ALMENN HOYRING

Endurskoðan av serstøku byggisamtyktini fyri Kollafjørð

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. juni 2022 uppskot um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Kollafjørð.

Uppskotið um endurskoðanina fevnir í høvuðsheitum um broytingar og tillagingar av býarskipanini.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Kollafjørð liggur frammi á kommunalu heimasíðuni og í Snarskivuni frá 11. august 2022 til 22. september 2022.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 22. september 2022.