Tilflytarar og fyribils dagstovnapláss
Ert tú tilflytari, og hevur tú tørv á dagstovnaplássi, skalt tú minnast til, at tú sjálv mást syrgja fyri at skriva barnið á bíðilista í talgildu plássskipanini.
Skriva upp til dagstovnapláss
Ert tú í lestrar- ella arbeiðsørindum í Tórshavnar kommunu eitt skifti, og hevur tú tørv á dagstovnaplássi til títt barn, kanst tú senda Snarskivuni eina umsókn á torshavn@torshavn.fo við frámerkinum »Umsókn um fyribils dagstovnapláss«. Saman við umsóknini skalt tú leggja váttan frá arbeiðsgevara ella lestarstaði um, hvørji tíni ørindi eru í Tórshavnar kommunu.
Ert tú foreldur, og ætlar tú tær at gerast fastbúgvandi í Tórshavnar kommunu, kanst tú skriva barnið upp á bíðilista á kommunalum dagstovni.
Tú kanst skriva títt barn upp til dagstovnapláss umleið 3-7 dagar eftir, at barnið er føtt og avvarðandi prestur hevur skrásett barnið í fólkayvirlitinum og knýtt tað at foreldrunum við foreldramyndugleika.
Tá tú skrivar barnið upp á bíðilista sum tilflytari, skalt tú fylgja somu mannagongd sum fastbúgvandi í kommununi.
Tú kanst avgreiða uppskrivingina her:
Gev gætur, at uppsagnarfreistin er tveir mánaðir. Tað vil siga, at tú verður kravd eftir stovnsgjaldi fyri í minsti lagi tveir mánaðir, um tú sum tilflytari bókar pláss, men av onkrari orsøk ikki flytir til kommununa kortini og ikki sigur plássið upp áðrenn uppsagnarfreistina. Skipanin sendir tær áminning um hetta til tína MínBoks.
Er barnið føtt uttan fyri Føroyar, og hevur tað ikki fingið føroyskt p-tal, mást tú fyrst søkja Tórshavnar kommunu um eitt sonevnt TK-tal til barnið, áðrenn tú kanst søkja um dagstovnapláss. TK-talið kann virka fyri p-talið, inntil barnið er skrásett í føroyska fólkayvirlitinum.
Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja um TK-tal á Vanganum.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn á heimasíðuni og senda hana til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, á Vaglinum 11, í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um TK-tal« í evnisteigin.
Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.
Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)
Fyri at søkja um TK-tal til barnið noyðist annað av foreldrunum við foreldramyndugleikanum at hava føroyskt p-tal. Eru bæði foreldur útlendsk uttan føroyskt p-tal, noyðist í minsta lagi ein tykkara at flyta til Føroyar og útvega sær eitt p-tal fyri at skriva barnið upp til eitt dagstovnapláss.
Tá tú hevur útvegað barni tínum eitt TK-tal, kanst tú skriva barnið upp á bíðilista niðanfyri.
Øll børn eru fevnd av dagstovnatilboðunum hjá Tórshavnar kommunu; eisini børn við serligum avbjóðingum. Tískil skalt tú skriva títt barn upp til eitt dagstovnapláss eftir vanligum leisti, hóast títt barn hevur serligan tørv ella avbjóðingar. Kortini er umráðandi, at tú gert dagstovnin varugan við tær avbjóðingar, barnið hevur.
Hevur títt barn tørv á eyka stimbran, ella hevur tað aðrar avbjóðingar í styttri ella longri tíð, ber til at fyriskipa serstøk námsfrøðilig tiltøk á stovninum, ið taka hædd fyri avbjóðingunum.
Kunna teg nærri á síðu okkara niðanfyri um tilboð til børn við serligum avbjóðingum.
Ivast tú í, hvat er best fyri títt barn, kanst tú biðja um ráð frá tínum heilsufrøðingi. Veitst tú ikki, hvør tín heilsufrøðingur er, kanst tú venda tær til Gigni, sum er stovnurin fyri føroysku heilsufrøðingarnar.
GIGNI
Niels Finsens gøta 37
110 Tórshavn
Tel. 61 40 00
Ert tú foreldur at barni, og ætlar tú tær til Tórshavnar kommunu í 2-6 mánaðir, kanst tú fáa dagstovnapláss til títt barn.
Kommunan letur fyribilspláss til borgarar, sum vitja kommununa í styttri tíðarskeið, tí tey annaðhvørt eru í lestrarørindum (til dømis í sambandi við uppgávuskriving ella starvsvenjing) ella starvast eitt skifti í kommununi vegna føroyskan arbeiðsgevara.
Av tí, at talgilda plássskipanin bert finnur pláss til børn inntil tey skulu í skúla, noyðist tú at senda serstaka umsókn sum teldupost til torshavn@torshavn.fo við frámerkinum »Umsókn um fyribils ansingarpláss«.
Saman við umsóknini skalt tú leggja váttan frá arbeiðsgevara ella lestararstaði um, hvørji tíni ørindi eru í Tórshavnar kommunu.
Snarskivan roynir síðan at finna eitt hóskandi pláss.