Magnus Heinasonar gøta
100 Tórshavn
Tel. 29 21 17
fabrikkin@torshavn.fo
Leiðari Salua Manai
Tel. 28 21 19
salua@torshavn.fo
Magnus Heinasonar gøta
100 Tórshavn
Tel. 29 21 17
fabrikkin@torshavn.fo
Leiðari Salua Manai
Tel. 28 21 19
salua@torshavn.fo
Margarinfabrikkin er eitt virkishús fyri børn og ung úr 3. flokki til og við 17 ár. Vit liggja mitt í miðbýnum í Havn, og økið rundan um okkum er fult av lívi allan sólarringin. Okkara høvuðsførleiki er at skapa, stimbra og eggja børnum og ungum til at finna og menna sínar gávur og at gerast sunn, glað og virkin menniskju.
Mánadag til hósdag kl. 12-17
Fríggjadag kl. 11.30-17
Mánakvøld til hóskvøld kl. 18-22
Fríggjakvøld kl. 19-01
Leygarkvøld kl. 20-02
Í páskafrítíðini, í summarfrítíðini og í heystfrítíðini leggja kommunalu frítíðarskúlarnir sítt virksemi saman, soleiðis at ein frítíðarskúli er opin í feriuni. Hetta rópa vit fyri samanlagt virksemi. Hevur tú tørv á tí, kann títt barn sostatt fáa pláss í samanlagda virkseminum, tá frítíðarskúlarnir annars eru stongdir.
Frítíðarskúlarnir hava samanlagt virksemi hesi tíðarskeið í 2024:
Gev gætur, at heldur tú ikki umsóknarfreistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum. Tørvar tær pláss í samanløgdum virksemi, kanst tú søkja á síðu okkara um samanlagt virksemi fyri frítíðarskúlar.
Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja í Margarinfabrikkini. Starvsfólk eru altíð klár at taka ímóti tykkum í vanligu upplatingartíðini.
Tit noyðast ikki at ringja fyri at biðja um tíð. Hava tit tørv á einum práti áðrenn vitjanina, eru tit tó vælkomin at venda tykkum til Salua Manai. Send ein teldupost til salua@torshavn.fo ella ring á telefon 28 21 19. Til ber eisini at senda ein teldupost til fabrikkin@torshavn.fo ella ringja á tel. 29 21 17.
Hvønn dag gera starvsfólkini børnunum millummála. Margarinfabrikkin hevur eina matarskipan, ið hevur eitt brúkaragjald. Tað vil siga, at børnini rinda, hvørja ferð tey keypa sær millummála. Hvør máltíð kostar 7 kr., og hvørt barnið eigur ein part um dagin.
Børnini kunnu hava reiðan pening við, men limir kunnu eisini stovna eitt matkort. Tað vil siga, at foreldrini rinda eitt gjald á matkortið. Matkortið er eitt fysiskt kort, sum liggur í Margarinfabrikkini, og sum starvsfólkini umsita. Hendan møguleikan hava vit valt, so børnini ikki noyðast at hava reiðan pening við sær dagliga, og fyri at foreldrini kunnu kenna seg trygg við, at børnini fáa ein góðan millummála hvønn dag.
Vit leggja stóran dent á at geva børnunum ein mettandi millummála. Millummálin kann til dømis vera suppa við breyði, heimagjørd eplapitsa, jogurt, havragrýn, nudlur við høsnasalati, sandwich ella grønmetisspjót.
Stovnurin skipar regluliga fyri trygdarskeiðum fyri starvsfólk og leiðslu.
Foreldraráðið arbeiðir fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum.
Sum limur í foreldraráðnum kanst tú vera við til at tryggja, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært bæði innlit í og ávirkan á gerandisdagin og námsfrøðiliga leist okkara á stovninum.
Limirnir í foreldraráðnum eru eisini hugskotsgevar og eru við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum. Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.
Margarinfabrikkin er skipað við fleiri felagshølum í miðhæddini, meðan verkstøðini eru á loftinum.
Á Margarinfabrikkini eru vit skiljandi og rúma ymisleika. Vit arbeiða tilvitað fyri at skapa jalig sambond og stimbra sjálvsvirðið hjá børnunum og teimum ungu. Vit syrgja fyri at hava tey ungu so nógv við í gerandisvirkseminum og fyriskipaðu tiltøkunum, sum gjørligt. Hetta gevur teimum virðismiklar upplivingar av at hepnast.
Vit brúka fjølbroytta kreativitetin á Margarinfabrikkini sum okkara týdningarmesta námsfrøðiliga amboð, tí hetta hjálpir at menna skapandi gávurnar hjá børnunum og teimum ungu.
Margarinfabrikkin er eitt lívligt hús. Vit hava bæði skipað og spontan tiltøk. Vit eru sannførd um, at tey bestu hugskotini koma frá sjálvum børnunum og teimum ungu. Tí lurta vit altíð eftir teimum. Fyri at ganga teimum á møti og tryggja, at tey fáa orðið, hava vit millum annað barnafund eina ferð um mánaðin. Barnafundurin er demokratiskt skipaður, og øll hava møguleika fyri at siga sína hugsan.
Vit leggja okkum eftir at bjóða ymiskar verkstovur og aktivitetir gjøgnum árið. Verkstovurnar eru flest allar í húsinum, meðan onkur einkultur aktivitetur er aðrastaðni. Dømi um verkstovur eru køksfabrikk, barnayoga, seiðaberg, hipp hopp, krea, drama, spurnakapping og svimjing.
Margarinfabrikkin skipar eisini fyri fleiri árligum, almennum tiltøkum fyri bæði børn og ung. Vit skipa til dømis fyri:
Umhvørvisveiðuna skipa vit sum eina postaveiðu við ymiskum spurningum, sum snúgva seg um evnini í umhvørvisvikuni.
Eitt av endamálunum við umhvørvisveiðuni er, at børnini og tey vaksnu, sum eru við, gerast tilvitað um náttúruna. Ein partur av tiltakinum er upplýsandi, men endamálið er eisini, at børnini og tey vaksnu kunnu fáa nøkur áhugaverd prát við á vegnum.
Í Margarinfabrikkini hava vit virðing fyri hvørjum øðrum og fyri Margarinfabrikkini. Hetta merkir, at vit raðfesta ein jaligan atburð móti hvørjum øðrum, og at vit eru góð við Margarinfabrikkina. Øll, sum eru í Margarinfabrikkini skula hava eina kenslu av, at húsið er eitt gott og trygt stað at vera.
Okkara kjarnuvirðir eru:
Í Margarinfabrikkini starvast 20 starvsfólk við ymiskum útbúgvingum. Her eru bæði námsfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, lærarar, tónleikarar og lesandi innan sosialvísindi, námsfrøði og lærarayrkið.
ForeldraGluggin er ein felags samskiftispallur hjá dagstovnum og frítíðarskúlum í kommununi. Talan er um eina ókeypis app til snildfon, sum foreldur og dagstovnar brúka, tá tey samskifta sínámillum.
So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 farsóttini í 2020, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvaði ein skjótan, tryggan og felags samskiftisfarveg fyri alt dagstovnaøkið. Boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.
Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.
ForeldraGluggin er tó ikki bara tikin í nýtslu fyri at geva stovnum ein felags farveg til bráðfeingisboð og tilmæli. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, ið millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er appin ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.
Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum, og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnunum á stovninum.
Higartil hava dagstovnar brúkt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum til at kunna foreldur um dagliga virksemið. Stovnarnir hava sjálvandi eisini tosað beinleiðis við foreldrini. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.
ForeldraGluggin er tryggari loysn í fleiri mátar:
ForeldraGluggin er ein app, sum verður brúkt til samskifti. Tað kann til dømis vera at senda innkallingar til foreldraviðtalur, kunna um ráðleggingardagar, deila myndir av børnunum og vísa brellbitar frá degnum á stovninum:
Hevur tú skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í plássskipanini frammanundan, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.
Í teldupostinum stendur:
»Góði brúkari av ForeldraGlugganum. Fyri at rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«
Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, sært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður appin tikin niður á tína telefon.
Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í plássskipanini. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara í plássskipanini.
Tú ritar inn í plássskipanina við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Tá tú hevur ritað inn í plássskipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum navni. Hevur tú foreldramyndugleikan, eigur tú tá at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan«:
Her skalt tú:
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.
Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.
Tá ið tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn. SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferð, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.
Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.
Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.
Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.
Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.
Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:
Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og filmar alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:
Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.
Somuleiðis verður tú spurd eftir:
Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál:
Tú mást ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.
Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.
Soleiðis boðar tú frá:
1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn
2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni
3. Trýst á »Frí og frítíð«
4. Syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur
5. Vel fyrsta og seinasta frídag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni:
Nú hevur tú skrásett frítíðina. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í niðasta teigin. Minst til at trýsta á bláa flugubeinið, tá tú ert liðug.
UPPSLØG
Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð ella áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.
BOÐ
Undir »Boð« sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at avtala eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.
Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.
Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.
ÁLMANAKKI
Í álmanakkanum sært tú tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.
MYNDASAVN
Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.
Títt barn verður stovnað sjálvvirkandi í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið. Næsta verkætlanarstig fer at gera tað møguligt at geva foreldrum uttan foreldramyndugleika atgongd til skipanina.
Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum, kanst tú:
Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:
Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetir ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini kunna teg um brúkaratreytirnar.
Tú kanst kunna teg nærri um dagstovnin á heimasíðu okkara.
Ein dygdarmennari úr Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á kommunalu frítíðarskúlarnar at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.
Dygdarmennarin samskiftir síðan við frítíðarskúlaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.
Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við, og savna okkum um, námsfrøðiligu dygdina í hvørjum einstøkum frítíðarskúla. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum og frítíðarskúlum.
Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.
Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri kanning av trygdarviðurskiftunum á øllum frítíðarskúlaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.
Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.
Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.
Frítíðarskúlin í Margarinfabrikkini hevur pláss fyri umleið 150 skúlabørnum.
Vilt tú skriva títt barn inn í frítíðarskúla, kanst tú avgreiða innskrivingina frá hesari síðuni:
Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til frítíðarskúlarnar í Tórshavnar kommunu:
Gjøldini fyri frítíðarskúlapláss sært tú her:
Foreldur við inntøkum undir ávísum marki kunnu søkja kommununa um eitt ískoyti til at fíggja stovnspláss. Ískoytið verður rópt fyri fíggjarligt frípláss. Les meira um møguleikarnar og treytirnar á síðu okkara um frípláss.
Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her: