Bátapláss, sigling og sjósvimjing
Við firðum, vøtnum, áum, ósum og bátahyljum hevur Tórshavnar kommuna nógv at bjóða teimum, sum dáma at sigla, svimja á sjónum ella dyppa. Vit kanna vatngóðskuna í juni, juli og august á teimum plássunum í kommununi, har fólk svimja og dyppa.
Vilt tú hava pláss til bátin hjá tær, skalt tú venda tær til Tórshavnar Havn, sum umsitur bátaplássini í kommununi:
TÓRSHAVNAR HAVN
Eystara Bryggja 34
100 Tórshavn
Heimasíðan hjá Tórshavnar Havn (portoftorshavn.com)
Prísir fyri bátapláss
Tað eru 16 ymiskir prísbólkar fyri bátapláss. Tú sært prísirnar undir »árligt gjald fyri bátalegu í Tórshavnar kommunu« á síðuni hjá Tórshavnar Havn, sum tú finnur leinki til niðanfyri.
Umleið 926 bátapláss eru í kommununi.
Tórshavnar kommuna leigar út bátapláss í hesum økjum:
- Kongabrúnni, Vágsbotni og Skálatrøð 345 pláss
- Argjum 190 pláss
- Kaldbak og Kaldbaksbotni 23 pláss
- Nólsoy 23 pláss
- Gomlurætt 19 pláss
- Kollafirði og Signabø 90 pláss
- Hesti 16 pláss
- Álakeri 220 pláss
Árligt gjald fyri bátalegu í Tórshavnar kommunu (portoftorshavn.com)
Bíðilisti til bátapláss
Søkir tú um bátapláss, noyðist tú at brynja teg við toli. Umleið 250 umsøkjarar bíða eftir bátaplássi í løtuni, og tað er ikki óvanligt at bíða eini 8 ár eftir plássi.
Fyri at sleppa á bíðilistan noyðist tú at lata 2.000 krónur í trygd fyri at standa á listanum. Tú fært peningin afturgoldnan, tá ið tú hevur fingið eitt pláss ella hevur strikað teg av listanum.
Bátapláss kunnu arvast í beinari linju. Tað vil siga, at børn kunnu taka yvir bátapláss frá foreldrunum.
Í bátahylinum í Havn skalt tú sigla við skili og lágari ferð. Vanligir bátar, kappróðrarbátar, kajakkir og líknandi skulu halda seg vestanfyri, tað er fram við landinum móti Sandagerði, soleiðis at hesir bátarnir ikki koma fyri siglingarleiðina hjá stórum skipum sum til dømis Norrøna og Smyril.
Tú kanst sigla við gummibáti, kajakk, paddingfjøl og øðrum akførum uttan motor í ósanum í Sandagerði og á ymisku vøtnunum í kommununi.
Tað er tó bannað at sigla í drekkivatnsøki, tað vil siga á Havnardalsvatni og Villingardalsvatni. Sigling er somuleiðis treytað av, at siglingin ikki er til ampa ella bága fyri vatnið, ánna ella fisking hjá øðrum.
Summa staðni er sigling eisini treytað av, at tú fært loyvi frá tí, sum eigur vatnið ella tjørnina. Minst tí til at kanna reglurnar og eigaraviðurskiftini á staðnum, áðrenn tú fært at sigla.
Vit kanna vatngóðskuna í juni, juli og august í teimum økjunum, har fólk svimja og dyppa. Vit máta tá innihaldið av skarnbakterium og sjónliga dálking í vatni og framvið sjóvarmálanum. Úrslitini verða kunngjørd niðast á hesari síðuni.
Á kortinum niðanfyri sært tú, hvussu vatngóðskan var á ymisku støðunum, seinast vit kannaðu tey. Metingargrundarlagið sært tú her:
Metingargrundarlag fyri vatngóðsku til útisvimjing
Góð ráð
Í Tórshavnar kommunu búgva fólk og kríatúr tætt upp at hvørjum øðrum, og tað kann viðhvørt elva til dálking av áum, løkum og sjógvi. Vandi er eisini fyri dálking frá kloakkyvirlopum, tá ið grovur ælingur er.
