Ítriv til børn og ung
Vilt tú læra kvæði, duga at snurra á tá, venja sjónleik ella læra at mála? Í Tórshavnar kommunu hevur tú hópin av møguleikum at skapa tær eina innihaldsríka og stuttliga frítíð. Tú kanst finna upplivingar og ítriv at fara uppí einsamøll, ella tú kanst finna tær upplivingar og ítriv at ganga til saman við familju ella vinum. Niðanfyri hava vit savnað eitt yvirlit yvir alt tað, tú kanst gera.
Tú sært eisini komandi tiltøk og ítriv á tiltakskalendaranum Tímin, sum tú finnur her:
Ert tú millum 13 og 18 ár, kunnu ungdómshúsini í Tórshavnar kommunu vera nakað fyri teg. Her finnur tú ein felagsskap fyri ung í Føroyum og kanst fáa samband við onnur ung. Ungdómshúsini í Tórshavn hava nógvar hentleikar og eitt fjøltáttað virksemi, sum kann gera tína frítíð stuttliga og innihaldsríka.
Les meira um ungdómshúsini her:
Hevur tú áhuga fyri tónleiki, bjóðar Tórshavnar Musikkskúli tónleikaundirvísing til øll børn og ung í aldrinum 0–25 ár. Musikkskúlin bjóðar frálæru í sangi og øllum vanligum ljóðførum.
Les meira á heimasíðuni hjá Tórshavnar Musikkskúla.
Dámar tær væl at telva, ella hevur tú hug at læra tað, eru tvey talvfeløg í kommununi, sum tú kanst gerast limur í: Havnar Telvingarfelag og Kollafjarðar Talvfelag. Harafturat kanst tú læra teg at telva á kvøldskúlanum, sum hevur skeið í telving til børn í 1. – 7. flokki. Tú kanst kunna teg nærri á heimasíðuni hjá Kvøldskúlanum.
Tú finnur talvfeløgini í Felagsskránni niðanfyri.
Á Tórshavnar Kvøldskúla finnur tú nógv fjølbroytt tilboð til børn og ung. Tú kanst til dømis læra at tekna, ganga á sjónleikaraskúla, telva og mangt annað.
Kunna teg um tilboðini á heimasíðuni hjá Kvøldskúlanum.
Vilt tú læra at binda knútar, brenna bál, samstarva, gera mat uttandura og vera partur av einum felagsskapi, kanst tú tekna teg sum lim í einum av skótaliðunum í kommununi. Tú finnur upplýsingar um skótaliðini í Felagsskránni hjá kommununi niðanfyri. Í Felagsskránni finnur tú eisini mong onnur feløg við stuttligum og spennandi virksemi.
Dámar tær væl at dansa og gera koreografi, bjóðar Dansifrøi dansiskeið til børn og ung í ymiskum aldrum.
Dámar tær væl at spæla sjónleik, ella hevur tú hug at læra tað, kanst tú melda teg til skeiðini á Dramaverkstaðnum. Skeiðini eru gjørd til ymiskar aldursbólkar. Tú kanst kunna teg nærri á heimasíðuni hjá Dramaverkstaðnum.
Tórshavnar Kvøldskúli hevur somuleiðis sjónleikaraskúlar fyri børn og ung heilt niður í 1. flokk.
Vilt tú læra at dansa føroyskan dans og kvøða, skipar Dansifelagið í Havn, dansifelagið Tøkum lætt og Dansifrøi fyri barnadansi. Barnadansurin hjá Dansifelagnum í Havn er í Norðurlandahúsinum, dansifelagið Tøkum lætt hevur barnadans í Skansastovu og Dansifrøi skipar fyri barnadansi í hølunum hjá Dansifrøi, Gundadalur 7.
Tú sært adressurnar og sambandsupplýsingarnar hjá dansifeløgunum í Felagsskránni, sum tú finnur her:
Í Tórshavnar kommunu finnur tú mong smá og stuttlig spælipláss. Tú kanst finna spælipláss við klintriveggum, skatebreytum, trampolinum, reiggjum og mongum øðrum. Far á kanningarferð á okkara ymisku spæliplássum.
Les meira um spæliplássini her:
Á Býarbókasavninum, Landsbókasavninum, Kollafjarðar bókasavni og bókasavninum í Nólsoy finnur tú barnabókasøvn, har tú kanst leita tær vitan og upplivingar. Barnabókasøvnini hava bøkur til børn í øllum aldrum. Tú kanst lesa, klippa og klistra og spæla spøl. Á Býarbókasavninum er spælistova, og her finnur tú eisini eitt leikasavn til tín at læna leikur heim við. Tú kanst eisini fara til tiltøkini, sum eru á barnabókasøvnunum.
Les meira á síðunum hjá bókasøvnunum niðanfyri.
Ein stórur partur av mentanarliga virkseminum í kommununi gongur fyri seg í mongu feløgunum í kommununi. Vit hava savnað feløgini í eina skrá, sum vit rópa Felagsskránna. Her finnur tú alt frá svimjing, dansi, fimleiki og seyming til skíðing, skótalív, judo og mangt annað.
