Mentanarstuðul
Á hesari síðuni finnur tú stuðulsmøguleikarnar á mentanarøkinum hjá Tórshavnar kommunu.
Stuðulsmøguleikarnir eru hesir:
- Mentanarstuðul frá Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs
- Stuðul til størri listaligar verkætlanir frá Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs
- Stuðul til íløgur frá Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs
- Árligur rakstrarstuðul frá Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs
- Minnisgrunnur Sonnu av Skarði
- Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein
- Felagsgrunnurin Nuuk, Reykjavík og Tórshavn
Niðanfyri kanst tú lesa um stuðulsmøguleikarnar. Her finnur tú eisini leiðbeining til, hvussu tú søkir.
Endamálið við mentanarstuðlinum er at stuðla verkætlanum, tiltøkum og átøkum, sum ríka og menna mentanarlívið í kommununi.
Tórshavnar kommuna kann lata mentanarstuðul til verkætlanir, tiltøk og átøk, ið fevna um mentanarligt virksemi. Hetta kann til dømis vera framsýningar, framførslur, konsertir og bóka- og fløguútgávur.
Vit kunnu eisini lata stuðul til fyriskipan av ráðstevnum, seminarum og tílíkum um mentan og list. Vit kunnu eisini lata stuðul til frítíðarvirksemi sum ítrótt og skótar.
Kommunan letur ikki stuðul til verkætlanir, sum eru lidnar. Somuleiðis lata vit ikki stuðul til tiltøk og átøk, sum hava verið.
Gev gætur, at vit lata ikki stuðul til uttanlandsferðir. Listafólk, sum fara uttanlands fyri at framføra ella sýna fram, kunnu søkja Loftbrúnna um stuðul til ferðaseðlar á flognetinum hjá Atlantic Airways.
Les meira á síðuni hjá Loftbrúnni.
Gev gætur, at vit góðtaka bara tína umsókn, um tú annaðhvørt hevur søkt á Vanganum ella brúkt umsóknarskjalið.
SØK UM MENTANARSTUÐUL Á VANGANUM
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tá tú søkir umvegis Vangan kanst tú kunna teg um journalnummar og støðuna á málinum á veitarasíðuni.
Kunna teg nærri um mannagongdina fyri at søkja mentanarstuðul í leiðreglunum niðanfyri.
Umsóknin skal sendast inn í góðari tíð og vera kommununi í hendi í seinasta lagi seks vikur, áðrenn tiltakið verður. Tú kanst finna leiðreglur um stuðulin undir teiginum »Leiðreglur« niðast á hesari síðuni.
Gev gætur, at Mentamálanevndin, sum viðger umsóknirnar um mentanarstuðul, hevur vanliga ein fund um mánaðin. Á sumri er steðgur í juni, juli og august. Tí skulu umsóknir til verkætlanir og tiltøk á sumri sendast inn í serliga góðari tíð.
Mentamálanevndin viðger umsóknirnar um mentanarstuðul. Í nevndini sita Annfinn Brekkstein, formaður (B), Súna Mørk (C), næstforkvinna, Kristianna Winther Poulsen (C), Annika Olsen (A), Ruth Vang (F).
Hevur tú spurningar um mentanarstuðul, kanst tú venda tær til Sunnuvu Bæk, fulltrúa, ella Heina Gaard, mentamálaleiðara, á telefon 30 20 10.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsóknarskjalið niðanfyri og senda tað til torshavn@torshavn.fo ella lata skjalið inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn.
Sendir tú umsóknarskjalið inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um mentanarstuðul« í evnisteigin.
Endamálið við stuðlinum er at stuðla uppundir dygd og menning innan list og mentan í Tórshavnar kommunu.
Listafólk, listabólkar, felagsskapir, áhugafeløg, einstaklingar og onnur, sum skapa ella skipa fyri ikki-vinnuligum, listaligum verkætlanum kunnu søkja stuðulin.
Stuðul verður ikki latin til:
- Verkætlanir, sum hava verið ella eru byrjaðar áðrenn umsóknarfreistina
- Verkætlanir við vinnuligum endamáli, ella sum vinnulig fyritøka skipar fyri (t.d. partafelag)
- Verkætlanir, sum stovnar undir Tórshavnar kommunu skipa fyri
- Íløgur (t.e. keyp av útgerð uttan so at hetta er neyðugur partur av verkætlanini)
- Vanligan rakstur
- Uttanlandsferðir
- Afturvendandi ella fast virksemi (t.d. árligar festivalar)
Tú søkir stuðulin á Vanganum. Rita inn við tínum Samleika.
