Navnabroyting í sambandi við hjúnaband ella hjúnaskilnað

Ynskja tit at broyta navn í sambandi við eina borgarliga vígslu, kunnu tit frámerkja á hjúnalagsváttanini, um annar ella báðir makar ynskja at broyta millumnavn ella eftirnavn.

Tit hava tó eisini møguliga fyri at gera navnabroyting eftir vígsluna, tá kommunan er vígslumyndugleikin. Ynskja tit at broyta navn eftir vígsluna ella eftir hjúnaskilnað, skulu tit fylla út fráboðanarskjalið niðanfyri og senda tað til torshavn@torshavn.fo.

Myndugleikarnir fáa sjálvvirkandi boð um tykkara navnabroyting umvegis fólkayvirlitið.

Eru tit gift í kirkju, skulu tit venda tykkum til prestin í viðkomandi kirkju um navnabroytingina.

Fráboðan um navnabroyting eftir vígslu

Kirkjur í Streymoy (folkakirkjan.fo)



Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15