Eg vil flyta til Føroyar úr útlondum

Flytur tú til Tórshavnar kommunu úr útlondum, skalt tú boða fólkayvirlitinum frá flytingini.

Hetta gert tú við at møta á Snarskivuni í Tórshavnar kommunu. Hav samleikaprógv við.

Tú skalt boða frá flytingini í seinasta lagi fimm dagar eftir, at tú hevur flutt bústað ella hevur fingið uppihaldsloyvi.



Soleiðis boðar tú frá flyting úr útlondum
Hesi skjøl skalt tú hava við

PASS OG MØGULIGT UPPIHALDSLOYVI

Fyri at avgreiða flytingina, skalt tú hava avrit av passi og møguligum uppihaldsloyvi við, tá tú møtir upp á Snarskivuni.

Um tú flytur við barni undir 18 ár, sum ikki er skrásett í Føroyum

Flytur tú til Tórshavnar kommunu við barni undir 18 ár, sum ikki hevur verið skrásett í Føroyum fyrr, skalt tú hava avrit við av føði- ella dópsbrævinum og passinum hjá barninum.

Reglur um flyting til Føroya
Fyri norðurlendskar ríkisborgarar

Ert tú norðurlendskur ríkisborgari, og skalt tú búgva í Føroyum í meir enn tríggjar mánaðir, kanst tú skrásetast í føroyska fólkayvirlitinum og fáa føroyskt p-tal.

Tú skalt fráboða flytingina við at møta á Snarskivuni. Hav pass við.

Minst til, at tú skalt boða frá flytingini í seinasta lagi fimm dagar eftir, at tú hevur flutt bústað.

Fyri aðrar útlendingar

Ert tú ikki danskur ella norðurlendskur ríkisborgari og flytur til Tórshavnar kommunu úr einum landi uttanfyri Norðurlond, kanst tú skrásetast í føroyska fólkayvirlitinum og fáa føroyskt p-tal.

Tú skalt fráboða flytingina við at møta á Snarskivuni. Hav pass og uppihaldsloyvi við.

Tú kanst kunna teg nærri um uppihaldsloyvi á heimasíðuni hjá Føroya Politi. Til ber eisini at fara beinleiðis til umsóknarbløðini á heimasíðuni hjá Ny i Danmark her:

Umsóknarblað til uppihaldsloyvi (nyidanmark.dk)

Vel “Færøerne og Grønland” og síðani rætta oyðublaðið á listanum.

Hevur tú tørv á vegleiðing í sambandi við umsókn um uppihaldsloyvi, kanst tú venda tær til Útlendingastovuna.

Minst til, at tú skalt boða frá flytingini við at møta á Snarskivuni í seinasta lagi fimm dagar eftir, at tú hevur fingið uppihaldsloyvi.

Uppihaldsloyvi fyri útlendingar (Politi.fo)

Útlendingastovan (verður umsitið av Útlendingastovuni)

Tú kanst fáa hjálp til uppihaldsloyvi og flyting

Tørvar tær hjálp til at søkja um uppihaldsloyvi, kanst tú venda tær til Útlendingastovuna, sum kann hjálpa tær við at fylla út røttu skjølini.

ÚTLENDINGASTOVAN

Sigmundargøta 13
110 Tórshavn

info@útlendingastovan.fo

Tel. 35 79 79

Útlendingastovan.fo

Tørvar tær hjálp til at avgreiða flytingina, kanst tú venda tær til Snarskivuna í Tórshavnar kommunu á tel. 30 20 10.

Um familjuviðurskiftini eru broytt, meðan tú hevur verið burturstødd

Ert tú gift ella hevur fingið børn, meðan tú hevur búð uttan fyri Føroyar, skalt tú hava vígslubræv og føði- ella navnabræv hjá børnunum við, tá tú boðar frá flyting til Tórshavnar kommunu.

REGLUR FYRI FAMILJUSAMEINING, UPPIHALDSLOYVI V.M.

Á heimasíðuni hjá Útlendingastovuni kanst tú kunna teg nærri um reglurnar fyri uppihaldsloyvi, arbeiðsloyvi, innfararloyvi, familjusameining v.m.

Útlendingastovan (verður umsitið av Útlendingastovuni)


MÁLSKEIÐ Í FØROYSKUM FYRI TILFLYTARAR

Á Tórshavnar kvøldskúla ber til at taka skeið í føroyskum fyri tilflytarar á ymiskum stigum. Vitja heimasíðuna hjá Kvøldskúlanum fyri at kunna teg nærri.

Føroyskt fyri tilflytarar á Tórshavnar kvøldskúla (verður umsitið av kvøldskúlanum)

SKATTAVIÐURSKIFTI FYRI TILFLYTARAR

Annaðhvørt tú ert útiseti og flytir heim aftur til Føroya, ella útlendingur, ið flytir til Føroya fyri fyrstu ferð, eru nøkur skattaviðurskifti, tú skalt hava í huga.

Tú kanst kunna teg nærri um skattareglurnar á heimasíðuni hjá TAKS.

Tá tú sum útiseti flytir heim aftur til Føroya (taks.fo)

Fyri útlendingar, ið koma til Føroya at arbeiða (taks.fo)

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15