ALMENN HOYRING
Serstøk byggisamtykt fyri parkeringshús við Bøkjarabrekku
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. juni 2022 uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 410a, 411d, 413a og 413b, Tórshavn.
Uppskotið er gjørt í smb. við ætlanir um at byggja parkeringshús og íbúðir í økinum.
Tilfar, sum lýsir uppskotið til nýggju serstøku byggisamtyktina, liggur frammi á kommunalu heimasíðuni og í Snarskivuni frá 7. juli 2022 til 25. september 2022.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 25. september 2022.