Velbastaðvegur 39-41
100 Tórshavn
Tel. 30 21 80 / 22 45 35
bgvelb@torshavn.fo
Dagstovnaleiðari Mona R. Mohr
Tel. 22 45 35
monam@torshavn.fo
Velbastaðvegur 39-41
100 Tórshavn
Tel. 30 21 80 / 22 45 35
bgvelb@torshavn.fo
Dagstovnaleiðari Mona R. Mohr
Tel. 22 45 35
monam@torshavn.fo
Á Dagstovninum við Velbastaðvegin gera vit okkara besta fyri at geva barninum ríkar upplivingar bæði úti og inni, ið tryggja likamliga og sálarliga menning. Vit brúka okkara garð og náttúruvakra nærumhvørvi so nógv sum gjørligt, tí tað er týdningarmikið og gott fyri heilsuna, at børnini røra seg nógv. Vit leggja dent á at læra einstaka barnið at taka støðu, vera saman við øðrum, kenna ábyrgd fyri hvørjum øðrum og at virða felags fyriskipanir.
Mánadag til fríggjadag frá kl. 7.30 til kl. 17.
Mona R. Mohr
Tel. 22 45 35
monam@torshavn.fo
Tel. 29 21 83
Tel. 29 21 84
Tel. 29 21 85
Tel. 29 21 86
Tel. 29 21 82
Tel. 29 21 87
Tel. 29 21 88
Tel. 29 21 89
Samanlagt virksemi merkir, at dagstovnarnir leggja virksemið saman, soleiðis at ein dagstovnur er opin í frítíðini.
Summarfrítíð 2024: 16. mai 2024
Gev gætur, at heldur tú ikki freistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.
Hevur tú tørv á plássi í samanlagda virkseminum, kanst tú kunna teg nærri og søkja á síðu okkara um samanlagt virksemi.
Vilja tit hitta okkum, kunnu tit ringja á telefon 22 45 35 ella senda ein teldupost til bgvelb@torshavn.fo fyri at gera eina avtalu.
Barnagarðsbørnini hava matpakka við hvønn dag. Børnini seta sjálvi á borðið og taka av borðinum aftur. Øll hava fast pláss.
Vit vilja læra børnini at njóta matin og løtuna, læra tey vanligan borðsið og at takka fyri matin. Matpakkin er ein heilsan heimanífrá, og stovnurin bjóðar mjólk og vatn hvønn dag.
Vøggustovubørnini fáa døgurða mánadag, týsdag og mikudag. Hósdag og fríggjadag hava tey matpakka við.
Kl. 09.30:
Børnini fáa vatn og frukt. Sum oftast kunnu tey velja millum tríggjar ymiskar fruktir.
Kl. 11.20:
Vøggustovubørnini eta døgurða ella matpakka og fáa mjólk ella vatn.
Kl. 11.30:
Barnagarðsbørnini eta matpakka og fáa mjólk ella vatn.
Kl. 14.30
Børnini fáa millummála og mjólk ella vatn frá stovninum. Millummálin kann til dømis vera bakstur úr køkinum, til dømis bollar, breyð við viðskera ella pitsabreyð. Onnur dømi kunnu vera pasta, salat og dressing, suppa ella jogurt. Køkurin bjóðar ikki børnunum søtt ella køkur.
Vanliga bjóða vit ikki morgunmat, men millum kl. 7.30-8 hevur vøggustovan bollar og smør frammi til tey børn, sum ikki hava etið morgunmat. Í barnagarðinum ber til hjá børnunum at fáa havragrýn og mjólk, um tey ikki hava etið, ella um tey eru svong.
Køksfólkið arbeiðir avmarkaða tíð til at gera døgurða og millummála.
Á stovninum eru nógv børn, sum hava ymiskan tørv. Tí kann vera trupult at náa og megna at gera serligan mat. Tað er umráðandi, at tit boða stovninum frá, um tykkara barn hevur ávísan tørv, soleiðis at vit kunnu finna eina loysn saman.
Matskrá fyri vikuna finna tit á ForeldraGlugganum. Les meira um ForeldraGluggan niðanfyri á hesari síðuni.
Tá barnið hevur føðingardag, flagga vit.
