Túrar og ítriv í náttúruni

Brúka náttúruna. Í Tórshavnar kommunu hevur tú fleiri ymiskar møguleikar fyri upplivingum og ítrivum. Kommunan hevur seinastu árini ment lendisgøturnar, sum geva tær atgongd til vakrar og fjølbroyttar náttúruupplivingar.

Niðanfyri sært tú uppskot til gongutúrar. 



Túrar í náttúruni
Av Argjahamri niðan á Kongavarða - 3,5 km

Túrurin niðan á Kongavarða er ein stuttur og lættur túrur við sera vøkrum útsýni – serliga yvir Havnina, Havnardal, Nólsoynna, Skálafjørðin og fjøllini norðanfyri.

Túrurin tekur umleið ein tíma og byrjar við Skúlan á Argjahamri. Les meira um túrin her: 

Argjahamar - Kongavarði (verður umsitið av Visit Faroe Islands)

Gongutúrur í Havnini - 9 km

Ein gongutúrur eftir friðsælum gongugøtum úr Steinatúni til Ketturðina, har vakurt útsýni er yvir allan býin.

Túrurin byrjar við Visit Tórshavn í Steinatúni og tekur umleið tveir tímar at ganga. Les meira um túrin her:

Túrur kring Havnina (verður umsitið av Visit Faroe Islands)

Náttúrutúrur kring Havnina - 14 km

Fjølbroyttur, friðsælur og vakur túrur við góðum útsýni, niðan á Varða, Kleynsvarða og út í Havnardal og framvið forvitnisligum bygningum í Havnini.

Túrurin byrjar við Visit Tórshavn í Steinatúni. Les meira um túrin her:

Náttúrutúrur kring Havnina (verður umsitið av Visit Faroe Islands)

Norðradali til Tórshavn - 9,5 km

(verður umsitið av Visit Faroe Islands)

Signabø til Kaldbaks - 7,8 km

(verður umsitið av Visit Faroe Islands)

Tórshavn til Syðradals - 5,5 km

(verður umsitið av Visit Faroe Islands)

Sundshálsur til Syðradals - 5,5 km

(verður umsitið av Visit Faroe Islands)

Tórshavn til Kirkjubøar - 5,5 km

(verður umsitið av Visit Faroe Islands)

 

Skeiðsskarð til Norðradals (fyri Vestan) - 6,3 km

(verður umsitið av Visit Faroe Islands)

Nólsoy út á Borðuna - 6 km

(verður umsitið av Visit Faroe Islands)

Leynar til Kollafjarðar - 4,9 km

(verður umsitið av Visit Faroe Islands)