Søk um TK-tal
Skalt tú bóka tínum barni dagstovnspláss ella skriva barnið inn í skúla ella frítíðarskúla í Tórshavnar kommunu, skal títt barn hava eitt p-tal.
Hevur títt barn ikki eitt p-tal, kanst tú útvega barninum eitt sonevnt TK-tal, sum tú kanst brúka til at bóka pláss við.
Hevur tú Samleikan, søkir tú á Vanganum. Tá tú hevur søkt fært tú eina kvittan í MínBoks.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tá tú søkir umvegis Vangan kanst tú kunna teg um journalnummar og støðuna á málinum á veitarasíðuni.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsóknarskjalið niðanfyri og senda umsóknina til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja "Umsókn um TK-tal" í evnisteigin.