Glyvursvegur 44
160 Argir
Tel. 26 08 02
argjahamri@gmail.com
Leiðari Hanna Thøgersen
Tel. 28 28 50
hannast@torshavn.fo
Glyvursvegur 44
160 Argir
Tel. 26 08 02
argjahamri@gmail.com
Leiðari Hanna Thøgersen
Tel. 28 28 50
hannast@torshavn.fo
Vælkomin í Frítíðarskúlan á Argjahamri, ið er eitt tilboð til børn í forskúlanum til og við 3. flokk í skúlanum á Argjahamri. Stovnur okkara er býttur í virksemisdeildir, og tað vil siga, at børnini kunnu velja seg inn á virksemi í teimum ymisku deildunum. Tú kanst til dømis velja teg inn á rørslu, ítriv, spæl ella útilív. Í gerandisdegnum stremba vit eftir, at børnini kenna seg sædd og hoyrd, og at tey síggja seg sum ein part av felagsskapinum.
Mánadag til fríggjadag frá kl. 11.30 til kl. 17.
Í páskafrítíðini, í summarfrítíðini og í heystfrítíðini leggja kommunalu frítíðarskúlarnir sítt virksemi saman, soleiðis at ein frítíðarskúli er opin í feriuni. Hetta rópa vit fyri samanlagt virksemi. Hevur tú tørv á tí, kann títt barn sostatt fáa pláss í samanlagda virkseminum, tá frítíðarskúlarnir annars eru stongdir.
Frítíðarskúlarnir hava samanlagt virksemi hesi tíðarskeið í 2024:
Gev gætur, at heldur tú ikki umsóknarfreistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum. Tørvar tær pláss í samanløgdum virksemi, kanst tú søkja á síðu okkara um samanlagt virksemi fyri frítíðarskúlar.
Tit eru altíð vælkomin at vitja okkum. Ring til frítíðarskúlan á telefon 26 08 02 ella send ein teldupost til argjahamri@gmail.com fyri at avtala eina vitjan. Tit eru eisini vælkomin at støkka inn á gólvið uttan avtalu, men tá kunnu tit ikki vera vís í, at vit hava stundir til at gera nógv burturúr vitjanini.
Vit gleða okkum at síggja tykkum!
Frítíðarskúlin bjóðar millummála hvønn dag. Hetta er ein millummáli og ikki ein máltíð. Tí er umráðandi, at børnini hava ein góðan matpakka við í skúla.
Vit eta millummála kl. 14. Tá bjóða vit ymiskt heilsugott. Hetta kann til dømis vera bollar, frukt ella suppu.
Vit eta sum oftast millummálan í køkinum, men góðveðursdagar eta vit ofta millummála úti. Børnini fáa vatn afturvið.
Tá serstøk tiltøk eru í húsinum, bjóða vit serstakan miðmála.
Stovnurin skipar regluliga fyri trygdarskeiðum fyri starvsfólk og leiðslu.
Foreldraráðið arbeiðir fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum. Sum limur í foreldraráðnum kanst tú vera við til at tryggja, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært bæði innlit í og ávirkan á gerandisdagin og námsfrøðiliga leist okkara á stovninum.
Limirnir í foreldraráðnum eru eisini hugskotsgevar og eru við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum. Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.
Frítíðarskúlin húsast í egnum hølum í skúlanum á Argjahamri.
Frítíðarskúlin húsast í egnum, framkomnum hølum í skúlanum á Argjahamri. Vit hava góðar umstøður bæði inni og úti. Inni eru alskyns møguleikar fyri rørslu, hugsavnan og skapan. Uttanfyri er hagi, á og kongaligir varðar. Vit leggja okkum eftir at skapa møguleikar fyri einum frálíkum útilívi og fara til dømis út at fiska ella brenna bál. Tá kunnu vit sita og syngja, meðan vit lata eldin hita poppkornini, suppuna ella skúmfidusarnar. Vit hava eisini ein skúr við súkklum og alskyns útileikum. Og so hava vit ein kreativan útiverkstað.
Hvønn dag fara starvsfólk úr frítíðarskúlanum yvir í skúlan eftir børnunum. Har biðja vit øllum góðan dag, og vit rita tey inn við einum serligum innritanarskjali. Vit heilsa upp á lærararnar, og saman við børnunum siga vit teimum takk fyri í dag.