Tú kanst leita eftir navni á felagnum, leita eftir slag av ítrivi ella eftir øki, til dømis Argir ella Kirkjubø. Í skránni sært tú millum annað, hvussu tú fært samband við eitt felag.
Leita í skránni her:
Dámar tær væl at klintra, kanst tú royna teg í klintrihøllini í Bakkalao á Vestaru Bryggju. Høllin hevur avbjóðandi veggir, útgerð og hjálparar, so tú kanst læra teg at klintra undir tryggum umstøðum.
Tú mást vera limur fyri at klintra í Havnar Klintrifelag. Tú finnur sambandsupplýsingarnar hjá Havnar Klintrifelag í Felagsskránni niðanfyri.
Elskar tú at gera kynstur á súkklu, rulluskoytum, rennihjóli ella rennifjøl, kanst tú vitja Bakkalao Skatepark ella Tórshavn Skatepark á Frælsinum. Her kanst tú hoppa ella snurra saman við øðrum ungum á rampum og upp um bungurnar.
Bakkalao Skatehøllin
Skatehøllin í Bacalao er ein innandura akbreyt serliga gjørd til skateboarding, rulluskoyting, bmx-súkkling og rennihjól. Skatehøllin verður rikin av sjálvbodnum og er opin næstan hvønn dag í vikuni, tá tað liggur fyri hjá ábyrgdarfólkunum.
Útgerð og hentleikar
Allar rampur og útgerðin í høllini er bygt av serkønum innan skate-økið, og tað vil siga, at skatehøllin lýkur altjóða góðskukrøv fyri skatehallir. Øll elementir og allar rampur eru bygd saman við trægólvið líkasum ein skatebowl.
Av rampum og øðrum hentleikum í høllini er:
- Quarterpipes (hálvrampur) á 80 cm, 100 cm, 135 cm og 160 cm
- Funbox við tveimum rails (handlistum), ið kunnu stillast í hæddini og takast heilt burtur, og einari legde (breiður handlisti) við kantum
- Roll-in-bank (fløt rampa) á 150 cm
- Allar rampur hava grind-coping (stálrør) omaná
Av leysum elementum, sum kunnu flytast, eru hesi:
- Grindbox (glíðiboks), sum er 40 cm høg og 5 metrar long
- Grindbox, sum er 25 cm høg og 1,5 metrar long
- Kicker (útlops-rampa), sum er 80 cm høg
- Kicker, sum er 40 cm høg
Treytir fyri nýtslu og atgongd
Tú mást tekna teg sum lim í Skatefelagnum fyri at skeyta í Bakkalao Skatepark. Tó eru serstakir dagar, har børn við foreldrum hava fría atgongd. Fylg við á Facebooksíðuni hjá Skatefelagnum, har serstøku dagarnir verða kunngjørdir.
Gev gætur, at alt uppihald og íðkan í skatehøllini gongur fyri seg undir egnari ábyrgd.
Øll, sum brúka skatehøllina, verða harafturat eggjað til at vera fevnandi, umhugsin, ansa eftir hvørjum øðrum og at hjálpa teimum, sum eru nýggj.
Leiðbeiningar um atburð og reglur fyri nýtslu eru at finna í høllini. Til dømis skulu øll, ið eru undir 16 ár, brúka hjálm.
Tú kanst svimja fleiristaðni í kommununi. Vit hava svimjihallir í Gundadali, Kollafirði, Hesti og í fleiri skúlum. Tú kanst svimja sjálv, í svimjifelag ella í skúlanum.
Les meira um svimjihallirnar her:
Í Tórshavnar kommunu eru nógvar góðar skreiðibrekkur. Um veturin kanst tú eisini fara við familjuni at skoyta á tjørnunum í kommununi, tá ísurin er nóg tjúkkur.
Tórshavnar kommuna er á tremur við bæði stórum og smáum fótbóltsvøllum. Flestu grannaløg hava ein fótbóltsvøll ella ein FIFA-vøll nærindis. So tú hevur góðan kjans fyri at finna ein vøll og kanska eisini onkran at sparka saman við.
Les meira um ymisku fótbóltsvøllirnar her:
Vit hava fleiri góðar vøllir, har tú og tíni vinfólk kunnu spæla kurvabólt. Hevur tú hug at melda teg til eitt felag, kanst tú leita eftir »kurvabólti« í okkara skrá yvir ítrótta- og ítrivsfeløg í Tórshavnar kommunu.
Les meira um kurvabólt ella leita í Felagsskránni niðanfyri.
Á Sjósavninum á Argjum kanst tú síggja livandi dýr og plantur, sum finnast í føroyskum sjógvi. Her kanst tú læra nógv um lívið í sjónum.
Hevur tú hug at læra um standmyndir og forvitnisliga byggilist og samstundis ganga góðar túrar í Havnini? So kanst tú fara á standmyndaveiðu við faldaranum Standmyndaveiða – 6 túrar runt í Havnini. Í faldaranum eru góð ráð til, hvussu vaksin og børn kunnu fyrireika seg til túrarnar og til uppfylgjandi aktivitetir. Talan er um seks ymiskar túrar runt í Havnini við kortum, myndum, frágreiðingum og kveikjandi uppgávum.
Les ella tak faldaran niður her: