Søk um váttan fyri vantandi barnaansing

Ert tú í tí støðu aftaná barnsburðarfarloyvi, at tú ikki finnur nakað dagstovnapláss til títt barn, og fært tú í tí sambandi fíggjarligar trupulleikar av ikki at sleppa til arbeiðis, kanst tú venda tær til Almannaverkið fyri at vita, um tú kanst fáa fyribils uppihaldshjálp. Almannaverkið krevur í hesum sambandi váttan frá kommununi, ið prógvar, at tað ikki ber til at útvega tínum barni dagstovnapláss til ynsktu tíð.

Søk um váttan fyri vantandi barnaansing á Vanganum

Rita inn við Samleikanum. Tá tú hevur søkt fært tú eina kvittan í MínBoks. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tá tú søkir umvegis Vangan kanst tú kunna teg um journalnummar og støðuna á málinum á veitarasíðuni.

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)



Váttan fyri vantandi barnaansing
Treytir fyri at vit kunnu lata tær váttanina

Ein treyt fyri at fáa váttan fyri vantandi barnaansing frá kommununi er, at tú hevur roynt at bóka tínum barni dagstovnapláss í talgildu plássskipanini stutt eftir, at barnið varð skrásett í Fólkayvirlitinum.

Ert tú tilflytari úr útlondum, skalt tú hava roynt at fáa pláss í seinasta lagi 6 mánaðar, áðrenn tú skalt nýta plássið. 

Tá tú søkir um váttan fyri vantandi barnaansing, loyvir tú samstundis kommununi at eftirkanna í plássskipanini, nær tú hevur skrivað barnið upp, og hvat tú hevur fingið bjóðað. Somuleiðis loyvir tú kommununi at bóka fyrst tøka plássið til títt barn og seta barnið á bíðilista at byrja fyrr.

Vísir okkara eftirkanning, at tað ikki hevur borið til hjá tær at bóka tínum barni eitt pláss til ynsktu tíð, lata vit tær eina váttan, um omanfyri lýstu tíðarfreistirnar eru loknar.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú prenta og fylla út umsóknarblaðið niðanfyri og senda umsóknina til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, á Vaglinum 11, í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um váttan fyri vantandi barnaansing« í evnisteigin.

Søk um váttan fyri vantandi barnaansing

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15