Søk stuðul til størri listaliga verkætlan á Vanganum
Fylgjandi skjøl skulu leggjast við umsóknini:
- Verkætlanarlýsing á umleið tvær A4-síður, sum lýsir:
- Hvat verkætlanin snýr seg um
- Hvør luttekur
- Hvør málbólkurin er
- Hvønn týdning verkætlanin hevur fyri Tórshavnar kommunu
- Hvønn týdning verkætlanin hevur fyri listagreinina, hon umboðar
- Fíggjarætlan, sum lýsir bæði inntøkur og útreiðslur. Fíggjarætlanin skal vera útgreinað, og tú skalt tilskila, hvørjar av inntøkunum eru ávikavist váttaðar, væntaðar ella mettar
- Fíggingarleistur (t.e. hvussu verkætlanin verður fíggjað annað enn við stuðli frá Tórshavnar kommunu)
- Tíðarætlan
Tú kanst søkja um í minsta lagi 100.000 og í mesta lagi 300.000 krónur. Stuðulin, tú søkir um, kann tó í mesta lagi vera 30 prosent av samlaðu fíggjarætlanini. Tað vil siga, at um samlaða fíggjarætlanin er 500.000 krónur, kanst tú í mesta lagi søkja um 150.000 krónur.
Verkætlanirnar verða viðgjørdar við hesum í huga:
- Heildarmeting av verkætlanini, undir hesum m.a. dygd (í breiðari merking – listalig, samfelagslig o.t.)
- Hvussu er verkætlanin við til at menna list og mentan í Tórshavnar kommunu? Tað kann til dømis vera talentmenning, nýskapan, menning av listagreinini ella øðrum
- Hvussu stuðlar verkætlanin visjónini hjá Tórshavnar kommunu: »Okkara høvuðsstaður – Virkin og Vakin«?
Umboð fyri Mentamáladeildina og mentanarstovnarnar hjá Tórshavnar kommunu gera tilmæli til Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs til støðutakan.
Umsóknarfreistin er 8. apríl 2024.
Umsøkjarar fáa svar við telduposti í seinasta lagi 31. mai 2024.
Næsta umsóknarumfar verður í 2025.
Stuðulin verður útgoldin, tá prógv fæst fyri, at verkætlanin verður framd.
Hevur tú spurningar ella ivamál, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mentamáladeildina í Tórshavnar kommunu á telefon 30 20 10.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan og Samleikan, ber til at brúka umsóknarskjalið niðanfyri. Fyll skjalið út og send tað til torshavn@torshavn.fo.
Stuðulin til íløgur er stuðul, Mentamálanevndin letur til íløgur í bygging, sum ítróttafeløg og frítíðarfelagsskapir standa fyri.
Tú kanst søkja um stuðul til nýbygging, útbygging og umbygging av felagshølum og anleggum til ítrótt og annað frítíðarvirksemi. Tú kanst eisini søkja um stuðul til útgerð.
Kommunan veitir ikki stuðul til vanligt viðlíkahald og letur heldur ikki stuðul til bygging, sum er byrjað ella liðug.
Hevur tú Samleikan, søkir tú á Vanganum. Tá tú hevur søkt fært tú eina kvittan í MínBoks.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tá tú søkir umvegis Vangan kanst tú kunna teg um journalnummar og støðuna á málinum á veitarasíðuni.
Á Vanganum fyllir tú sama umsóknarblað út sum til mentanarstuðulin. Tá tú letur tína umsókn inn, skalt tú leggja hesi skjøl við:
- Kostnaðarmeting við fíggjarætlan
- Tíðarætlan fyri byggingina
- Lýsing av byggiætlanini
Les meira um treytirnar niðanfyri.
Trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin gera tilmæli til Mentamálanevndina, sum tekur avgerð við støði í reglugerðini fyri stuðul til íløgur. Í nevndini sita Annfinn Brekkstein, formaður (B), Súna Mørk (C), næstforkvinna, Kristianna Winther Poulsen (C), Annika Olsen (A), Ruth Vang (F).
Les meira um treytirnar í reglugerðini niðanfyri.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn á heimasíðuni og senda hana til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, á Vaglinum 11, í Tórshavn.
Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um stuðul til íløgur frá mentamálanevndini« í evnisteigin.
