Ítriv fyri eldri

Ert tú pensjonistur ella eftirlønt, hevur tú nógvar møguleikar fyri upplivingum og ítrivum, sum tú kanst taka lut í einsamøll ella saman við øðrum.



Tilboð til eldri
Tilhald

Í kommununi eru trý tilhald. Her kanst tú hitta onnur og finna nýggjar vinir. Hesi eru tilhaldið í Tórsgøtu, tilhaldið millum Bóla í Kollafirði og tilhaldið í Nólsoy.

Í øllum trimum tilhaldunum gongur ein rúgva av spennandi virksemi fyri seg. Vit hava til dømis fimleik, gongutúrar, bindiklubbar, horn- og beinarbeiði, kortspæl, maskinbinding, telduskeið, valfundir, felagssang og lesibólkar. Í tilhaldunum eru eisini kaffistovur, so tú kanst fáa tær ein drekkamunn og eitt gott prát.

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar tilhaldini í kommununi eru. Trýstir tú á eitt tilhald á kortinum, finnur tú heimasíðuna hjá tilhaldinum. Har finnur tú upplatingartíðir, sambandsupplýsingar og ítrivsskránna hjá tilhaldinum. Eisini finnur tú leinkjur til tilhaldini niðan fyri kortið.

Tilhaldið í Tórsgøtu

Tórsgøta 21
100 Tórshavn

Tilhaldið millum Bóla í Kollafirði

Í Líðini 20
410 Kollafjørður

Tilhaldið í Nólsoy

Í Geilini 33
270 Nólsoy

Kvøldskúli

Á Tórshavnar Kvøldskúla kanst tú nema tær vitan og førleikar innan nógv ymisk øki. Tú kanst læra teg enskt, íslendskt, at sveisa, mála, binda, arbeiða við myndaviðgerð, tú kanst taka skeið í dugnaskapi í sigling og mangt annað.

Á heimasíðuni hjá Kvøldskúlanum kanst tú kunna teg um, hvar skeiðini fara fram, og hvat tey kosta.

Les meira um kvøldskúlaskeiðini her:

Kvøldskúlin (kvoldskulin.fo)

Finn tær ítriv og upplivingar í felag

Hevur tú hug til at ganga til ítriv og fáa upplivingar saman við øðrum, eru nógv feløg í kommununi, sum tú kanst gerast limur í. Vit hava bridgefeløg, dansifeløg, skífeløg, golfklubba, fimleikafeløg, talvfeløg, sluppvinir og mangt annað.

Í okkara Felagsskrá finnur tú øll feløgini, sum eru skrásett og góðkend í Tórshavnar kommunu. Her kanst tú eisini leita fram sambandsupplýsingar, kontaktpersónar og leinkjur til heimasíðurnar hjá feløgunum.

Felagsskráin

Gerst sjálvboðin

At gera sjálvboðið arbeiði er ein góður máti at fáa upplivingar, skapa sær ein innihaldsríkan gerandisdag og koma saman við onnur. Hevur tú hug at gerast sjálvboðin, kanst tú seta teg í samband við eitt felag, ein felagsskap, eitt netverk ella ein stovn, sum fæst við júst tað, sum tú hevur áhuga fyri.

Í Tórshavnar kommunu taka vit fegin móti sjálvbodnum, tí sjálvboðið arbeiði hevur víst seg at hava frálíka ávirkan á trivnaðin, sálarheilsuna og lívsfatanina bæði hjá teimum, sum tey sjálvbodnu arbeiða við og teimum sjálvbodnu. Kanningar vísa, at fólk, sum eru hugbundin í sjálvbodnum arbeiði, eru betur nøgd við lívið.

Les meira á okkara síðum um felagsskapir og sjálvboðin niðanfyri.

Felagsskapir og sjálvboðin

Felagsskráin

Filmsfelagið í Havnar Bio

Filmsfelagið er til tín, sum elskar at síggja góðar filmar í biografinum saman við øðrum. Filmsfelagið er ikki bara fyri fólkapensjónistar, men er eitt tilboð fyri øll.

Á heimasíðuni hjá Havnar Bio niðanfyri sært tú, nær filmarnir verða sýndir.

Filmsfelagið í Havnar Bio (bio.fo)

Finn fleiri upplivingar
Finn fleiri upplivingar á tímin.fo

Tú kanst finna fleiri upplivingar í tiltakskalendaranum Tímin, ið gevur tær yvirlit yvir sjónleikaframførslur, filmssýningar, fyrilestrar, listaframsýningar, konsertir og mangt annað. Tíman finnur tú her:

Tímin.fo