Almenn hoyring

Broyting í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 30. mai 2024 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu, soleiðis at krøvini til løðistøðir verða herd, í samband við bygging og umvæling.

Uppskotið snýr seg um at broyta ásetingar fyri parkering, soleiðis at krøvini lýst niðanfyri framyvir vera galdandi:

Slag av bygningi

Krav

Nýggjur íbúðarbygningur við fleiri enn
10 parkeringsplássum

Fyrireiking av innleggingum til øll parkeringsplássini

Nýggjur bygningur, sum ikki er íbúðarbygningur, við fleiri enn 10 parkeringsplássum

Uppsetan av minst einari løðistøð og innlegging til minst 20% av parkerings­plássunum

Størri umbygging av íbúðarbygningi við fleiri
enn 10 parkeringsplássum

Innlegging til øll umvældu parkerings­plássini

Størri umbygging av bygningi, sum ikki
er íbúðarbygningur

Uppsetan av minst einari løðistøð og innlegging til minst 20% av umvældu parkeringsplássunum

 

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini, liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 6. juni 2022 til 18. juli 2024.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 18. juli 2024.