Stuðulin er til tín, sum søkir tær útbúgving í handarbeiði. Endamálið við stuðlinum er at menna og lívga føroyskt handarbeiði og føroyska handarbeiðsmentan umframt at lata fólki, sum fáa sær handarbeiðsútbúgving í tóvirki (tekstil), fíggjarligan stuðul.
Tórshavnar kommuna stovnaði minnisgrunnin á hundrað ára føðingardegi Sonnu av Skarði 19. apríl 1976.
Á hvørjum ári kunnu 20.000 krónur latast í stuðli.
Vit hava einki umsóknarblað til stuðulin. Tú skalt sjálv skriva eina umsókn við viðkomandi upplýsingum um:
- Teg sjálva
- Tína útbúgving higartil
- Tínar framtíðarætlanir í tóvirkisútbúgving
- Verkætlanina ella útbúgvingina, sum tú søkir stuðul til
- Tíðar- og kostnaðarætlan
Umsóknin skal merkjast »Minnisgrunnur Sonnu av Skarði« og sendast til Tórshavnar kommunu. Tú kanst senda okkum umsóknina umvegis telduposti til torshavn@torshavn.fo. Tú kanst eisini senda okkum umsóknina við posti til:
Tórshavnar kommuna
Postrúm 32
FO-110 Tórshavn
Í báðum førum mást tú minnast til at merkja brævið »Minnisgrunnur Sonnu av Skarði«.
Umsóknarfreistin er hósdagin 18. juli 2024.
Kommunan letur stuðulin eina ferð um árið á vári ella á sumri. Vit lýsa í dagbløðum og her á heimasíðuni, tá vit hava opið fyri umsóknum.
Fáa vit umsóknir inn, sum lúka krøvini, hevur nevndin í grunninum fund og lutar síðan stuðulin út.
Í nevndini sita tríggir limir, sum býráðið tilnevnir. Borgarstjórin er føddur limur í nevndini. Hinir tveir limirnir verða valdir at sita fýra ár í senn. Miðað verður eftir, at teir hava áhuga og skil fyri handarbeiði. Tað er ikki krav, at nevndarlimirnir eru býráðslimir.
Í núverandi nevnd sita Heðin Mortensen, borgarstjóri og formaður, Irma Justinussen og Oddbjørg Højgaard.
Stjórnarskrivstovan og Mentamáladeildin í Tórshavnar kommunu umsita grunnin.
Sanglegatið er ein grunnur til minnis um Sonnu Dahl Waagstein. Grunnurin letur stuðul til sangarar, sum hava víst serstakar gávur, og sum ætla sær at útbúgva seg víðari í solosangi. Tórshavnar kommuna umsitur grunnin.
Stuðulsupphæddin er 20.000 kr. um árið, ið verða lutaðar út, um vit fáa umsóknir, sum lúka krøvini.
Meira fæst at vita um stuðulin við at venda tær til Jákup Simonsen, ráðgeva, á telefon 30 20 10.
Vit hava einki umsóknarblað til stuðulin. Tú skalt sjálv skriva eina umsókn við viðkomandi upplýsingum um:
- Teg sjálva
- Tína útbúgving higartil
- Tínar framtíðarætlanir í tóvirkisútbúgving
- Skeiðið ella útbúgvingina, tú søkir stuðul til
- Tíðar- og kostnaðarætlan
Umsóknin skal merkjast »Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein« og sendast til Tórshavnar kommunu.
Tú kanst senda okkum umsóknina sum teldupost til torshavn@torshavn.fo. Tú kanst eisini senda okkum umsóknina við posti til:
TÓRSHAVNAR KOMMUNA
Postrúm 32
FO-110 Tórshavn
Minst til at skriva »Minnisgrunnur Sonnu av Skarði« í evnisteigin.
Umsóknarfreistin er 18. juli 2024.
Tórshavnar kommuna letur stuðulin eina ferð um árið á vári ella á sumri. Vit lýsa í dagbløðum og her á heimasíðuni, tá vit lata upp fyri umsóknum. Umsóknarfreistin er vanliga í mai ella juni.
Kommunan umsitur grunnin og ásetur eina upphædd til stuðul á hvørjum ári.
Móttaka vit umsóknir, sum lúka krøvini, hevur nevndin í grunninum fund og lutar stuðulin út.
Sambært viðtøkunum fyri grunnin eru tríggir limir í nevndini. Hesir eru borgarstjórin, dómprósturin og ein úr ættini hjá stovnaranum Jógvan Waagstein. Í núverandi nevnd sita: Heðin Mortensen, borgarstjóri og formaður, Uni Næs, dómpróstur og nevndarlimur, og Sanna Waagstein í Brekkunum, nevndarlimur.
