Spælipláss

Í grannaløgunum í Tórshavnar kommunu finnur tú nógv góð spælipláss til fleiri aldursbólkar. Leita á kortinum niðanfyri. Spæliplássini hava reytt frámerki.

Niðanfyri kanst tú eisini lesa um summi av spæliplássinum.

Spælipláss í Tórshavnar kommunu


Sí kort í fullari stødd



Spælipláss
Grasagarður í Havn

Spæliplássið liggur mitt í Tórshavn millum Tilhaldið í Tórsgøtu og Móttøkuhúsið í Tróndargøtu. Tú sleppur fram at spæliplássinum bæði úr Niels Winthers gøtu, Tórsgøtu og úr Kongagøtu. Spæliplássið hevur portur út móti Niels Winthers gøtu og Tórsgøtu, soleiðis at smáu børnini ikki enda úti í ferðsluni.

Her eru trampolinir, eiturkoppatorn, nógv javnvágsamboð, klintriveggur og sandøki við spælihúsi og skreiðibana. Her er góð lívd, og ein stórur partur av spæliplássinum er klæddur við gummiundirlag, soleiðis at børn ikki fáa skaða, tá tey grulva, hoppa ella koppa.

UM SPÆLIPLÁSSIÐ

Hvør:

  • Serliga børn í aldrinum 2–7 ár, men verður eisini brúkt av eldri børnum

Hvar:

  • Tórsgøta 21, 100 Tórshavn
Maritugøta

Spæliplássið hevur grúsundirlag, og her er bóltvøllur, rennistrongur og klintriveggur. Her er friðarligt og lívd. Nærøkið er dalur við grasaðum og gróðursettum, skráum hagalendi og lendisgøtu oman móti Hoyvíkar Skúla.

UM SPÆLIPLÁSSIÐ

Hvør:

  • Serliga børn í aldrinum 4–14 ár

Hvar:

  • Maritugøta, 188 Hoyvík
Jørundargøta

Hetta spæliplássið hevur klintritorn, skreiðibani og grúsundirlag. Her er eisini friðarligt og lívd. Skamt frá spæliplássinum, í Torkilsgøtu, er eisini FIFA-vøllur.

UM SPÆLIPLÁSSIÐ

Hvør:

  • Serliga børn í aldrinum 2–5 ár

Hvar:

  • Jørundargøta, 188 Hoyvík
Ísaksgøta

Her er bóltvøllur, klintritorn við skreiðibreyt, reiggjur og danditrø. Undirlagið er grús, og her er friðarligt, men eitt sindur ábært.

UM SPÆLIPLÁSSIÐ

Hvør:

  • Serliga børn í aldrinum 4–14 ár

Hvar:

  • Ísaksgøta, 188 Hoyvík
Marinargøta

Hetta er eitt vakurt og friðarligt spælipláss við góðari lívd. Her er bóltvøllur, trampolin og nógvur spennandi vøkstur.

UM SPÆLIPLÁSSIÐ

Hvør:

  • Serliga børn í aldrinum 4–14 ár

Hvar:

  • Marinargøta, 188 Hoyvík
Rennifjalabreyt og kurvabóltur á Frælsinum

Spæliplássið er í trimum pørtum við rennifjalabreyt, grasvølli og kurvabóltsvølli. Rennifjalabreytin er asfalterað og hevur rampu og bungur, sum rigga væl til rennifjøl, súkklur, rennihjól og rulluskoytir. Rennifjalabreytin verður eisini brúkt til parkour viðhvørt.

Í eystara enda er asfalteraður kurvabóltsvøllur, og við spæliplássið finnur tú eisini ein stóran grasvøll. 

UM SPÆLIPLÁSSIÐ

Hvør:

  • Børn og ung 5–25 ár

Hvar:

  • Á Frælsinum 20, 100 Tórshavn