Barnið kann hava eitthvørt við at bjóða øllum á stovuni. Stovan hugnar sær saman við prýddum føðingardagsborði og sangi. Okkara ynski og tilmæli er, at barnið ikki hevur ov nógv søtt við.
Stovnurin bjóðar eisini millummála, um tað er neyðugt.
Stovnurin skipar regluliga fyri trygdarskeiðum fyri starvsfólk og leiðslu.
Foreldraráðið arbeiðir fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum. Sum limur í foreldraráðnum kanst tú vera við til at tryggja, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært bæði innlit í og ávirkan á gerandisdagin og námsfrøðiliga leist okkara á stovninum.
Limirnir í foreldraráðnum eru eisini hugskotsgevar og eru við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum. Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.
Dagstovnur okkara liggur í náttúruvakra umhvørvinum við Velbastaðvegin og blindgøtuna í Vika.
Stovnurin hevur tríggjar eindir. Eina vøggustovu við fýra stovum, ein barnagarð við trimum stovum og eina stovu í erva til tey seks ára gomlu børnini.
Í stóra, ljósa felagsrúminum, Góðustovu, hava vit javnan felags tiltøk. Vit hava til dømis sangløtur, spæla og íðka ítrótt. Vit leggja stóran dent á, at børnini fáa rørsluligar avbjóðingar, bæði inni og úti. Børn brúka kroppin til sera nógv, til dømis at spæla og samskifta. Í gongini í vøggustovuni og barnagarðinum eru fleiri rørsluligar avbjóðingar til børnini, og tað sæst, at teimum dámar væl at spæla har. Í Góðustovu eru nógv amboð, ið virka til at stimbra børnini rørsluliga, millum annað heingikoyggjur, rimar, ringar, madrassur og bóltar.
Økið rundan um stovnin er gott og stórt, og vit leggja stóran dent á at lata børnini vera so nógv úti sum gjørligt hvønn dag. Tað er týdningarmikið og gott fyri heilsuna, at børnini røra seg nógv.
Spæliplássið gevur børnunum nógvar møguleikar at mennast, soleiðis at tey sjálvi kunnu fáa egnar royndir og vitan. Her kunnu tey til dømis menna rørslur, styrkja vøddar og beinagrind, føla veðrið, sand, vatn, steinar og mold. Tey kunnu leita eftir plantum og djórum, hitta onnur børn og fáa góð sambond.
Børn skulu spæla nógv, tí tað er í spælinum, at tey mennast og læra at hugsa kreativt og abstrakt. Dagstovnurin hevur ein sera góðan garð við reiggjum, reiðri at liggja í, bilum, súkklum, vølli, trappum, spæliborg, sandøki og stórum, grønum øki. Eisini kunnu børnini súkkla í ovara parti av garðinum.
MÓTTØKA
Tá barnið byrjar
Fyri at tykkara barn skal trívast á stovninum, er týdningarmikið, at byrjanin er góð, og at sambandið og samstarvið millum foreldur og starvsfólk er gott.
Ymiskt er frá barni til barns, hvussu leingi barnið er um at venja seg við nýggju viðurskiftini. Alt er nýtt og fremmant, men eisini eitt sindur spennandi. Vanliga ganga ein til tvær vikur, áðrenn barnið marknast. Vit gera alt fyri, at hendan tíðin skal eydnast væl, og at tey somu starvsfólkini taka ímóti.
Tá gerandisdagurin er byrjaður, leggja vit dent á at taka væl ímóti barninum, soleiðis at foreldur merkja, at tað er trygt og gott at vera á stovninum.
Tað hevur sera stóran týdning, at foreldrini boða stovninum frá, tá barnið kemur á stovnin, og tá tað fer heim. Somuleiðis er sera umráðandi fyri barnið, at foreldrini eru greið og týðilig, tá tey siga barninum farvæl.
Skipaða virksemið á stovninum byrjar vanliga umleið kl. 9.30.
NÁMSFRØÐILIGA ARBEIÐIÐ
Eitt trygt umhvørvi er ein fortreyt fyri, at barnið trívist og mennist. Tí leggja vit stóran dent á at geva børnunum kærleika og umsorgan, soleiðis at tey kenna seg trygg. Vit gera okkara besta fyri at geva barninum ríkar upplivingar bæði úti og inni, ið tryggja likamliga og sálarliga menning.
Vit leggja eisini dent á at læra einstaka barnið at taka støðu, vera saman við øðrum, kenna ábyrgd fyri hvørjum øðrum og at virða felags fyriskipanir.
Barnið skal nýta hugflogið, spæla, gera royndir, undrast og læra. Vit vilja eisini læra børnini vanligan fólkaskikk.
Tá veðrið er gott, eta vit uttanfyri. Hjá okkum er spælið ein natúrligur og týðandi partur av gerandisdegnum. Skipaða virksemið á stovninum er sostatt bert ein lítil partur av tí, sum barnið upplivir hvønn dag. Vit fara eisini túrar fyri at uppliva náttúruna og læra um umhvørvið.
Vit brúka okkara frálíku staðseting hvønn dag. Tí dagstovnur okkara liggur í náttúruvakra umhvørvinum við Velbastaðvegin og blindgøtuna í Vika. Hagar ber til at fara við børnunum at geva seyði og dunnum. Busssambandið er gott, og næsti grannin er kirkjugarðurin. Har dámar teimum smáu sera væl at vera, tí har er einki, sum órógvar.
Skjótt er at ganga oman í Sandagerð ella út á Argir fram við Sandá, soleiðis at vit sleppa undan ov nógvari ferðslu. Lítla brúgvin yvir um ánna ger tað sera høgligt at ganga túrar við smáum børnum. Her ber eisini til at steðga á og spæla, blaka steinar, heinta blómur, renna og tílíkt.
OKKARA VANGAMYND
Sum stovnur vilja vit, at børn og foreldur kenna seg væl.
Vit vilja eisini fegin hava, at øll lurta eftir hvørjum øðrum við virðing.
Tað er týdningarmikið, at barnið hevur ávirkan á tað, sum vit skipa fyri á stovninum.
Í góðum umstøðum bæði inni og úti leggja vit dent á spæl, rørslu og stuttleika við støði í barninum og felagsskapinum.
ÍTRIV
Vit vilja læra og hjálpa børnunum:
Stovnurin er væl útgjørdur við amboðum, sum kunnu geva íblástur til kreativitet. Vit hava eisini eina sera væl útgjørda ítrivsstovu við tilfari, sum er til taks hjá øllum stovunum.
Túrar og ítriv eru tengd at aldrinum og tørvinum hjá einstaka barninum. Vit bólka ofta børnini eftir aldri og áhuga, soleiðis at tey fáa sum mest burturúr.
TILTØK
Á stovninum hava vit ymisk afturvendandi tiltøk:
FORELDRASAMSTARV
Vit vilja fegin hava eitt gott samstarv við foreldrini. Skulu børnini kenna seg heima á stovninum, ger tað stóran mun, um foreldrini eisini kenna seg heima her.
Tað hevur somuleiðis stóran týdning fyri barnið, at tit vísa áhuga fyri tí, sum barnið fæst við á stovninum. Sum stovnur vilja vit eisini fegin fáa góð hugskot frá tykkum, og vit vilja fegin vita, um tit hugsa, at eitthvørt kann gerast betur.
Sum foreldur eru tit altíð vælkomin at steðga á eina løtu og práta, til dømis, tá tit koma við barninum, ella tá tit koma eftir tí. Hetta virkar til at stimbra sambandið millum heim og stovn.
Tað er umráðandi, at foreldur og starvsfólk líta á hvønn annan. Tí er tað ein stórur fyrimunur, um báðir partar regluliga tosa saman um teir spurningar og tey ivamál, sum taka seg upp. Stovnurin er partur av gerandisdegnum hjá foreldrunum, men hóast stovnurin vil gera alt fyri, at børnini skulu trívast og hava tað gott, slepst ikki undan tvístøðum. Tískil eru foreldur altíð vælkomin at tosa við starvsfólkini á stovuni, leiðaran ella foreldraumboðini.
Eina ferð um árið bjóða vit til eina samrøðu, um áhugi er fyri tí. Tá tosa vit millum annað meira um, hvussu barnið trívist og mennist, bæði á stovninum og heima.