Síðan byrjar dagurin í frítíðarskúlanum. Flestu flokkarnir hava etið matpakka í skúlanum. Forskúlin etur matpakkan í frítíðarskúlanum.
Vit gera nógv burtur úr máltíðini. Vit seta á borðið, áðrenn børnini koma. Børnini sita við smá borð, vit syngja borðvers og leggja stóran dent á góðan borðsið, soleiðis at vit eisini hava høvi at práta um ymiskt við borðið. Eisini leggja vit stóran dent á, at børnini hava heilsugóðan kost við í matpakkanum.
Tey, sum hava etið í skúlanum, fara beina leið til talvuna í Miðrúminum. Har flyta tey sína mynd alt eftir, hvagar tey ynskja at fara. Vit hjálpa eisini børnunum at finna út av, hvat tey hava hug til. Um tey hava hug til at vera í frið eina løtu, hjálpa vit teimum eisini við at skapa rúm fyri hesum.
Í Miðrúminum siga vit góðan dag og farvæl. Her er eisini ein stór talva við kunning til børn og foreldur um evnir og tiltøk, sum verða í vikuni. Hetta kalla vit vikuætlanina. Á hesi talvuni kunnu bæði børn og vaksin somuleiðis vísa, hvar tey eru stødd í løtuni. Tað gera tey við at flyta myndina av sær sjálvum á talvuni, soleiðis at myndin stendur undir tí staðnum í húsinum, har tey eru. Her rita vit okkum eisini út, tá vit siga farvæl og fara heim.
Í frítíðarskúlanum eru vit býtt sundur í fleiri toymir. Hvør flokkur er eitt toymi við starvsfólki, sum hoyrir til toymið.
Starvsfólkini í toymunum eru altíð til staðar og nærverandi. Tey eru her fyri at hjálpa, fyri at stuðla og fyri at eggja børnunum til eitthvørt. Tað kann vera at spæla, at gera okkurt handaligt, røra seg, at fara út at njóta útilívið og eisini at vera ein góður vinur. Vit eru eisini her, tá tað gongur børnunum ímóti, til dømis tá tey leingjast heim.
Í gerandisdegnum stremba vit eftir, at børnini kenna seg sædd og hoyrd, og at tey síggja seg sum ein part av felagsskapinum. Starvsfólkini vita, hvørjum einstaka barnið er upptikið av. Vit práta við børnini og lurta eftir teimum.
Vit hava barnafundir hvønn mánadag. Tá kunnu øll børnini fáa orðið. Barnafundir eru sum oftast í toymunum, men viðhvørt hava vit eisini felags kunningarfund við øllum børnunum.
Tá vit skulu seta okkurt í gongd, brúka vit okkara vitan um, hvørjum børnini eru upptikin av. Hetta kann vera eitt spæl, ein aktivitetur ella ein hugnaløta. Ta vitanina brúka vit eisini ofta, tá vit gera stór tiltøk. Vit hava trý ella fýra stór tiltøk um árið. Hesi tiltøk verða ofta skipað sum temavikur, og temaið er sum oftast sprottið úr tí, sum vit síggja, at børnini eru upptikin av. Tiltøkini kunnu hava heiti, so sum bindiklubbur, pokémon, hárfríðkan, fótbóltskapping, vælvera og mangt annað.
Vit elska eisini afturvendandi tiltøk og gera nógv burturúr høgtíðum og mentanardøgum. Vit leggja stóran dent á at hava tað stuttligt, flenna nógv og elska hugnaløtur.
Vit lýsa á talvuni og á heimasíðuni, tá tiltøk eru.
Vit vilja, at foreldur skulu kenna seg væl í frítíðarskúlanum á Argjahamri. Vit vilja fegin, at foreldur eru forvitin eftir at vita, hvat vit gera, hvussu teirra barn hevur tað hjá okkum og hvussu barnið trívist. Vit bjóða foreldraviðtalur á vári og heysti og ynskja, at foreldur hava hug til at vitja okkum so ofta, sum til ber.
Vit hava ein foreldrafund um árið.
Á stovninum starvast 18 starvsfólk. Vit eru fýra námsfrøðingar og 14 hjálparfólk.
