Skriva inn í forskúla

Øll børn kunnu byrja í forskúla í august mánaða í sama álmanakkaári, tey fylla seks ár. Gev gætur, at vilt tú skriva barnið inn í forskúlalíknandi tilboðið í Nólsoy ella í Velbastaðar skúla, skalt tú venda tær til leiðsluna í viðkomandi skúla.

Skriva inn í forskúla

Innskrivingin til skúlaárið 2025/26 letur upp mikudagin 11. desember 2024 klokkan 12 og er opin til og við mikudagin 15. januar 2025.

Rita inn við Samleikanum. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum. 

Gev gætur, at innskrivingardagurin ikki hevur nakað at siga fyri upptøkuna av børnum í skúlarnar. Tað vil siga, at tað hevur einki at siga, hvør skrivar sítt barn inn fyrst. Tú skalt bara syrgja fyri at skriva barnið inn, áðrenn innskrivingarfreistin er farin.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo) 


Forskúlar í Tórshavnar kommunu

Seks forskúlar eru í Tórshavnar kommunu. Harafturat eru forskúlalíknandi tilboð í Nólsoy og í Velbastaðar skúla. Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar forskúlarnir eru í kommununi. Trýst á frámerkini fyri at kunna teg nærri um einstøku skúlarnar.

 

Hesir skúlar hava forskúlar og forskúlalíknandi tilboð:

  • Frískúlin Lítliskúli
  • Kaldbaks skúli
  • Kollafjarðar skúli
  • Nólsoyar skúli (forskúlalíknandi tilboð)
  • Sankta Frans skúli
  • Skúlin á Argjahamri
  • Skúlin á Fløtum
  • Velbastaðar skúli (forskúlalíknandi tilboð)


Soleiðis gert tú
Rita inn við Samleikanum

Rita inn í pláss-skipanina við Samleikanum. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Skriva inn í forskúla

Pláss-skipanin er tengd at postskipanini MínBoks og sendir tær kvittanir fyri tað, tú hevur gjørt í skipanini. Tá ið tú hevur stovnað tær Samleikan, fært tú atgongd til tína MínBoks á Vanganum. 

Fá tær Samleikan (samleikin.fo) 

Vel spjaldrið við navninum á barninum

Í erva á byrjanarsíðuni sært tú eitt spjaldur við navninum á tínum barni. Trýst á navnið, so sleppur tú framat innskrivingini.

Vel sjálvgreiðsluna

Nú velur tú »Sjálvgreiðsla«:

Vel røttu dagfestingina í álmanakkanum

Í álmanakkanum skalt tú áseta byrjanardagin til 16. august 2024. Tað er umráðandi, at tú ásetir rætta byrjanardagin, tí annars fært tú ikki røttu valmøguleikarnar fram á skíggjan.

Finn rætta tilboðið í listanum

Nú skal tú velja, hvønn skúla og frítíðarskúla, tú vilt skriva barnið inn í.

Tá tú hevur trýst á »Vel stovn«, sært tú allar valmøguleikarnar á einum lista. 

Her finnur tú tann forskúlan, skúlan og frítíðarskúlan, tú leitar eftir. Skúlarnir eru skipaðir eftir stavraðnum. Síðan velur tú júst tað tilboðið, tú ætlar tær.

Tú kanst velja at skriva barnið inn til fylgjandi tilboð:

  • Forskúla
  • Forskúla og frítíðarskúla
  • Skúla
  • Skúla og frítíðarskúla 1. og 2. flokkur
  • Frítíðarskúla hjá 3. flokki

Tá tú hevur valt rætta tilboðið, leitar skipanin eina løtu, til plássið er funnið.

Fyll sambandsupplýsingarnar út og vátta innskriving

Tá tú hevur valt rætta tilboðið, letur nýggjur gluggi seg upp, og tú verður spurd um at fylla út nakrar teigar við sambandsupplýsingum hjá hinum foreldrinum. Fyll sambandsupplýsingarnar út og trýst á »Goym«.

