Heilsa og sjúka í dagstovninum
Her fært tú nøkur ráð til, hvussu tú skalt bera teg at, um títt barn gerst sjúkt í dagstovninum, og hvussu títt barn sleppur undan smittu. Vit greiða tær eisini frá, hvussu mannagongdirnar og reglurnar eru viðvíkjandi sjúku og heilsu á dagstovnunum í Tórshavnar kommunu. Ikki minst mannagongdirnar í sambandi við COVID-19 farsóttini.
Títt barn kann ikki koma á stovn, um tað er sjúkt, hevur fepur ella er illa fyri. Barnið skal kunna vera við í vanliga gerandisdegnum á stovuni og í tí dagliga virkseminum, sum fer fram. Samstundis er ynskiligt at verja børnini og námsfrøðingarnar á stovninum móti smittubreiðslu.
Vit ynskja, at tú sum foreldur sigur frá, um barnið ikki kemur á stovn vegna sjúku, og at tú sigur okkum, hvat bagir, so vit hava møguleika fyri at verja hini børnini móti smittu. Stovnar hava bert møguleika fyri at geva heilivág í serligum førum.
Verður títt barn illa fyri, meðan tað er á stovni, geva vit tær boð um at heinta barnið. Barnið hevur best av at vera heima hjá sínum nærmastu, tá tað er illa fyri.
Tað er altíð eitt gott hugskot at tryggja gott handreinføri, tá tú hevur børn á stovni ella arbeiðir á stovni. Ein góð tummilsregla er, at tú skalt vaska hendur, hvørja ferð tú kemur inn ella fert út og áðrenn hvørja máltíð.
Koronasmittan breiðir seg sum oftast, tá nógv fólk savnast. Sjúkan smittar millum annað við lógvataki og smáum dropum frá hosta og njósi. Ansa eftir tær sjálvum og øðrum við at fylgja ráðunum frá koronatilbúgvingini:
- hav gott handreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar
- spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu
- hosta ella njós í ermuna; ikki í hendurnar
- avmarka kropsligt samband við onnur; til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss
- hav gott reinføri bæði heima og til arbeiðis
- ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast
- minst til altíð at halda frástøðu. Hetta er millum annað serliga galdandi við vitjanum á ellis- og røktarheimum, sjúkrahúsum ella hjá fólki í vandabólki
- minst til, at vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava
- ver varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á koronavirus, til dømis hosta og fepur, og ver heima, um tú kennir okkurt á tær