Tilhaldið í Nólsoy

Í Geilini 33
270 Nólsoy
Tel. 79 31 36

Deildarleiðari
Malan Samuelsen
malans@torshavn.fo

Tilhaldið í Nólsoy

Ert tú pensjonistur, og hevur tú hug til at møtast við øðrum pensjónistum til alskyns virksemi og tiltøk, er tilhaldið í Nólsoy júst fyri teg.

Tilhaldið í Nólsoy er eitt av trimum tilhaldum í Tórshavnar kommunu. Tilhaldið læt upp í 2008 og húsast í Geil 33 á Nólsoynni.

Endamálið hjá tilhaldinum er at geva pensjonistum í kommununi møguleika at møtast til fjøltáttað virksemi fyri bæði likam og sál, økja um lívsgóðskuna við fyribyrgjandi og heilsufremjandi tilboðum og at skipa fyri trivnaðarligum tiltøkum í hugnaligum umhvørvi.

Í tilhaldinum ber til at hittast til felagssang, kortspøl, hugnaløtur, felags gongutúrar, bindiklubba, lesibólkar, fyrilestrar, hugna og prát og mangt annað. Gjøgnum árið skipa vit eisini fyri ymiskari undirvísing og skipa eisini fyri fimleiki fleiri ferðir um vikuna.

Í tilhaldinum er einki krav um limaskap. Vit ynskja, at øll skulu kenna seg hjartaliga vælkomin.



Samband og upplatingartíðir
Upplatingartíðir

Týsdag kl. 10.30 – 18

Hósdag kl. 13 – 18

Hvussu seti eg meg í samband við tilhaldið?

Ynskir tú at seta teg í samband við tilhaldið í Nólsoy, kanst tú ringja á tel. 79 31 36 ella senda ein teldupost til malans@torshavn.fo

Telefonin svarar, tá tilhaldið er opið.

Tilboð í tilhaldinum
Skrá fyri ítriv, tiltøk og túrar

Í tilhaldinum í Nólsoy finnur tú nógv fjølbroytt virksemi.

Vit bjóða til dømis:

  • Ljósviðgerð
  • Kortspøl
  • Lesing
  • Binding
  • Baking
  • Útifimleik
  • Gongutúrar á oynni
  • Døgurða
  • Fimleik fyri kvinnur
  • Fimleik fyri menn
  • Árligar túrar
  • Jólaveitslu

Leiðarin og starvsfólkið skipa tiltøkini í tilhaldinum. Skráin er skipað eftir teimum ynskjum, vit hava fingið gjøgnum árini.

Vit royna javnan nýggj ítriv og tiltøk, og um undirtøka er fyri teimum, halda tey fram.

Øll, ið hava sína dagligu gongd í tilhaldinum, kunnu venda sær til leiðaran ella starvsfólkið við uppskotum til virksemi. Tá skipaði tiltøk eru, kunna vit um hetta í tilhaldinum.

Tilmelding til ítriv

Tær nýtist ikki at melda teg til virksemið í tilhaldinum í Nólsoy. Vit vilja, at øll skulu kenna seg hjartaliga vælkomin.

Rundvísing á tilhaldinum

Tilhaldið hevur ikki skipaða rundvísing, men øll, sum eru áhugað í at síggja húsini og kunna seg um okkara virksemi, kunnu seta seg í samband við tilhaldið við at ringja á tel. 79 31 36, ella senda ein teldupost til ivyj@torshavn.fo. Telefonin svarar, tá tilhaldið er opið.

Vit svara fegin tínum spurningum og vísa tær fegin runt á tilhaldinum.

Finn tilhaldið á korti

Drekka
Hvat bjóða vit?

Tá tilhaldið er opið, kanst tú keypa tær kaffi, te og okkurt afturvið. Eisini hava vit felags døgurða hvønn týsdag.

Um tilhaldið Í Nólsoy
Politikkur á økinum

Endamálið við tilhaldinum er at varðveita og menna heilsuna hjá pensjonistum í Tórshavnar kommunu. Vit vilja bjóða pensjonistum fjølbroyttar virkismøguleikar fyri likam og sál, og í virksemi okkara miða vit eftir at fevna um so nógv áhugamál sum gjørligt.


Okkara hugsjón

Okkara hugsjón er, at:

  • Tilhaldið er ein stovnur við hugna, trivnaði, menning og virðing fyri tí einstaka í hásæti
  • Øll skulu kenna seg væl, kunnu brúka síni evni og førleikar, kunnu læra og hava tað stuttligt
  • Tilhaldið skal hava positiva ávirkan á lív og heilsu

Arbeiðið í tilhaldinum er grundað á meginreglurnar hjá ST viðvíkjandi eldri.

Hvørji eru vit?
Starvsfólk í tilhaldinum

Deildarleiðari
Malan Samuelsen
malans@torshavn.fo

Tilhaldið í Nólsoy hoyrir undir Eind 3 í Heilsu- og umsorganartænastuni.

Eindarleiðari
Mona Maria úr Fugloy 
monamaria@torshavn.fo