Sig upp frítíðarskúla
Tá tú hevur bókað pláss í frítíðarskúla, er plássið galdandi alt skúlaárið. Skal barnið meldast úr áðrenn, skalt tú sjálv syrgja fyri at melda títt barn úr frítíðarskúlanum. Barnið verður ikki meldað úr sjálvvirkandi. Tú sigur plássið upp í pláss-skipanini.
Sig upp frítíðarskúla
Fýri frítíðarskúlapláss í forskúla, fyrsta flokki og øðrum flokki er uppsagnarfreistin tveir mánaðir, meðan uppsagnarfreistin í 3. flokki er ein mánaða.
Uppsøgnin er galdandi frá 1. ella 15. í mánaðinum. Sigur tú til dømis eitt frítíðarskúlapláss í fyrsta flokki upp 13. februar, steðgar tú at rinda fyri plássið 15. apríl.
Tú skalt sjálv syrgja fyri at melda títt barn úr frítíðarskúlanum, tá barnið steðgar at nýta tilboðið, til dømis vegna flyting.
Uppsagnarfreistin er tveir mánaðir, tó ein mánaða fyri børn í 3. flokki, galdandi frá 1. ella 15. í mánaðinum. Hetta merkir, at tú steðgar við at rinda mánaðargjaldið tveir mánaðir eftir uppsagnardagin, sum er tann 1. ella 15. í mánaðinum.
Barnið kann halda fram í frítíðarskúlanum, inntil uppsagnartíðin er farin.
Ja. Tú kanst bóka pláss av nýggjum í bókingarskipanini.
Hevur tú spurningar um, hvussu tú sigur plássið upp, kanst tú fáa nærri vegleiðing frá Snarskivuni.
Ring til Snarskivuna á tel. 30 20 10 ella send teldupost til torshavn@torshavn.fo.
Hevur tú trupult við at nýta talgildar tænastur, kanst tú siga plássið upp við at prenta og fylla út skjalið niðanfyri og lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn.