Hvør býr hvar?

Ynskir tú at fáa upplýsingar úr fólkayvirlitinum um ein ávísan persón, so sum navn og bústað, kanst tú gera tað við at seta Snarskivuni ein fyrispurning.

Sum eigari, leigari ella umsitari av einum bústaði, kanst tú fáa upplýst nøvnini á teimum persónum, sum eru skrásettir á bústaðnum. Hetta gert tú við at seta Snarskivuni ein leigarafyrispurning.

Tað er ókeypis at seta hesar fyrispurningar.



Um tær tørvar at kenna bústaðin hjá einum borgara
Set fyrispurning

Tørvar tær upplýsing um verandi bústaðin hjá einum borgara, kanst tú seta Snarskivuni í Tórshavnar kommunu ein bústaðarfyrispurning. Ring á tel. 30 20 10 ella send teldubræv til torshavn@torshavn.fo.

Treytir fyri at fáa upplýst bústaðin hjá einum persóni

Fyri at fáa upplýsingar um ein persón, skalt tú annaðhvørt kenna navnið og føðingardagin, navnið og bústaðin ella navnið og p-talið hjá viðkomandi.

Ein treyt fyri at fáa hesar upplýsingar er, at upplýsingarnar ikki eru vardar.

Um tær tørvar at kenna navnið á tínum leigara
Set fyrispurning um leigara

Eigur tú ein bústað, sum tú ikki sjálv ert skrásett á, ella leigar ella umsitur tú ein bústað, kanst tú fáa kunning um nøvnini á teimum persónum, sum eru skrásettir á bústaðnum.

Fyri at fáa hesar upplýsingar, skalt tú møta upp í Snarskivuni og hava skjalprógv fyri, at tú eigur, leigar ella umsitur bústaðin.

Tú kanst kunna teg nærri í lógini um fólkayvirlit, sum neyvt ásetir treytirnar fyri, hvørji privat og almenn kunnu fáa upplýsingar úr fólkayvirlitinum og undir hvørjum umstøðum.

Lógin um fólkayvirlit (logir.fo)

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15