Hent at vita, tá títt barn gongur á dagstovni

Í dagstovnunum í kommununi royna vit at geva tínum barni ein tryggan, heilsugóðan og mennandi gerandisdag, har trivnaður, viðurkenning og lívsgleði eru grundarlag undir at menna sjálvsvirðið, álitið á tilveruna og hugin at læra.

Sum foreldur kanst tú hjálpa tínum barni við at kunna teg um okkara virðir og leiðreglur og við at gerast virkin limur í tí felagsskapinum, sum skal tryggja, at títt barn trívist á sínum stovni.



Soleiðis samstarva vit um menning hjá tínum barni
Foreldraviðtalur um trivnað og menning hjá tínum barni

Tá títt barn byrjar á stovni, hava vit byrjanarviðtalur. Viðtalurnar eru prát um ta fyrstu tíðina í vøggustovuni ella barnagarðinum. Hava tú og barnið tørv á tí, kanst tú avtala eitt prát afturat umleið tríggjar mánaðar seinni.

Tað er ymiskt frá stovni til stovn, hvørjir fundir stovnarnir bjóða fast, men sum foreldur ert tú altíð vælkomin at spyrja teg fyri ella biðja um ein fund.

Á stovnunum er ein árlig foreldraviðtala. Har práta vit um heildarmenningina og trivnaðin hjá tínum barni, um hvussu barnið er fyri og um hvat tú, barnið og námsfrøðingarnir kunnu arbeiða meira við við fyriliti at aldrinum hjá barninum.

Frítíð hjá børnum

Vert er at minnast til, at børn eisini hava tørv á frítíð. Tað hevur nógv at siga fyri øll børn, at tey hava frí og kunnu uppliva friðin og gleðina við at vera heima saman við familjuni viðhvørt.

Skiftið frá vøggustovu til barnagarð

Skiftið frá at vera heima til at byrja í vøggustovu er ymiskt fyri hvørt barn. Hetta vita fakfólkini á dagstovnunum, og tí kunna tey tykkum um hetta skiftið, tá títt barn byrjar á stovni og í eina tíð aftaná. Hetta verður vanliga rópt innkoyringin. Av tí at børn uppliva skiftið ymiskt, kann innkoyringin vara alt frá tvær vikur til ein mánaða.

Tá barnið fer víðari í barnagarð er skiftið ikki líka kollveltandi. Barnið vil aloftast halda fram á sama stovni og kennir bæði vaksin og onnur børn á nýggju stovuni. Harumframt samstarva vøggustovur og barnagarðsstovur um at gera skiftið frá vøggustovu til barnagarð so smidligt sum gjørligt fyri børnini.

Soleiðis ansa vit eftir tínum barni
Trygd, tá barnið svevur

Í Føroyum og í Tórshavnar kommunu er vanligt, at børn sova úti í vogni. Hetta fer fram undir eftirliti. Starvsfólkini á stovuni hjá tínum barnið síggja vognarnar, meðan børnini sova. Tá vit leggja barnið í vognin, nýta vit vognsela, soleiðis at barnið ikki fær klintrað úr vogninum. Barnið fær kortini væl flutt seg, vent sær og reist seg, tá tað er í sela.

Trygdin á spæliplássinum

Tórshavnar kommuna kannar trygdarviðurskiftini á øllum dagstovnaspæliplássum triðja hvørt ár. Í løtuni hevur Nordisk Legepladsinstitut regluliga eftirlitið um hendi.

Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar og tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.

Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.

Tá barnið gerst sjúkt

Er títt barn sjúkt, kann tað ikki koma á stovn. Meginreglan er, at megnar barnið ikki at vera við í dagliga virkseminum, er best at barnið er heima. Tá børn eru sjúk, treingja tey til eyka nógvan tryggleika og røkt, og tá er best, at barnið er heima hjá sínum foreldrum.

Gerst títt barn sjúkt, meðan tað er á stovni, ringja vit til tín, so tú kanst heinta barnið.

Fyrstahjálp

Kommunan miðar eftir, at øll starvsfólk eru á fyrstuhjálparskeið eina ferð um árið.

Okkara námsfrøðiligi leistur
Stevnumið og lógarkarmar

Dagstovnavirksemið í Tórshavnar kommunu tekur útgangsstøði í dagstovnalógini, barnarættindasáttmálanum hjá ST og virðisorðingin hjá Tórshavnar kommunu.

Dagstovnalógin ásetur yvirskipaðu karmarnar fyri dagstovnaøkið.

Námsfrøðiliga innihaldið og háttalagið á kommunalu dagstovnunum tekur harumframt støði í tveimum yvirskipaðum skjølum:

  • Námsfrøðiligu stevnumiðunum frá Mentamálaráðnum
  • Stevnumið- og námsætlanarfrymlinum hjá Tórshavnar kommunu

Hvør dagstovnur hevur gjørt sína egnu námsætlan við støði í hesum báðum skjølunum. Serstaka námsætlanin lýsir námsfrøðina á staðnum, sum stovnurin arbeiðir eftir.

Tú kanst lesa um námsfrøðiliga leistin hjá einstaku dagstovnunum á heimasíðuni hjá dagstovninum. Heimasíðurnar hjá einstøku dagstovnunum finnur tú her:

Finn dagstovn

Kunna teg um námsfrøðiligu stevnumiðini og kommunala námsætlanarfrymilin niðanfyri.