Umsitingin av grunninum er á Stjórnarskrivstovuni og Mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu.
Grunnurin hevur sum endamál at veita fíggjarligan styrk til tiltøk innan mentan, undirvísing og ítrótt, sum kunnu fremja og menna samstarvið millum Reykjavíkar, Tórshavnar og Nuuk kommunu og millum borgararnar í teimum trimum kommununum.
Býarstýrini í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn seta pening í grunnin árliga.
Bæði einstaklingar og feløg, ið halda seg lúka treytirnar fyri stuðli, kunnu søkja stuðul úr grunninum. Tú finnur treytirnar í umsóknarblaðnum.
Umsóknir, ið fevna um allar tríggjar býirnar hava fyrimun.
Tú søkir við at fylla út umsóknarblaðið niðanfyri og senda tað til Tórshavnar kommunu. Umsóknarblaðið finst bæði á føroyskum og enskum.
Tú kanst senda okkum umsóknina við posti til:
TÓRSHAVNAR KOMMUNA
Postsmoga 32
110 Tórshavn
torshavn@torshavn.fo
Tú kanst eisini senda okkum umsóknina sum teldupost. Minst til at skriva »Umsókn um stuðul úr Felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn« í evnisteigin.
Gev gætur, at tað er týdningarmikið, at tú nýtir umsóknarblaðið í sambandi við umsóknina, og at tú svarar so gjølla sum gjørligt.
Umsóknarfreistin er 1. apríl 2024. Allir tríggir høvuðsstaðir hava somu umsóknarfreist, sum teir áseta eftir avtalu sínámillum.
Grunnurin letur stuðulin eina ferð um árið á vári ella á sumri.
Tú kanst fáa meira at vita um grunnin við at ringja til Stjórnarskrivstovuna á telefon 30 20 10.
Stýrið fyri felagsgrunnin tekur avgerð um tillutan av stuðli. Stjórnin hevur níggju limir. Hvør kommuna hevur borgarstjóra og tveir býráðslimir í stýrinum. Tá ið avgerðir skulu takast, hava kommunurnar eina atkvøðu í part.
Ert tú rithøvundur, dansari, sjónleikari ella fæst tú við aðrar listagreinar, og skipar tú fyri einari verkætlan ella tiltaki uttan fyri Føroyar, kanst tú søkja Loftbrúnna um ferðastuðul í sambandi við verkætlanina ella tiltakið. Loftbrúgvin til listafólk kann stuðla føroyskum listafólkum við flutningi til útlond og aftur loftvegis.
Loftbrúgvin er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið í Føroyum, Atlantic Airways, Uttanríkis- og mentamálaráðið og Tórshavnar kommunu.
Tórshavnar kommuna umsitur stuðulsskipanina.
Øll listafólk í Føroyum kunnu søkja.
Tú søkir við at fylla út umsóknarskjalið á heimasíðuni hjá Loftbrúnni, sum tú finnur her:
Umsóknir um stuðul skulu vera okkum í hendi áðrenn tann fyrsta í hvørjum mánaði.
Treytirnar fyri stuðul finnur tú í viðtøkunum hjá Loftbrúnni. Viðtøkurnar sært tú her:
Loftbrúgvin til listafólk veitir ikki stuðul til:
- Ferðir til fundir
- Luttøku á ráðstevnum
- Upptøkur og ferðir, sum ikki fevna um framførslur av livandi tónleiki, bókmentum, sjónleiki, filmi ella tílíkum
Kunna teg nærri um aðrar avmarkingar í viðtøkunum hjá Loftbrúnni her:
Stuðulsnevndin er mannað við einum umboði fyri hvønn samstarvspart. Í núverandi stuðulsnevnd sita: Alda Joensen, Uttanríkis- og mentamálaráðið, Ingrid Bjarnastein, Atlantic Airways, Fróði Vestergaard, Norðurlandahúsið í Føroyum, og Jóan Petur Hentze úr Tórshavnar kommunu. Olga Knudsen er skrivari.
Niðanfyri sært tú leiðreglurnar fyri at veita mentanarstuðul, stuðul til íløgur og árligan rakstrarstuðul í Tórshavnar kommunu.
Leiðreglur fyri at veita mentanarstuðul
Leiðreglur fyri at veita stuðul til íløgur