Almenn hoyring

Broyting av serstøku byggisamtykt nr. 7

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 20. juni 2024 uppskot um at broyta serstøku byggisamtykt nr. 7, sum er galdandi fyri økið millum Hoyvíksvegin og Yviri við Strond.

Uppskotið snýr seg um at strika ásetingar fyri byggilinjur, soleiðis at 6 m byggilinjan fram við R.C. Effersøesgøtu og Gripsvegnum, og 25 m byggilinjan vestan fyri Yviri við Strond, verður avtikin.

Niðanfyri sæst tekstbrotið við reyðum, sum sambært broytingini verður strikað:

Endamálið er at dagføra, soleiðis at serstaka byggisamtyktin ikki er í stríð við verandi bygging. Harafturat vísir byggisamtyktin til eitt fylgiskjal (Kortskjal I), ið ikki er partur av byggisamtyktini longur.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av serstøku byggisamtykt nr. 7, liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 26. juni 2024 til 21. august 2024.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 21. august 2024.