Hoyringar
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 28. november 2024 uppskot um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Hest.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 19. september 2024 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 186, 187, 188, 190 191b, 192, 193, 195 og 201, Tórshavn.
Uppskotið um endurskoðan fevnir um broytingar og tillagingar av býarskipanini, millum annað soleiðis, at ásetingar í størri mun samsvara við almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu og hinar bygdirnar í kommununi.
Uppskotið snýr seg um at nágreina, hvørji neystaøkir í Kollafirði framyvir kunnu loyva lutvísa innrættan til frítíðarhús í neystum.
Tórshavnar býráð samtykti á heysti 2024 eitt uppskot til skeltisreglugerð fyri alla kommununa. Skeltisreglugerðin liggur til almenna hoyring í 6 vikur.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 27. apríl 2023 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina og gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 56as og 82, Kirkjubøur (Argir), í smb. við ætlanir um at byggja nýtt sjósavn í økinum. Endamálið er at útvega Sjósavninum neyðugt pláss. Í hesum sambandi varð somuleiðis samtykt at heimila umsitingini at tillaga byggisamtyktarøkið um neyðugt.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 19. september 2024 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 2a, 2b, 2c og 20, Velbastaður.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 30. mai 2024 uppskot um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Nólsoy.