Svimjihallir – upplatingartíðir og kunning

Vit hava fimm svimjihallir í Tórshavnar kommunu. Størsta svimjihøllin er í Gundadali, meðan hinar fýra eru í Kollafirði, Argja skúla, Eysturskúlanum og úti í Hesti.

Svimjihøllin í Gundadali verður í høvuðsheitum brúkt til almenna svimjing og kappingar, men skúlar, stovnar og feløg brúka hana eisini viðhvørt. Hinar fýra svimjihallirnar eru fyrst og fremst til skúlabrúks. Svimjihøllin í Kollafirði er eisini opin fyri almenninginum.

Hevur tú ein fyrispurning um upplatingartíðir ella leigu av skúlasvimjihallunum, kanst tú venda tær til skúlarnar. Tú finnur sambandsupplýsingarnar niðanfyri.

Finn skúla



Her finnur tú svimjihallirnar


Svimjihøllin í Gundadali

Gundadalur 4
100 Tórshavn
Vitja Svimjihøllina í Gundadali (Google Street View) 

 

Svimjihøllin í Kollafirði

Botnavegur 4
410 Kollafjørður
Vitja Svimjihøllina í Kollafirði (Google Street View) 

 

Svimjihylurin í Eysturskúlanum

Tórgarðsgøta 27
100 Tórshavn
Vitja svimjihylin í Eysturskúlanum (Google Street View)

Svimjihylurin í Argja skúla

Argjavegur 32
160 Argir
Vitja svimjihylin í Argja Skúla (Google Street View)

 

Svimjihylurin í Hesti

Reynið 6
280 Hestur
Vitja svimjihylin í Hesti (Google Maps)

Upplatingartíðir og samband
Svimjihøllin í Gundadali

Upplatingartíðir

Mánadag kl. 06.15 - 09.00 og 18.00 til 20.00

Týsdag kl. 06.15 - 20.00

Mikudag kl. 06.15 - 20.00

Hósdag kl. 06.15 - 20.00

Fríggjadag kl. 06.15 - 20.00

Leygardag kl. 08.00 - 16.00

Sunnudag kl. 08.00 - 16.00

Samband

Tel. 30 20 72
eyðunhu@torshavn.fo

Heimasíðan hjá Svimjihøllini í Gundadali (svimjihollin.fo)

Svimjihøllin í Kollafjarðar Skúla

upplatingartíðir

Mánadag
kl. 16.00 - 20.00

Mikudag
kl. 16.00 - 20.00

Fríggjadag
kl. 16.00 - 20.00

Sunnudag
kl. 9.00 - 10.00


Gev gætur, at svimjihøllin fylgir frítíðini hjá Kollafjarðar skúla. Tað vil siga, at hylurin er stongdur, tá skúlin er stongdur. Vilt tú vita, nær skúlafrítíðin er, kanst tú kunna teg í kalendaranum á heimasíðuni hjá skúlanum.

samband

Tel. 30 25 50 (gerandisdagar kl. 8-15)
kol@skulin.fo

Svimjihøllin í Kollafirði á Facebook

Svimjihylurin í Eysturskúlanum

upplatingartíðir

Svimjihylurin er ikki opin fyri almenninginum. Skúlin brúkar høllina um dagin í skúlatíð frá kl. 8-16.

Gerandisdagar kl. 16-20 er hylurin opin fyri kvøldskúlanum og fyri pinkubarnasvimjing og barnakonusvimjing.

Samband

Tel. 31 13 07

Svimjihylurin í Argja skúla

upplatingartíðir

Gerandisdagar kl. 8-16 brúka skúlar høllina. Gerandisdagar kl. 16-20 brúka ymisk feløg svimjihøllina

Svimjihylurin er ikki opin fyri almenninginum.

Samband

Tel. 30 23 45 (gerandisdagar kl. 8-15)

Svimjihylurin í Hesti

upplatingartíðir í vetrarhálvuni

Mánadag – sunnudag kl. 09.00 - 17.00

Upplatingartíðir í summarhálvuni

Mánadag – sunnudag kl. 09.00 - 20.00


Hylurin er opin fyri øllum, men fyri at fáa lykilin til høllina, skal ein persónur yvir 18 ár vera hjástaddur. Tú skalt ringja til vakthavandi fyri at gera avtalu um atgongd til høllina.

Samband

Tel. 21 40 94 ella 22 70 47 
trondur@torshavn.fo

Prísir í svimjihallunum
Svimjihøllin í Gundadali

Svimjing

Vaksin 16 ár og eldri: 50 krónur
Børn 2-15 ár: 25 krónur
Børn undir 2 ár: Ókeypis

 

Prísur fyri vælveruøkið (við svimjing)

Fyrrapart (til klokkan 12.00): 70 krónur 
Seinnapart: 100 krónur 
Í vikuskiftunum: 110 krónur 
Pensjónistar: 50 krónur
Lesandi eldri enn 16 ár: 50 krónur (lestrarkort krevst)
Børn undir 2 ár (gerandisdagar): Ókeypis

 

Aldursmark í vælveruøkinum

Hvønn gerandisdag frá klokkan 14 til 17 fáa børn yngri enn 16 ár atgongd til vælveruøkið saman við vaksnum. Kostnaðurin er tann sami sum fyri vaksin.

Frá klokkan 10 til 12 gerandisdagar kunnu foreldur hava børn undir tvey ár ókeypis við sær inn í vælveruøkið.

Allar aðrar tíðir í vikuni er aldursmarkið 16 ár fyri at sleppa inn í vælveruøkið.

Svimjihøllin í Kollafjarðar skúla

Prísir

Vaksin 20 krónur
Børn 10 krónur
Pensjónistar 10 krónur

Hentleikar í svimjihallunum
Svimjihøllin í Gundadali

Svimjihøllin í Gundadali hevur seks hyljar:

  • Tveir barnahyljar, ið eru um 30 hitastig
  • Ein 25 metrar hyl, ið er um 26,5 hitastig
  • Ein kavingarhyl, ið er um 26,5 hitastig
  • Ein 50 metrar langhyl
  • Ein heitan hyl í vælveruøkinum

Svimjihøllin hevur gosbað, hitarúm, hitapottar, kaltvatnspottar, tveir vatnskreiðibanar og kaffistovu. Upplatingartíðirnar hjá kaffistovuni sært tú á heimasíðuni hjá svimjihøllini.

Svimjihøllin hevur eisini skiftingarrúm fyri rørslutarnað.

Vit hava serlig tilboð til pensjónistar og hava eisini nógvar góðar hentleikar og møguleikar fyri børn og ung. Kunna teg nærri á heimasíðuni hjá høllini.

Svimjihøllin í Gundadali (svimjihollin.fo)

Upplatingartíðir í kaffistovuni í Gundadali

Svimjihøllin í Kollafjarðar skúla

Svimjihøllin í Kollafjarðar skúla hevur ein 16 metrar langan svimjihyl. Svimjihylurin er 29 hitastig.

Skiftingarrúmini í svimjihøllini hava eisini hitarúm.