Hetta er eitt gott høvi til at práta um barnið í friði og náðum.
Á stovninum starvast 30 starvsfólk. Vit eru 12 námsfrøðingar, 16 hjálparfólk, køksfólk og leiðsla.
ForeldraGluggin er ein felags samskiftispallur hjá dagstovnum og frítíðarskúlum í kommununi. Talan er um eina ókeypis app til snildfon, sum foreldur og dagstovnar brúka, tá tey samskifta sínámillum.
So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 farsóttini í 2020, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvaði ein skjótan, tryggan og felags samskiftisfarveg fyri alt dagstovnaøkið. Boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.
Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.
ForeldraGluggin er tó ikki bara tikin í nýtslu fyri at geva stovnum ein felags farveg til bráðfeingisboð og tilmæli. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, ið millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er appin ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.
Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum, og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnunum á stovninum.
Higartil hava dagstovnar brúkt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum til at kunna foreldur um dagliga virksemið. Stovnarnir hava sjálvandi eisini tosað beinleiðis við foreldrini. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.
ForeldraGluggin er tryggari loysn í fleiri mátar:
ForeldraGluggin er ein app, sum verður brúkt til samskifti. Tað kann til dømis vera at senda innkallingar til foreldraviðtalur, kunna um ráðleggingardagar, deila myndir av børnunum og vísa brellbitar frá degnum á stovninum:
Hevur tú skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í plássskipanini frammanundan, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.
Í teldupostinum stendur:
»Góði brúkari av ForeldraGlugganum. Fyri at rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«
Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, sært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður appin tikin niður á tína telefon.
Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í plássskipanini. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara í plássskipanini.
Tú ritar inn í plássskipanina við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Tá tú hevur ritað inn í plássskipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum navni. Hevur tú foreldramyndugleikan, eigur tú tá at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan«:
Her skalt tú:
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.
Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.
Tá ið tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn. SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferð, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.
Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.
Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.
Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.
Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.
Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:
Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og filmar alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:
Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.
Somuleiðis verður tú spurd eftir:
Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál:
Tú mást ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.
Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.
Soleiðis boðar tú frá:
1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn
2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni
3. Trýst á »Frí og frítíð«
4. Syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur
5. Vel fyrsta og seinasta frídag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni:
Nú hevur tú skrásett frítíðina. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í niðasta teigin. Minst til at trýsta á bláa flugubeinið, tá tú ert liðug.
UPPSLØG
Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð ella áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.
BOÐ
Undir »Boð« sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at avtala eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.
Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.
Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.
ÁLMANAKKI
Í álmanakkanum sært tú tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.
MYNDASAVN
Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.
Títt barn verður stovnað sjálvvirkandi í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið. Næsta verkætlanarstig fer at gera tað møguligt at geva foreldrum uttan foreldramyndugleika atgongd til skipanina.
Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum, kanst tú:
Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:
Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetir ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini kunna teg um brúkaratreytirnar.
Allar stovurnar hava boðtalvur. Her kunnu foreldrini hvønn dag lesa, hvat børnini hava gjørt ella eru upptikin av. Her kunna stovurnar eisini foreldrini um ymiskt.
Ein dygdarmennari frá Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á dagstovnarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.
Dygdarmennarin samskiftir síðan við dagstovnaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.
Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við námsfrøðiligu dygdini á hvørjum einstøkum dagstovni. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum.
Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.
Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri eftirliti av trygdarviðurskiftunum á øllum dagstovnaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.
Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.
Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.
Dagstovnurin við Velbastaðvegin hevur pláss fyri umleið 116 børnum tilsamans. Vit hava pláss fyri 44 vøggustovubørnum og 72 barnagarðsbørnum.
Vilt tú skriva títt barn upp til ein dagstovn, kanst tú avgreiða uppskrivingina frá hesari síðuni:
Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til dagstovnarnar í Tórshavnar kommunu:
Brúkaragjøldini fyri dagstovnapláss sært tú her:
Foreldur við inntøkum undir ávísum marki kunnu søkja kommununa um eitt ískoyti til at fíggja dagstovnaplássið. Ískoytið verður rópt fyri fíggjarligt frípláss. Les meira um møguleikarnar og treytirnar á síðu okkara um frípláss.
Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her: