Venjing í Badmintonhøllini

Ert tú fólkapensjonistur í Tórshavnar kommunu, og hevur tú hug at gera okkurt gott fyri heilsuna og samstundis hava eina góða og stuttliga løtu saman við øðrum? So kanst tú melda teg til heilsufremjandi venjingartilboðið í Badmintonhøllini í Havn.



Venjing í Badmintonhøllini í Gundadali
Hvør hevur møguleika fyri at vera við?

Venjingin í Badmintonhøllini er fyri menn og kvinnur eldri enn 67 ár, sum ynskja at gera okkurt gott fyri heilsuna og samstundis hava eina góða løtu saman við øðrum.

Hvussu meldi eg meg til?

Tað er ikki neyðugt við tilmelding. Um tú hevur hug at luttaka so er bara at møta upp.

Hvat er endamálið við venjingini?

Endamálið er at betra javnvágina og at økja tína styrki og konditión. Hetta kann virka til at geva tær vælveru og lívsgleði og fyribyrgja lívsstílssjúkum og føllum.

Hvussu gongur venjingin fyri seg?

Vit byrja við at hita upp. Síðan spæla vit ymisk spøl ella gera venjingar, har vit leggja dent á, at øll kunnu vera við. Hvør venjing endar við einari hugnaløtu við kaffi, te, vatni og frukt, har prátið vanliga gongur væl.

Tú gert sjálv av, hvussu nógv tú leggur fyri, og tú hevur møguleika fyri at venja í samráði við venjaratoymi frá Heilsu- og umsorganartænastuni.

Nær er venjingin?

Venjingartíðirnar eru hesar:

  • Mikudag kl. 9 og kl. 10.15.
  • Fríggjadag kl. 10.15.
Hvussu leingi varir hvør venjing?

Venjingin varir fimm korter. Síðan hava vit hugnaløtu saman.

Hvat skal eg hava við mær til venjing?

Tú skalt hava innanduraskógvar og klæðir við, sum eru góð at røra seg í.

Hvussu nógv kostar venjingin?

Kostnaðin fyri venjingina finnur tú á leinkjuni niðanfyri um brúkaragjøld. 

Brúkaragjøld í Tórshavnar kommunu

Tú rindar við bankaflyting. Peningurin skal flytast á kontu 9181-2003688 ella á kontu 6460-2203423. Minst til at viðmerkja títt navn og at viðmerkja »bad« (Badmintonhøllin).

Uppsøgn og avboð

Tú noyðist ikki at melda avboð, um tað ikki liggur fyri hjá tær at møta upp onkran dag.

Ynskir tú ikki at venja í Badmintonhøllini longur, kanst tú boða okkum frá til venjingina. Tú kanst eisini ringja til Heilsuhúsið á tel. 30 20 00 ella senda ein teldupost til heilsuhusid@torshavn.fo. Tá tú meldar teg frá venjingini, steðgar tú við at gjalda fyri venjingina.

Onnur kunning

Les meira um venjingartilboðið í Badmintonhøllini fyri allar fólkapensjónistar í okkara faldara um venjing og samveru.

Venjing og samvera

Hevur tú spurningar til okkara?

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við móttøkuna í Heilsuhúsinum við at ringja á tel. 30 20 00 ella senda ein teldupost til heilsuhusid@torshavn.fo.

Heilsuhúsið
Heilsuhúsið

Brekkutún 1, 188 Hoyvík

Les um Heilsu- og umsorganartænastuna

heilsuhusid@torshavn.fo

Tel. 30 20 00

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag8-15.30
Fríggjadag8-15.00