Læn ella leiga ítróttahøll ella vøll
Tú hevur ymiskar møguleikar fyri at leiga hallir og vøllir til ítrótt í Tórshavnar kommunu.
Treytirnar fyri at leiga hallir eru ymiskar fyri feløg, privatborgarar, stovnar og fyritøkur:
- Feløg og sersambond, sum eru skrásett hjá ÍSF, kunnu læna hallir og vøllir uttan gjald millum 7. august og 15. juli. Hetta er treytað av, at tey lúka krøvini
- Privatfólk, stovnar, fyritøkur og onnur kunnu leiga hallir móti gjaldi, men rinda einki fyri at læna uttanduravøllir
Pay-and-play
Fleiri av okkara vøllum og hallum eru bókað fastar tíðir alt árið, men tá hølini eru tøk, kanst tú læna tey einsæris, annaðhvørt sum felag, fyritøka ella privatpersónur. Hetta rópa vit fyri pay-and-play. Pay-and-play hallartímarnir eru sjónligir í bókingarskipan okkara, har teir hava ljósagrønt frámerki.
Tú noyðist at stovna teg sum brúkara í bókingarskipanini fyri at bóka hallir. Tað kanst tú gera her:
Stovna teg sum brúkara (itrott.fo)
Minst til, at hallartímar skulu bíleggjast í minsta lagi tveir dagar áðrenn ynsktu tíðina.
Hevur tú spurningar, finnur tú sambandsupplýsingarnar niðast á hesi síðuni.
Hevur tú hug til at spæla hokki ella badminton við tínum vinfólki, tá tað hóskar tær? Bóka eina høll í okkara pay-and-play bókingarskipan. Bókingarskipanin er en talgild loysn, sum gevur tær møguleikan at leiga tøkar hallartímar í Tórshavnar kommunu.
Tú hevur møguleika fyri at leiga hesar hallir:
- Hallir til badminton og tennis
- Hallir til fótbólt og hondbólt
- Hallir til hokki
- Hallir til fimleik
Príslistan fyri ymisku hallirnar finnur her:
Vilt tú leiga ein uttandura fótbóltsvøll, tennisvøllin í Gundadali, Tórsbreyt ella aðrar hentleikar frá kommununi, kanst tú ringja til Ítróttaanlegg á tel. 29 14 70 millum kl. 9 – 15 ella senda ein teldupost til itrott@torshavn.fo.
Hesi kunnu læna og leiga hallir og vøllir í Tórshavnar kommunu:
- Feløg og felagsskapir
- Persónar yvir 18 ár
- Fyritøkur
- Skúlar, frítíðarskúlar og aðrir almennir stovnar
Skalt tú hava fasta tíð, mást tú vera búsitandi í kommununi. Kravið um at vera búsitandi í kommununi er bara galdandi, tá tú bókar afturvendandi tíðir í bókingarskipanini. Bókar tú einstakar tímar, noyðist tú ikki at vera búsitandi í kommununi.
Áðrenn tú bókar eina høll ella ein vøll, kanst tú lesa reglurnar fyri leigu og nýtslu av hallum og vøllum hjá Tórshavnar kommunu.
Í leiðreglunum kanst tú eisini kunna teg um, hvussu vit raðfesta tillutanina av føstum valla- og hallartímum.
Harafturat er tað umráðandi, at feløg, ið brúka uttandura fótbóltsvøllir, fylgja leiðreglunum fyri ljósskipanir á fótbóltsvøllum í Tórshavnar kommunu, sum tú finnur niðanfyri.
Leiðreglur fyri bílegging og nýtslu av fótbóltsvøllum hjá Tórshavnar kommunu
Leiðreglur fyri lán og nýtslu av hallum, hølum og øðrum hjá Tórshavnar kommunu
Leiðreglur fyri ókeypis hallaleigu
Leiðreglur fyri ljósskipanir á fótbóltsvøllum í Tórshavnar kommunu
Upplatingartíðirnar hjá ymisku hallunum í bókingarskipan okkara finnur tú her:
Prísirnar fyri leigu av ymisku hallunum finnur tú her: