommunu og Eldraráðið í Vági.

Frásøgn frá nevndarfundinum 20. mai 2021

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum 20. mai 2021. Á skránni var m.a. bræv frá eldraráðnum úr eldrasamstarvinum Roðin, og fyrireiking til fund við borgarstjóran.

Frásøgn frá nevndarfundinum 6. mai 2021

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum 6. mai 2021. Á skránni var m.a. evni til fund við borgarstjóran, kunningartúrur til Vágs um lutaíbúðir og fyrsta kvøldsetanin hjá Eldraráðnum í Tilhaldinum.

Frásøgn frá nevndarfundinum 22. apríl 2021

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum 22. apríl 2021. Á skránni var m.a. evni til fund við borgarstjóran og kunningartúrur til Vágs um lutaíbúðir.

Frásøgn frá nevndarfundinum 8. apríl 2021

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum 8. apríl 2021. Á skránni var m.a. umrøða av ógegnismáli og fyrireiking av tiltøkum hjá Eldraráðnum í heyst.

Frásøgn frá nevndarfundinum 18. mars 2021

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum 18. mars 2021. Á skránni var m.a. skriv til Tórshavnar kommunu um lyftu til Tilhaldið.

Frásøgn frá nevndarfundinum 4. mars 2021

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum 4. mars 2021. Á skránni var kunning um Eldraráðið og mannagongdir í arbeiðinum, kunning frá varalimum um teirra hjartamál og kunning um fundin við Tilhaldið.

Frásøgn frá nevndarfundinum 4. februar 2021

Her sært tú fundarfrágreiðingina frá fundinum í Eldraráðnum 4. februar 2021. Á skránni var viðtal við umboð frá umsitingini av heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, myndatøka og fyrireiking til fund við leiðsluna fyri Tilhaldið.

Frásøgn frá nevndarfundinum 22. januar 2021

Fyrsti fundurin hjá nýggja Eldraráðnum varð hildin tann 22. januar 2021. Á skránni var fyrireiking til fund við borgarstjóran og eldranevndina í Tórshavnar býráð. Eisini vórðu hjartamálini hjá Eldraráðnum ásett.

Soleiðis arbeiðir Eldraráðið
Hvørjar uppgávur hevur Eldraráðið?

Uppgávurnar hjá ráðnum eru útgreinaðar í viðtøkunum og eru eitt nú at ráðgeva býráðnum í eldrapolitiskum spurningum og at fáa í lag samskifti millum eldru borgararnar og kommununa.

Fokusøki 2019

Í 2019 hevði Eldraráðið serligt fokus á bústaðarneyðina í Tórshavnar kommunu og tók eisini stig til eina kanning av bústaðarviðurskiftunum. Gallup kanningin vísti, at húsaviðurskiftini hjá eldri borgarum fara at skapa ein alsamt vaksandi tørv á íbúðum, tað verið seg eigara-, leigu- og lutaíbúðir. Kanningina kanst tú lesa her:

Bústaðarviðurskifti - kanning Gallup Føroyar oktober 2019

Fokusøki 2020

Í ár setir Eldraráðið fokus á eina grønari kommunu.

Umframt at hava eitt tema hvørt ár, sum vit serliga varpa ljós á, arbeiða vit við øðrum evnum. Vit arbeiða millum annað við evnum sum:

  • rørsla
  • einsemi
  • tøkni
  • virðir og virðing
  • sálarliga heilsu og trivnað
Hvussu arbeiðir Eldraráðið?

Eldraráðið hevur regluligar innanhýsis fundir við kommununa og hevur eisini samskifti við Bústaðir, Tilhaldið, Landsfelag Pensjónista, onnur eldrafeløg og við eldri borgarar, sum venda sær til Eldraráðið.

Ráðið fylgir væl við í tí, sum er uppi í tíðini í almenna rúminum og er virkið og vakið í tí, sum fer fram í Tórshavnar kommunu.

Eldraráðið er við í dómsnevndini, sum á hvørjum árið velur Ársins Átak í Heilsu- og umsorganartænastuni. Eisini er ráðið umboðað í listarbólkinum til prýðing av nýggja umlættingar- og rehabiliteringsdeplinum URD og verður leypandi kunnað um verkætlanir, sum viðkoma eldri borgarum.

Hvørjar spurningar kann ráðið taka upp?

Eldraráðið viðger allar spurningar, sum hava týdning fyri borgarar, sum eru 60 ár og eldri. Tað er til dømis spurningar um:

  • bústaðarviðurskifti
  • innrætting av býarrúminum við atliti at eldri borgarum
  • ferðsluviðurskifti
  • heilsumál
  • mentan
  • rørsla
Viðtøkur – karmarnir fyri arbeiðið hjá Eldraráðnum

Galdandi viðtøkurnar fyri Eldráðið vórðu samtyktar á býráðsfundi 15. desember 2016. Broytingar í viðtøkunum vórðu samtyktir á býráðsfundi 17. desember 2020.

Viðtøkurnar eru soljóðandi:

Viðtøkur fyri Eldraráðið


§
1 Endamál

Eldraráðið er ráðgevi hjá Býráðnum og fær í lag samskifti millum eldru borgararnar og kommununa.

Stk. 2

Eldraráðið verður kunnað um tiltøk, sum hava týdning fyri tey eldru og eigur at samstarva við Býráðið fyri at tryggja, at Býráðið hevur atlit at ynskjum og tørvum teirra eldru.

Stk. 3

Eldraráðið skal koma við hugskotum og virka fyri, at vitan og royndir hjá teimum eldru verða virðismett og gagnnýtt.

§2 Heimild

Eldraráðið veitir Býráðnum ráð í eldrapolitiskum spurningum og virkar sum ein samskiftisstovnur millum borgarar og Býráðið í sambandi við at leggja eldrapolitikkin til rættis.

Stk. 2

Býráðið eigur at spyrja Eldraráðið um tað, sum viðkemur teimum eldru.

Stk. 3

Einstøku býráðsnevndirnar samskifta við Eldraráðið í málum, sum hava við teirra málsøki at gera.

Stk. 4

Eldraráðið kann av sínum eintingum siga Býráðnum sína hugsan um eitthvørt evni av almennum áhuga fyri tey eldru, koma við hugskotum og uppskotum og seta spurningar.

§3 Starvsháttur Eldraráðsins

Eldraráðið skal kunna seg um ynskir og tørv teirra eldru og um viðurskifti hjá kommununum á eldraøkinum.

Stk. 2

Eldraráðið skal virka fyri áhaldandi kunning til tey eldru um broytingar og nýskapan á eldraøkinum.

Stk. 3

Eldraráðið skal halda fast um og útbyggja samskiftið við Býráðið gjøgnum framhaldandi meting av tiltøkum á eldraøkinum. Harvið menna og tillaga tey samsvarandi samfelagsmenningini.

Stk. 4

Eldraráðið eigur at hoyra tær staðbundnu nevndirnar (Kollafjarðarnevndina, Nólsoyarnevndina og aðrar) í málum á eldraøkinum.

 

§4 Eldraráðsins samanseting

Valdir verða fimm limir og fimm varalimir til Eldraráðið.

Stk. 2

Varalimir kunnu eftir áheitan møta á fundunum hjá Eldraráðnum, men hava ikki atkvøðurætt.

Stk. 3

Valskeiðið er fýra ár.

Stk. 4

Limur í Eldraráðnum kann frítakast fyri limaskap eftir áheitan. Eldraráðið tekur avgerð um, hvørt limur verður frítikin.

Stk. 5

Um ein limur í valskeiðnum missir valbæri, doyr ella verður frítikin sambært § 4, stk. 4, kemur varalimur inn í teirri raðfylgju, limirnir eru valdir.

Stk. 6

Er eingin varalimur á varalistanum at seta í staðin, verður eykaval í samráð við Tórshavnar kommunu.

 

§5 Val til Eldraráðið

Val til Eldraráðið er fjórða hvørt ár og er fyrstu vikuna í oktober.

Stk. 2

Valbæri og atkvøðurætt hava allir borgarar í kommununi, sum valdagin hava fylt 60 ár.

Stk. 3

Valevni, sum ynskja at stilla upp, geva skriftlig boð um hetta í seinasta lagi fýra vikur, áðrenn valið verður hildið. Saman við valevnisfráboðanini eigur at fylgja undirskrift hjá minst fimm stillarum, sum lúka treytirnar fyri valrætti til Eldraráðið. Eingin kann vera stillari fyri meira enn einum valevni.

Stk. 4

Bara valevni, sum rættstundis hava boðað frá og sum rættstundis hava sent inn stillaralista, kunnu verða uppstillað.

Stk. 5

Valið skal fara fram við brævatkvøðu.

Stk. 6

Býráðið ásetur nærri reglur um valið, herundir um freistir, vallistar, atkvøðugreiðsluna, kunngerð og uppgerð av valinum, klagur um valið og annað.

§6 Stovnan og arbeiðsháttur

Eldraráðið skipar seg við formanni, næstformanni, kassameistara og skrivara á fyrsta fundi eftir valið.

Stk. 2

Eldraráðið ásetur sjálvt sína fundarskrá, hvussu ofta fundir skulu verða, reglur fyri dagsskrá, fundarinnkalling og ráðsins arbeiðshátt.

Stk. 3

Dagsskrá og fundarfrásøgn skal sendast til Býráðið. Fundarfrásøgnin er almenn við virðing fyri tagnarskylduni.

Stk. 4

Til limirnar í Eldraráðnum verður veitt mánaðarlig samsýning svarandi til tað til eina og hvørja tíð galdandi gjald fyri fund undir 3 tímar. Limirnir kunnu fáa endurgjald fyri skjalprógvaðar útreiðslur til ferðing til og frá fundum í Eldraráðnum.

Stk. 5

Býráðið ásetur eina upphædd á fíggjarætlanini fyri Eldraráðsins virksemi.

Stk. 6.

Kommunan veitir skrivstovuhøli, fundarhøli og skrivarahjálp til Eldraráðið.

§7 Gildiskoma ella íverksetan

Viðtøkurnar koma í gildi, tá tær eru samtyktar í Býráðnum.

§8 Broytingar í viðtøkunum

Eldraráðið, ella ein meiriluti, kann koma við uppskoti til Býráðið um broytingar í viðtøkunum.

Stk. 2

Býráðið kann koma við uppskoti til broytingar í viðtøkunum.

Stk. 3

Broytingar í viðtøkunum koma í gildi, tá tær eru samtyktar í Býráðnum.

§9 Um at taka Eldraráðið av

Býráðið kann altíð gera av, at Eldraráðið verður tikið av. Áðrenn tílíka avgerð verður málið í góðari tíð frammanundan lagt fyri Eldraráðið til ummælis.

Stk.2

Verður Eldraráðið tikið av, fella allar møguligar ognir og annað til Tórshavnar kommunu.

Um eldraráðsval
Nær er eldraráðsval?

Val til eldraráðið verður hildið fjórða hvørt ár. Valskeiðið gongur frá 1. januar eftir valið.

Hvør kann stilla upp?

Fyri at kunna stilla upp, skalt tú sjálvan valdagin vera 60 ár ella eldri og vera búsitandi í Tórshavnar kommunu.

Hvussu beri eg meg at, um eg vil stilla upp?

Ynskir tú at stilla upp, skalt tú fylla út eina valevnisfráboðan. So skjótt sum valdagurin er lýstur, fæst hetta skjalið í Snarskivuni og her á síðuni. Saman við fráboðanini skulu undirskriftir frá fimm stillarum fylgja við, sum somuleiðis mugu lúka treytirnar fyri valrætti til Eldraráðið. Eingin kann vera stillari fyri meira enn eitt valevni.

Hvussu velji eg?

Valið fer fram við brævatkvøðu. Allir borgarar í Tórshavnar kommunu, ið eru fyltir 60 ár á valdegnum, hava atkvøðurætt til eldraráðsvalið.

Tá valdagurin er lýstur, verður ein vallisti gjørdur yvir veljarar, sum lúka treytirnar fyri valrætt. Ein atkvøðuseðil verður síðan sendur øllum borgarum, ið standa á vallistanum. Atkvøðuseðlar eru eisini at fáa í Snarskivuni.

Á valinum verða 5 limir og 5 varalimir valdir.

Tiltøk
Eldradagurin 2022

Eldradagurin 2022 varð hildin í Ebenezer tann 7. oktober 2022.

Evnið hetta árið var ein grønari kommuna. Skránna sært tú her:

Skrá fyri Eldradagin 2022

Eldradagurin 2020

Hvørt ár í oktober skipar Eldraráðið fyri einum eldradegi saman við Tórshavnar kommunu. Skráin fyri eldradagin fevnir um evni, ið eru viðkomandi fyri eldru borgararnar í kommununi.

Vegna forfall var eldradagurin avlýstur, sum skuldi verða 16. oktober í ár. Dagurin skuldi eftir ætlan verða í Norðurlandahúsinum. Eldraráðið harmast um, at tey vórðu noydd at avlýsa dagin.

Eldradagurin 2019

Eldradagurin 2019 varð hildin í Ebenezer tann 4. oktober 2019.

Evnini hetta árið vóru Virkin og Vakin og Bústaðartørvur og bústaðarynski hjá borgarum, ið eru 60 ár og eldri. Vilt tú vita, hvat var á skránni á eldradegnum 2019, kanst tú lesa skránna her:

Skráin fyri Eldradagin 2019

Eldradagurin 2018

Eldradagurin 2018 varð hildin í Ebenezer 5. Oktober 2018.

Evnini hetta árið vóru Bústaðarviðurskifti teirra eldru og Sálarlig heilsa og trivnaður. Skránna sært tú her:

Skráin fyri Eldradagin 2018

Eldradagurin 2017

Eldradagurin 2017 varð hildin í Ebenezer 29. september 2017.

Evnini hetta árið vóru Teldan, Eldri og Virðing. Skránna sært tú her:

Skráin fyri Eldradagin 2017

Eldraráðið er eitt fólkavalt ráð, sum er sett við heimild í § 6 í Lógini um heimatænastu og eldrarøkt. Lógina finnur tú her:

Lóg um heimatænastu og eldrarøkt og annað (logir.fo)