Dagstovnalógin (logir.fo)

Barnarættindasáttmálin

Virðisorðing fyri virksemið í Tórshavnar kommunu

Námsfrøðilig stevnumið fyri dagstovnar – Mentamálaráðið 

Stevnumið og frymil fyri dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu

Hetta kanst tú vænta

Á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu kemur títt barn í eitt trygt umhvørvi, har tað fær umsorgan og avbjóðingar, ið hóska til aldurin og menningarstig.

Tú fert at møta starvsfólkum, sum ynskja og duga at birta upp undir trivnaðin og menningarmøguleikarnar hjá tínum barni í tøttum samstarvi við teg.

Títt barn verður partur av einum virknum felagsskapi og fær atgongd til eitt fjølbroytt virksemi, sum verður skipað bæði við støði í einstaka barninum og bólkinum sum heild.

Námsfrøðiliga virksemið er skipað sambært kommunalu námsætlanini, ið fevnir um eina røð av menningarøkjum. Menningarøkini eru lýst niðanfyri. Hvør stovnur ger í sínum lagi uppskot um, hvussu stovnurin ynskir at arbeiða við teimum ymisku menningarøkjunum.

Tú kanst lesa um námsfrøðiliga leistin hjá hvørjum einstaka stovni á heimasíðuni hjá stovninum. Heimasíðuna hjá dagstovninum finnur tú her:

Finn dagstovn

Stevnumið og námsætlanarfrymil fyri dagstovnar í Tórshavnar kommunu

Persónligir og sosialir førleikar

Vit leggja størstan dent á persónligu og sosialu menningina, har barnið ognar sær týðandi førleikar og vitan um at vera menniskja, at skapa sosial sambond og at virka í einum felagsskapi. Børnini skulu kenna seg sædd, hoyrd og vird sum einstaklingar. Tey skulu samstundis læra at hava virðing fyri øðrum og skilja sosialar og demokratiskar spælireglur.

Mál og samskifti

Mál- og samskiftisførleikar eru avgerandi liðir í sosialisering og ein fortreyt fyri læring. Vit leggja tí stóran dent á, at børnini ogna sær góðar førleikar at tosa og samskifta við onnur. Av tí sama leggja vit eisini dent á, at børnini læra føroyskt.

Kroppur og rørsla

Rørslumenning er ein støðugur partur av virkseminum á dagstovnunum. Við hesum fær títt barn hóskandi kropsligar avbjóðingar og kveikjandi umstøður at menna seg í, bæði uttandura og innandura.

Hetta kann bæði vera skipað virksemi, sum til dømis at fara í ítróttarhøll, og meira spontant spæl á stovninum, har børnini fáa kropsligar avbjóðingar.

Skapandi evni

Skapandi evnini hjá børnunum verða nógv stimbraði í gerandisdegnum. Títt barn fær høvi at úttrykkja seg á ymiskan hátt og at vera forvitin og skapandi í síni tilgongd til verðina bæði úti og inni.

Vit kunnu til dømis fara á verkstaðið at smíða, mála ella byggja. Ella fara vit út í náttúruna at savna ymiskar lutir at arbeiða víðari við. Eisini kunnu børnini fáa møguleika fyri at gera ein leik at framføra fyri hinum børnunum.

Náttúran

Náttúran er ein týðandi partur av námsfrøðiliga tilboðnum í Tórshavnar kommunu. Stovnarnir í kommununi ynskja at bjóða eitt virkið uttanduralív alt árið, har børnini hava góðar og natúrligar menningarmøguleikar, við tí í huga, at børnini gerast sunnari, glaðari, sterkari, klókari og meira skapandi, tá tey spæla úti í náttúruni.

Mentan

Børnini verða leidd inn í føroysku mentanina gjøgnum málið og mentanina á stovninum. Hetta gera vit við søgum, sagnum, sangum, høgtíðum og merkisdøgum, men eisini gjøgnum ymiskar siðvenjur og mentanarupplivingar. Barnið fær eisini innlit í demokratisk virðir.

Umframt føroysku mentanina er eisini natúrligt at læra um aðrar mentanir, til dømis tá børn hava verið og ferðast, ella um útlendsk børn flyta til Føroyar og byrja á stovni. Hetta eru uppløgd høvi hjá børnunum at kunna seg um aðrar mentanir.

Spæl

Spæl hevur ein týðandi leiklut í menningini hjá barninum, og tískil leggja allir dagstovnarnir stóran dent á, at børnini spæla nógv. Okkurt virksemi er tilvitað skipað av teimum vaksnu fyri at bjóða børnunum av ella geva teimum nýggjan íblástur. Annað virksemi gevur pláss fyri meira fría og óskipaða spælinum, har børnini fáa høvi at sodna upplivingar, venja nýggjar førleikar og menna seg í barnafelagsskapinum.

Dygdarmenning- og trygging
Námsfrøðiligt eftirlit á dagstovnum

Barna- og ungdómsdeildin arbeiðir skipað við námsfrøðiligu dygdini á hvørjum einstøkum dagstovni. Eftirlitið fevnir bæði um umstøðurnar, sum námsfrøðiliga virksemið fer fram í, og um sjálvt innihaldið í námsfrøðiliga arbeiðinum.

Ein dygdarmennari frá Barna- og ungdómsdeildini kemur árliga út til allar dagstovnarnar í kommununi og ger sær eygleiðingar av námsfrøðiliga innihaldinum og umstøðunum, sum virksemið fer fram í. Dygdarmennarin samskiftir síðan við dagstovnaleiðaran og starvsfólkini á staðnum um sínar eygleiðingar og um menningarmøguleikarnar á stovninum.

Barna- og ungdómsdeildin
Barna- og ungdómsdeildin

Niels Finsens gøta 31, 100 Tórshavn

Les um Barna- og ungdómsdeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15