Børn og hundar eru viðkvom fyri dálkaðum vatni. Hevur tú viknaða órinsverju, eigur tú eisini at tryggja tær, at útsjóndin á vantinum er góð, áðrenn tú fert úti. Far ikki útí vatnið, tá ið:
- Vatnið er sera óklárt
- Nógv skúm er omaná vatnskorpuni
- Grøn, gul ella brún hinna er á vatnskorpuni
- Gráir træðrir ella stórt pu er í vatninum
- Nógvur ælingur hevur verið seinastu 24 tímarnar
Ein tummilsregla er, at tú skalt kunna síggja 1 metur niður í vatnið. Sært tú ikki tað, kann tað vera tekin um ov stóra mongd av algum.
Vit mæla eisini frá at svimja í tjørnum, har nógvur flogfenaður heldur til og í vatni, har seyður, neyt og ross ganga tætt við.
Gev gætur, at kommunan hevur sett forboð fyri at fara útí Havnará, tí áin er dálkað av kloakk og flogfenaði.
SANDAGERÐ
- Umstøður: 5.000 fermetrar sandur. Ósi. Baðibrúgv
- Botnviðurskifti: Sandur
- Dýpd: 0-4 metrar
- Streymviðurskifti: avmarkaður sjóvarfallsstreymur
- Annað: gev gætur, at dálking kann koma fyri í ósanum. Far ikki úti, um vatnið er sjónliga dálkað
- Sí Sandagerð á korti (foroyakort.fo)
Hoyvíkskai
- Umstøður: Baðibrúgv
- Botnviðurskifti: Blandað grót og sandur
- Dýpd: 1-15 metrar
- Streymviðurskifti: Sjóvarfalsstreymur
- Annað: Fólk kava og sigla her
- Sí Hoyvíkskai á korti (foroyakort.fo)
Sandurin í Nólsoy
- Umstøður: 800 fermetrar sandur
- Botnviðurskifti: Sandur
- Dýpd: 0-3 metrar
- Streymviðurskifti: Avmarkaður sjóvarfalsstreymur
- Sí sandin í Nólsoy á korti (foroyakort.fo)
Hylurin á Velbastað (á støðni)
- Umstøður: Tilgjørdur hylur á 400 fermetrar
- Botnviðurskifti: Grús
- Dýpd: 1,5 metrar
- Annað: Um taðað verður í erva, kann okkurt taðvatn renna í Mígandalsá
- Sí hylin á Velbastað á korti (foroyakort.fo)
Gev gætur, at kommunan hevur sett forboð fyri at fara útí Havnará, tí áin er dálkað av kloakk og flogfenaði.
Varnast tú keldur til dálking, til dømis deyð djór, kloakklekar ella annað spillvatn, vinarliga boða okkum frá við at senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo ella ring á telefon 30 20 10.
Her sært tú øll úrslitini av vatngóðskukanningunum í ár:
Vatngóðskukanningar í Tórshavnar kommunu 2024 - samlað
Niðanfyri sært tú úrslitini fyri einstøku plássini.
Vatngóðskukanningar Sandagerð og Sandá 2024
Á myndini niðanfyri sært tú, hvar vatnroyndirnar eru tiknar:
Vatngóðskukanningar Velbastað 2024
Á myndini niðanfyri sært tú, hvar vatnroyndirnar eru tiknar:
Vatngóðskukanningar Hoyvíkin 2024
Á myndini niðanfyri sært tú, hvar vatnroyndirnar eru tiknar:
Vatngóðskukanningar Nólsoy 2024
Á myndini niðanfyri sært tú, hvar vatnroyndirnar eru tiknar:
Vatngóðskukanningar Hvítanes 2024
Á myndini niðanfyri sært tú, hvar vatnroyndirnar eru tiknar:
Vatngóðskukanningar Kollafjørður 2024
Á myndini niðanfyri sært tú, hvar vatnroyndirnar eru tiknar: