Eg vil hava tiltak við í ólavsøkuskránna

Skipar tú fyri tiltaki á ólavsøku, kanst tú fáa tiltakið við í ólavsøkuskránna. Harafturat kanst tú sjálv leggja tiltakið út á tiltakskalendaran Tímin. Tað er bæði ómakaleyst og ókeypis.

Send tiltak til ólavsøkuskránna á Vanganum

Skráset tiltak á tímin.fo

Gev gætur, at matskráir, upplatingartíðir hjá handlum og líknandi kunning hvørki eru partur av ólavsøkuskránni ella tiltakskalendaranum.

Freistin at senda tilfar til ólavsøkuskránna er 1. juli 2024.



Soleiðis lýsir tú fyri tínum tiltaki
Send tilfar til ólavsøkuskránna

Send okkum tilfarið á Vanganum. Á Vanganum skalt tú millum annað greiða frá, nær og hvar tiltakið verður.

Send tiltak til ólavsøkuskránna á Vanganum

Rita inn við Samleikanum. Tú fært eina kvittan í MínBoks, tá tú hevur søkt. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Skráset tiltakið á tímin.fo

Tú ert vælkomin at lýsa við tínum tiltaki á tímin.fo. Tað er bæði ómakaleyst og ókeypis. 

Skráset tiltak á tímin.fo

Á tímin.fo skalt tú stovna tær ein brúkara. Tað tekur vanliga ein til tveir minuttir at skráseta seg. Tá ið tú hevur skrásett teg, kanst tú byrja at leggja tiltøk út.

Fyri at leggja títt tiltak út á Tíman, mást tú hava eina hóskandi mynd, og tú mást knýta tiltakið at adressuni, har tiltakið gongur fyri seg.

Tað er harafturat ein treyt, at tiltakið hevur ein ítøkiligan fyriskipara, sum fólk og myndugleikar kunnu seta seg í samband við, um spurningar taka seg upp. Tað vil siga, at tú mást upplýsa títt navn ella navnið á tínum felagsskapi, tína adressu og telefonnummar. Tað eru bara navnið og telefonnummarið, ið eru sjónlig í kalendaranum.

Væntar nakað í tínari tiltakslýsing, tá tú hevur sent til góðkenningar, greiðir ritstjórnin á Tímanum tær frá, hvat tú mást rætta.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Hevur tú av onkrari orsøk trupult við at nýta Vangan og aðrar talgildar tænastur, kanst tú taka umsóknarblaðið niður niðanfyri, fylla tað út og senda tað til torshavn@torshavn.fo. Minst til at skriva »Tilfar til ólavsøkuskránna 2024« í evnisteigin á teldupostinum.

Umsókn um tiltak til ólavsøkuskránna 2024

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15