Skift lækna
Tað er ókeypis at skifta lækna í Føroyum. Fortreytin fyri at skifta lækna er tó, at ein læknaviðtala er opin fyri nýggjum borgarum.
Tað er ókeypis at skifta lækna í Føroyum. Ynskir tú at skifta lækna, skalt tú ringja til Heilsutrygd á telefon 61 40 00 ella senda ein teldupost til heilsutrygd@heilsutrygd.fo.
Læknaskifti er treytað av, at viðtalurnar hava opið fyri tilmelding. Á heimasíðuni hjá Heilsutrygd sært tú, hvørjar læknaviðtalur eru opnar fyri nýggjum borgarum. Viðtalur, ið eru opnar fyri nýggjum borgarum, eru frámerktar »(Opin)« á heimasíðuni hjá Heilsutrygd.
Flytir tú millum kommunur, skalt tú minnast til at velja lækna. Tá tú hevur boðað kommununi frá flyting, og flytingin er skrásett í fólkayvirlitinum, sendir Heilsutrygd tær eitt bræv um at velja lækna í nýggja læknadøminum. Vel ein av læknunum í brævinum og send brævið aftur til Heilsutrygd.
Vilt tú sjálv sleppa at velja tær ein lækna, mást tú syrgja fyri at velja lækna innan tríggjar vikur. Velur tú ikki lækna innan ásettu freistina, velur Heilsutrygd lækna fyri teg. Velur Heilsutrygd lækna fyri teg, fært tú eitt bræv sendandi við kunning um, hvønn lækna tú hevur fingið.
Tá tú boðar frá flyting til eina føroyska kommunu úr útlondum, verður tín flyting skrásett í Landsfólkayvirlitinum. Tá tú ert skrásett í Landsfólkayvirlitinum, sendir Heilsutrygd tær eitt bræv til tín nýggja bústað við áheitan um at velja lækna.
Minst til, at tú skalt velja lækna innan tríggjar vikur, um tú sjálv vilt sleppa at velja lækna. Velur tú ikki lækna innan ásettu freistina, velur Heilsutrygd lækna fyri teg. Velur Heilsutrygd lækna fyri teg, fært tú eitt bræv sendandi við kunning um, hvønn lækna tú hevur fingið.