Gev gætur, áðrenn tú trýstir á »goym«Gongur barn títt í barnagarði, og skrivar tú tað inn í forskúla ella skúla, verður plássið í barnagarðinum sagt upp, tá tú trýstir á »goym«. Orsøkin er, at tað letur seg ikki gera at hava pláss í barnagarði og skúla í senn.

Tá tú skrivar barnið inn í skúla frá 16. august 2024, verður plássið í barnagarðinum sagt upp við virknað frá 15. august 2024. Hetta verður eftirfylgjandi rættað av umsitingini til 31. juli 2024. Angrar tú, at tú hevur sagt plássið í barnagarðinum frá tær, og ynskir tú at fáa pláss í barnagarði aftur, mást tú skriva teg upp av nýggjum í pláss-skipanini.

Fyrireika teg til at skriva barnið inn í skúla
Ber til at skriva barnið inn í forskúla, hóast barnið ikki hevur føroyskt p-tal?

Ja. Búgva tit til dømis uttanlands, og skulu tit flyta til Tórshavnar kommunu, ber til at skriva barnið inn, hóast tað ikki hevur fingið føroyskt p-tal enn. Tá skulu tit útvega barni tykkara eitt TK-tal frá Tórshavnar kommunu, sum tit kunnu brúka, tá tit skriva barnið inn í skúla í talgildu pláss-skipanini.

Kunna teg nærri á síðu okkara um TK-tal:

TK-tal

Tosa við barnagarðin um at fara í forskúla

Spyr leiðaran og námsfrøðingarnar í barnagarðinum um skiftið úr barnagarði í forskúla. Summir barnagarðar hava mannagongdir fyri, hvussu børnini best fyrireikast til at fara í skúla.

Finn dagstovn

Kunna teg um, hvar forskúlarnir eru í Tórshavnar kommunu

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar forskúlarnir eru. Skriva tín bústað í leititeigin, so sært tú, hvør forskúli er næstur tínum bústaði. Trýstir tú á frámerkini á kortinum, verður tú beind víðari til heimasíðuna hjá einstaka forskúlanum og kanst lesa meira um virksemið á skúlanum.

Tak lut á kunningarfundum á skúlunum

Summir skúlar skipa fyri kunningarfundi í januar mánaða, áðrenn freistin fyri innskriving í skúlarnar er farin. Kunna teg nærri á heimasíðunum hjá skúlunum.

Finn skúla

Mítt barn skal byrja seinni í forskúla

Børn kunnu bíða við at byrja í forskúla, til tey eru eldri enn seks ár. Kunna teg nærri á síðu okkara um útsetan av skúlabyrjan. Har kanst tú eisini lesa meira um, hvussu tú kannar, um títt barn skal byrja seinni í skúla.

Eg vil útseta skúlabyrjan

Eru bíðilistar til forskúlarnar?

Ja. Hevur tú skrivað títt barn inn í skúla og fingið boð frá Mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu um, at einki pláss er tøkt, bjóða vit tær pláss á bíðilistanum til skúlan, tú hevur ynskt. Verður pláss tøkt, fært tú boð frá skúlanum.

Treytir fyri bíðilistar til skúlar

Bíðilistarnir til forskúla og 1. flokk fylgja somu leiðreglum, sum tá børn fáa pláss í skúla. Leiðreglurnar finnur tú við at trýsta á leinkið niðanfyri. Hevur tú aðrar spurningar um bíðilistar til skúlarnar, kanst tú venda tær til viðkomandi skúlarnar, sum umsita bíðilistarnar.

Leiðreglur fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar

Finn skúla

Eg ynski, at mítt barn skal ganga í frítíðarskúla

Frítíðarskúlarnir eru fyri børn í forskúla til og við 3. flokk. Ynskir tú, at títt barn skal ganga í frítíðarskúla, skalt tú sjálv syrgja fyri at skriva barnið inn í sambandi við skúlainnskrivingina. Tá ið tú skrivar títt barn inn í skúla, velur tú, um barnið skal í frítíðarskúla ella ikki.

Tú kanst ikki velja ein og hvønn frítíðarskúla. Frítíðarskúlarnir eru skipaðir soleiðis, at hvør frítíðarskúli tekur børn inn úr ávísum skúla. Tað vil siga, at valið av frítíðarskúla er tengt at skúlavalinum.

Tað er ikki neyðugt at skriva børnini, sum frammanundan ganga í frítíðarskúla, inn av nýggjum á hvørjum ári. Vilt tú hinvegin siga plássið í frítíðarskúla frá tær komandi skúlaár, kanst tú rita inn pláss-skipanina og siga plássið upp har. Tú fært atgongd til pláss-skipanina frá síðu okkara um uppsøgn av frítíðarskúla:

Skriva inn í frítíðarskúla

Sig upp frítíðarskúla

Nær fái eg at vita, hvørjum skúla mítt barn er upptikið á?

Tú fært svar frá skúlanum í februar mánaða, um pláss er á skúlanum.

Hevur skúlin ikki pláss fyri tínum barni, fært tú skrivlig boð frá Mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu. Er pláss í einum av hinum skúlunum, kanst tú taka av plássi í forskúla har.

Í hesum sambandi geva vit tær møguleika fyri at skriva barnið upp á bíðilista til skúlan, sum tú hevur ynskt.

Hvar kann eg fáa meira at vita um skúlabyrjan?

Set teg í samband við skúlan fyri at fáa meira at vita um skiftið úr barnagarði í forskúla.

Finn skúla

Hvørjum skúla skal mítt barn ganga í?
Skúlaval

Skúlarnir hava upptøkuøki

Bæði skúlarnir í miðstaðarøkinum og smáu skúlarnir á bygd hava upptøkuøki. Tó er tað soleiðis, at meðan mørkini fyri upptøkuøkini í miðstaðarøkinum kunnu flyta seg frá einum ári til tað næsta, tí tey verða lagað eftir talinum á børnum í økjunum, so eru upptøkuøkini fyri smærri skúlarnar føst (Kollafjarðar skúli, Kaldbaks skúli, Velbastaðar skúli og Nólsoyar skúli). Bara tey, sum búgva í hesum økjunum, kunnu skrivast inn í skúlarnar, sum hoyra til økini:

  • Velbastaðar skúli er til næmingar búsitandi í Kirkjubø og á Velbastað
  • Kaldbaks skúli er til næmingar búsitandi í Kaldbak og í Kaldbaksbotni
  • Nólsoyar skúli er til næmingar búsitandi í Nólsoy
  • Kollafjarðar skúli er til næmingar búsitandi í Kollafirði, í Signabø og á Oyrareingjum

Tá tilgongdin til ein skúla er størri enn talið av tøkum plássum, verða plássini lutað út við støði í politiskt samtyktum leiðreglum, sum tú finnur leinki til niðast á hesari síðuni.

Forskúlar í Tórshavnar kommunu

Forskúlar eru ikki í øllum skúlum. Sostatt er ikki pláss í forskúlunum fyri øllum seks ára gomlum børnum í Tórshavnar kommunu. Plássini eru býtt soleiðis:

  • Sankta Frans skúli hevur pláss fyri 48 forskúlabørnum
  • Skúlin á Argjahamri hevur pláss fyri 48 forskúlabørnum
  • Skúlin á Fløtum hevur pláss fyri 72 forskúlabørnum
  • Lítliskúli hevur pláss fyri 18 forskúlabørnum
  • Nólsoyar skúli hevur pláss fyri seks ára gomlu børnunum, sum búgva í Nólsoy
  • Kaldbaks skúli hevur pláss fyri seks ára gomlu børnunum, sum búgva í Kaldbak og í Kaldbaksbotni
  • Velbastaðar skúli hevur pláss fyri teimum seks ára gomlu børnunum, sum búgva á Velbastað og í Kirkjubø

Forskúlalíknandi tilboðini í Nólsoy og í Velbastaðar skúla eru skipað samstarv millum dagstovn og skúla. Endamálið er at geva børnunum eitt gott og samanhangandi tilboð, har fakliga grundarlagið hjá lærarum og námsfrøðingum stuðla upp undir eitt tvørfakligt undirvísingar- og frítíðartilboð. Børnini eru í skúlanum tveir tímar um dagin og á dagstovninum restina av degnum.

