Lurta
Almenn hoyring

Nýggj serstøk byggisamtykt millum Skotarók og Oyggjarvegin

Skótarók Klipt

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 24. apríl 2024 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 1235a, 1378, 1233a og 1233b, Tórshavn.

Uppskotið snýr seg um at skipa økið til bústaðarbygging.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggju serstøku byggisamtyktina millum Skotarók og Oyggjarvegin liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 7. mai 2024 til 18. juni 2024.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 18. juni 2024.