Venjing í Kollafirði

Ert tú fólkapensjonistur í Tórshavnar kommunu, og hevur tú hug at gera okkurt gott fyri heilsuna og samstundis hava eina góða og stuttliga løtu saman við øðrum, kanst tú melda teg til venjingartilboðið í fimleikarhøllini í Kollafjarðar skúla.



Venjing í ítróttarhøllini í Kollafjarðar skúla
Hvør hevur møguleika fyri at vera við?

Venjingin er fyri fólkapensjónistar, sum ynskja at gera okkurt gott fyri heilsuna og samstundis hava eina góða løtu saman.

Hvussu meldi eg meg til?

Tú noyðist ikki at melda teg til. Tú skalt bara møta upp í fimleikahøllini í Kollafirði týsdag ella hósdag kl. 13.30 til 14.30.

Hvat er endamálið við venjingini?

Endamálið er at betra javnvágina og at økja tína styrki og konditión fyri at geva tær vælveru og lívsgleði og fyri at fyribyrgja lívsstílssjúkum og at detta.

Hvussu gongur venjingin fyri seg?

Vit byrja við at hita upp. Síðan spæla vit ymisk spøl ella gera venjingar, har vit leggja dent á, at øll kunnu vera við.

Tú gert sjálv av, hvussu nógv tú leggur fyri, og tú hevur møguleika fyri at venja í samráði við venjaratoymi frá Heilsu- og umsorganartænastuni.

Nær er venjingin?

Vit venja týsdagar kl. 13.30 – 14.30 og hósdagar kl. 13.30 - 14.30 í fimleikahøllini í Kollafjarðar skúla.

Hvussu leingi varir hvør venjing?

Hvør venjing varir ein tíma.

Hvat skal eg hava við mær?

Tú skalt hava innanduraskógvar og klæðir við, sum eru góð at røra seg í.

Hvussu nógv kostar venjingin?

Mánaðarligi kostnaðurin er:

  • 170 kr. fyri tvær venjingar um vikuna
  • 130 kr. fyri eina venjing um vikuna

Tú rindar við bankaflyting. Peningin flytir tú á kontu 9181-2003688 ella á kontu 6460-2203423. Minst til at viðmerkja títt navn og at viðmerkja »Kollafj« (Kollafjørður).

Uppsøgn og avboð

Tú noyðist ikki at melda avboð, um tað ikki liggur fyri hjá tær at møta upp onkran dag.

Ynskir tú ikki at venja í fimleikahøllini í Kollafirði longur, kanst tú boða okkum frá til venjingina. Tú kanst eisini ringja til Heilsuhúsið á tel. 30 20 00 ella senda ein teldupost til heilsuhusid@torshavn.fo. Tá tú meldar teg frá venjingini, steðgar tú við at rinda fyri venjingina.

Hevur tú spurningar til okkara?

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við móttøkuna í Heilsuhúsinum við at ringja á tel. 30 20 00 ella senda ein teldupost til heilsuhusid@torshavn.fo.

Heilsuhúsið
Heilsuhúsið

Brekkutún 1, 188 Hoyvík

Les um Heilsu- og umsorganartænastuna

heilsuhusid@torshavn.fo

Tel. 30 20 00

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag8-15.30
Fríggjadag8-15.00