Almenn hoyring
Uppskot til serstaka byggisamtykt fyri neyst í Kollafirði
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 24. oktober 2024 uppskot um serstaka byggisamtykt fyri neystaøkir í Kollafirði. Uppskotið snýr seg um at nágreina hvørji neystaøkir í Kollafirði framyvir kunnu loyva lutvísa innrættan til frítíðarhús í neystum.
Í uppskotinum verður víst á hesi sjey neystaøkini:
- Við Sjógv
- Á Lygnnesi
- Á Lygnnesi, har serstøk byggisamtykt, ið loyvir frítíðarhúsum, er galdandi
- Við Kópastein
- Á Signabø
- Við bátabrúgvarnar á Signabø
- Á Kjalnesi
Ítøkiliga er uppskotið ein víðkan fyri økið, har serstøk byggisamtykt síðani 2022 hevur loyvt partvísa innrætting til frítíðarbústaðir í neystum á Lygnnesi. Sostatt snýr uppskotið seg um at broyta hesa serstøku byggisamtyktina, soleiðis at hon umframt økið á Lygnnesi framyvir eisini umfatar onnur neystaøkir í Kollafirði og Signabø.
Tilfarið sært tú her:
- Uppskot til serstaka byggisamtykt fyri neystaøkir í Kollafirði
- Fylgiskjal - áðrenn broyting
- Fylgiskjal - eftir broyting
- Ásetingar við markeraðum broytingum
- Galdandi serstaka byggisamtyktin fyri neystaøki í Kollafirði
Tilfarið, sum lýsir uppskotið um broyting av serstøku byggisamtyktini, liggur frammi á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 7. november 2024 til 19. desember 2024.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 19. desember 2024.