Almenn hoyring

Serst. byggisamtykt fyri íbúða- og vinnubygning við parkeringskjallara í Bøkjarabrekku

Mynd

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 30. mai 2024 uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 410a, 411d, 413a og 413b, Tórshavn.

Uppskoti er gjørt í samband við ætlanir um at byggja íbúða- og vinnubygning við parkeringskjallara í økinum.

Tilfar, sum lýsir uppskotið til nýggju serstøku byggisamtyktina, liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 14. juni 2024 til 16. august 2024.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 16. august 2024.