Almen hoyring

Endurskoðan av byggisamtyktini fyri Kirkjubø

Kirkjubøur-kringsýnismynd-til-hoyring

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 21. mars 2024 uppskot um endurskoðan av
byggisamtyktini fyri Kirkjubø.

Uppskotið um endurskoðan fevnir um broytingar og tillagingar av býarskipanini, millum annað soleiðis, at ásetingar í størri mun samsvara við almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu og hinar bygdirnar í kommununi. 

Tilfarið, sum lýsir uppskotið um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Kirkjubø, sært tú her:

Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 22. november 2024 til 29. januar 2025.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 29. januar 2025.