ForeldraGluggin er ein felags samskiftispallur hjá dagstovnum og frítíðarskúlum í kommununi. Talan er um eina ókeypis app til snildfon, sum foreldur og dagstovnar brúka, tá tey samskifta sínámillum.
So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 farsóttini í 2020, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvaði ein skjótan, tryggan og felags samskiftisfarveg fyri alt dagstovnaøkið. Boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.
Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.
ForeldraGluggin er tó ikki bara tikin í nýtslu fyri at geva stovnum ein felags farveg til bráðfeingisboð og tilmæli. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, ið millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er appin ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.
Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum, og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnunum á stovninum.
Higartil hava dagstovnar brúkt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum til at kunna foreldur um dagliga virksemið. Stovnarnir hava sjálvandi eisini tosað beinleiðis við foreldrini. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.
ForeldraGluggin er tryggari loysn í fleiri mátar:
ForeldraGluggin er ein app, sum verður brúkt til samskifti. Tað kann til dømis vera at senda innkallingar til foreldraviðtalur, kunna um ráðleggingardagar, deila myndir av børnunum og vísa brellbitar frá degnum á stovninum:
Hevur tú skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í plássskipanini frammanundan, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.
Í teldupostinum stendur:
»Góði brúkari av ForeldraGlugganum. Fyri at rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«
Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, sært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður appin tikin niður á tína telefon.
Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í plássskipanini. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara í plássskipanini.
Tú ritar inn í plássskipanina við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Tá tú hevur ritað inn í plássskipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum navni. Hevur tú foreldramyndugleikan, eigur tú tá at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan«:
Her skalt tú:
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.
Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.
Tá ið tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn. SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferð, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.
Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.
Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.
Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.
Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.
Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:
Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og filmar alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:
Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.
Somuleiðis verður tú spurd eftir:
Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál:
Tú mást ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.
Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.
Soleiðis boðar tú frá:
1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn
2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni
3. Trýst á »Frí og frítíð«
4. Syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur
5. Vel fyrsta og seinasta frídag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni:
Nú hevur tú skrásett frítíðina. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í niðasta teigin. Minst til at trýsta á bláa flugubeinið, tá tú ert liðug.
UPPSLØG
Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð ella áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.
BOÐ
Undir »Boð« sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at avtala eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.
Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.
Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.
ÁLMANAKKI
Í álmanakkanum sært tú tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.
MYNDASAVN
Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.
Títt barn verður stovnað sjálvvirkandi í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið. Næsta verkætlanarstig fer at gera tað møguligt at geva foreldrum uttan foreldramyndugleika atgongd til skipanina.
Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum, kanst tú:
Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:
Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetir ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini kunna teg um brúkaratreytirnar.
Tú kanst kunna teg nærri um frítíðarskúlan á heimasíðu okkara. Á heimasíðuni finnur tú allar upplýsingar um, hvørji vit eru, hvat vit gera og hvat vit fara at gera.
Á heimasíðuni liggur ein mánaðarætlan, og har sært tú, hvørjar ætlanir vit hava fyri mánaðin.
Vit leggja alla kunning til foreldur út á heimasíðuna. Á heimasíðuni finnur tú eisini námsætlanina hjá stovninum, eitt starvsfólkayvirlit, myndarøðir og mangt annað.
Ein dygdarmennari úr Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á kommunalu frítíðarskúlarnar at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.
Dygdarmennarin samskiftir síðan við frítíðarskúlaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.
Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við, og savna okkum um, námsfrøðiligu dygdina í hvørjum einstøkum frítíðarskúla. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum og frítíðarskúlum.
Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.
Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri kanning av trygdarviðurskiftunum á øllum frítíðarskúlaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.
Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.
Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.
Frítíðarskúlin á Argjahamri hevur pláss fyri 150 børnum í aldrinum 5–10 ár.
Vilt tú skriva títt barn inn í frítíðarskúla, kanst tú avgreiða innskrivingina frá hesari síðuni:
Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til frítíðarskúlarnar í Tórshavnar kommunu:
Gjøldini fyri frítíðarskúlapláss sært tú her:
Foreldur við inntøkum undir ávísum marki kunnu søkja kommununa um eitt ískoyti til at fíggja stovnspláss. Ískoytið verður rópt fyri fíggjarligt frípláss. Les meira um møguleikarnar og treytirnar á síðu okkara um frípláss.
Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her: