Mítt barn trívist ikki í skúlanum

Stúrir tú fyri trivnaðinum, menningini ella heilsuni hjá tínum barni, kanst tú leita tær ráð hjá teimum serfrøðingunum, sum eru knýttir at skúlanum hjá tínum barni.

Í skúlanum kanst tú millum annað fáa ráðgeving frá lærara, námsfrøðingi ella heilsufrøðingi, ivast tú í, um títt barn mennir seg, sum tað eigur.



Fá vegleiðing um trivnaðin, menningina og heilsuna hjá tínum barni
Bílegg eina óformliga samrøðu

Stúrir tú fyri trivnaðinum hjá tínum barni, kanst tú biðja um eina samrøðu við flokslæraran hjá barninum ella heilsufrøðingin í skúlanum.

Finn skúla

Fá ráðgeving um heilsuna hjá tínum barni

Tú kanst fáa ráðgeving um heilsuna hjá tínum barni við at venda tær til heilsufrøðingin í skúlanum.

Børn, sum eru farin í forskúla, og børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri, fáa tilboð um fyribyrgjandi og heilsufremjandi heilsukanningar hjá skúlaheilsufrøðinginum.

Heilsufrøðingurin bjóðar vegleiðing um heilsu, menning og trivnað og ger eisini funktiónskanningar. Harafturat hevur heilsufrøðingurin persónligar samrøður við barnið, umframt bólka- og floksundirvísing við ymiskum viðkomandi evnum.

Heilsufrøðingurin eygleiðir heilsuviðurskiftini hjá einstaka barninum og metir samstundis um almennu fortreytirnar og umstøðurnar viðvíkjandi heilsuni hjá barninum. Heilsufrøðingurin vegleiðir eisini foreldrum og starvsfólkum á skúlunum.

Upplýsingar um telefonnummar, teldupost og nær heilsufrøðingurin er at hitta, finnur tú á heimasíðuni hjá skúlanum. Finn skúlan við at fylgja leinkjuni niðanfyri.

Finn skúla

Fá ráðgeving um málsligu og motorisku menningina hjá tínum barni

Tú kanst venda tær til flokslæraran hjá barninum ella til heilsufrøðingin í skúlanum, um tú hevur tørv á ráðgeving um málsligu og motorisku menningina hjá tínum barni. Tey kunnu leiðbeina tær og til dømis vísa tær til førleikastovurnar, sum eru knýttar at skúlunum.

Stúrin um eitt barn

Ert tú stúrin um eitt barn, skalt tú gera kommununa varuga við tína stúran.

Á síðuni "stúrin um eitt barn ella ungt fólk" kanst tú kunna teg nærri um, hvussu tú boðar kommununi frá, um tú heldur, at eitt barn ikki trívist.

Stúrin um eitt barn ella ungt fólk

Mentamáladeildin
Mentamáladeildin

Vaglið 1, 100 Tórshavn

Les um Mentamáladeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15