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar skúlarnir og upptøkuøkini eru í Tórshavnar kommunu. Tøppa tín bústað inn í leititeigin á kortinum, so sært tú, hvørjum upptøkuøki tit búgva í, og hvønn skúla tit hoyra til. 

Tá tú skrivar títt barn inn í forskúla, skalt tú velja, um barnið skal í frítíðarskúla ella ikki. Tú kanst ikki velja ein og hvønn frítíðarskúla: Frítíðarskúlarnir eru skipaðir soleiðis, at hvør frítíðarskúli tekur børn inn úr ávísum skúla. Tað vil siga, at valið av frítíðarskúla er tengt at skúlavalinum.

Leiðreglur fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar

Flyt skúla ella tilflytari

Gestanæmingar

Hvussu fái eg at vita, hvønn flokk mítt barn kemur í?

Tað er skúlin, sum ger av, hvønn flokk barnið fer í. Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til skúlan, tú hevur skrivað barnið upp til.

Finn skúla

Hent at vita um talgildu innskrivingina
Fortreytir fyri upptøku av tínum barni

Vit royna altíð at lata barnið sleppa í skúla so nær heiminum sum gjørligt. Búgva stórir árgangir av børnum nærindis einum ávísum skúla, kunnu vit tó vera noydd at flyta næmingar í annan skúla enn tann, sum er næstur heiminum.

Vit taka avgerð um pláss við støði í hesum meginreglum:

Forskúli

  1. Innskrivingin er komin, áðrenn freistin er farin
  2. Barnið hevur systkin í skúlanum
  3. Barnið býr í upptøkuøkinum hjá skúlanum

1. flokkur

  1. Barnið gongur í forskúla í skúlanum
  2. Innskrivingin er komin, áðrenn freistin er farin
  3. Barnið hevur systkin í skúlanum
  4. Barnið býr í grundupptøkuøkinum hjá skúlanum
  5. Onnur serlig viðurskifti
Hvør kann skriva eitt barn upp?

Treytirnar fyri at skriva títt barn inn í skúla eru hesar:

  • Tit mugu vera búsitandi í Tórshavnar kommunu
  • Tú mást hava foreldramyndugleikan yvir barninum
  • Tú og barnið mugu vera skrásett á sama bústaði 

Búgva tit uttanlands ella í aðrari kommunu, og skulu tit flyta til Tórshavnar kommunu, kunnu tit flyta skúla. Les meira á síðu okkara um at flyta skúla.

Flyt skúla/tilflytari

Fái eg angrað mítt val av skúla?

Tú kanst søkja um at broyta títt val av skúla. Tú skalt tá fylgja somu mannagongd, sum tá tú flytur skúla.

Flyt skúla/tilflytari

Tøkniligar fortreytir fyri innskriving í skúla

Fyri at nýta talgildu innskrivingina, skalt tú í minsta lagi hava:

  • Teldu, teldil ella snildfon
  • Netsamband
  • Samleikan og MínBoks

Eigur tú onga teldu ella snildfon, ert tú vælkomin at nýta teldurnar í Snarskivuni í Havn. Adressan er Vaglið 11.

Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Innskriving uttan innritan

Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta talgildu bókingarskipanina ella Samleikan og MínBoks, kanst tú brúka umsóknarblaðið, sum tú finnur niðanfyri. Send umsóknarblaðið til torshavn@torshavn.fo. Letur tú umsóknina inn sum teldubræv, minst so til at skriva »Innskriving í forskúla« í evnisteigin.

Skriva inn í forskúla

Forskúlagjald

Forskúlagjaldið í 2024 er 993 krónur um mánaðin. Í forskúla er systkinaavsláttur, og tað vil siga, at tú rindar bara fyri tað yngsta barnið. Hevur barnið fleiri systkin, skalt tú ikki rinda fyri tey. 

Systkinaavslátturin fevnir tó ikki um frítíðarskúlan í 3. flokki.   

REGLUVERK

Fólkaskúlalógin

Lógin um fólkaskúlar (logir.fo)

Upptøkureglur

Leiðreglurnar fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar sært tú her:

Leiðreglur fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar

Mentamáladeildin
Mentamáladeildin

Vaglið 1, 100 Tórshavn

Les um Mentamáladeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15