Almenn hoyring

Broyting av byggisamtykt fyri matr. nr. 2a, 2b, 2c og 20, Velbastaður

Velbastaður Matr. 2A, 2B, 2C Og 20

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 19. september 2024 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 2a, 2b, 2c og 20, Velbastaður.

Vegna broytta nýtslu snýr uppskotið seg fyrst og fremst um at broyta byggisamtyktina:

  • fyri part av matr. nr. 2a, frá J-øki ætlað bóndahúsum og H-øki ætlað frílendi til B-sethúsaøki

Harafturat snýr uppskotið seg eisini um at rætta grannamørk soleiðis at byggisamtyktarmørk fylgja matrikkulmørkum, og broytir uppskotið tí byggisamtyktina:

  • fyri part av matr. nr. 2a, frá B-øki til H-øki (umleið 27 m²)
  • fyri part matr. nr 20, frá J-øki til B-øki (umleið 13 m²)
  • fyri part matr. nr 2c, frá J-øki til B-øki (umleið 3,5 m²)
  • fyri part matr. nr 2b, frá H-øki til B-øki (umleið 1,5 m²)

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av byggisamtyktini fyri Velbastað, liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 27. september til 8. november 2024.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 8. november 2024.