Undir Brúnni 23
100 Tórshavn
Tel. 28 71 50 / 30 24 30
Dagstovnaleiðari Mirjam Johannesen
Tel. 28 71 50
mirjamj@torshavn.fo
Undir Brúnni 23
100 Tórshavn
Tel. 28 71 50 / 30 24 30
Dagstovnaleiðari Mirjam Johannesen
Tel. 28 71 50
mirjamj@torshavn.fo
Á Dagstovninum Sólareygað arbeiða vit miðvíst við teimum sjey menningarøkjunum. Sum heilsu- og rørslustovnur leggja vit eisini serligan dent á heilsugóðan kost, rørslu og góðar upplivingar. Stovnur okkara liggur mitt úti í vøkru náttúruni. Nærmasti granni okkara er ein vøkur á, nøkur smá summarhús og so bóndin á Vatnaskørðum. Garður okkara er stórur, og her eru avbera nógvir møguleikar fyri rørslu og spæli.
Mánadag til fríggjadag frá kl. 7.30-17.
Samanlagt virksemi merkir, at dagstovnarnir leggja virksemið saman, soleiðis at ein dagstovnur er opin í frítíðini.
Summarfrítíð 2024: 16. mai 2024
Gev gætur, at heldur tú ikki freistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.
Hevur tú tørv á plássi í samanlagda virkseminum, kanst tú kunna teg nærri og søkja á síðu okkara um samanlagt virksemi.
Tit eru altíð vælkomin at vitja okkum. Ring til Mirjam Johannesen á telefon 28 71 50 ella send ein teldupost til mirjamj@torshavn.fo fyri at avtala eina vitjan.
Vit vilja fegin, at børnini eta morgunmat heima saman við familjuni og koma mett og væl sett á stovnin.
Børnini skulu hava matpakka við hvønn dag. Kortini kann koma fyri, at stovurnar velja at hava kalt borð, men hesum boða vit frá nakrar dagar frammanundan. Somuleiðis skulu børnini hava frukt við til morgunsamlingina. Tey skulu hava umleið tríggjar fruktir við um vikuna. Tit fáa nærri boð um hetta.
Vit bjóða mjólk afturvið matpakkanum.
Dagstovnurin bjóðar millummála, og vit leggja dent á, at millummálin skal vera heilsugóður.
Vit stremba eftir at vera ein sukurfríur stovnur, og vit leggja okkum eftir at geva børnunum heilsugóðan kost. Heldur enn at geva børnunum fruktjogurt, bjóða vit teimum óblandað jogurt við frukt. Til bakstur brúka vit nógv grovkjarnutilfar.
Foreldur ráða yvir innihaldinum í matpakkanum, men vit mæla til, at maturin er heilsugóður við nóg mikið av føðsluevnum, soleiðis at barnið fær tað, sum tað skal hava.
Vit læra børnini borðsið og at vaska hendur, áðrenn tey fara til borðs.
Um tit sum foreldur ynskja at halda føðingardagin hjá barninum á stovninum, heita vit á tykkum um at bjóða okkurt heilsugott í staðin fyri køkur og góðgæti. Tilvitaði matarpolitikkurin hjá Sólareyganum røkkur longri enn til dagliga millummálan og ber somuleiðis brá av einum broyttum hugburði á øðrum økjum. Eitt nú kann nevnast, at jólamaðurin ikki gevur barninum góðgæti. Í staðin kemur jólamaðurin við eini persónligari, viðkomandi og gevandi heilsan til tað einstaka barnið.
Ein góð uppliving smakkar eisini væl. Hon hitar sálina og varir nógv longri enn til dømis ein sleikisneis. Hugburður okkara er, at vit skulu fylla sinn og sál hjá børnunum við góðum og gevandi upplivingum, og vit vita, at hugnaløtur ikki nýtast at smakka av sukri.
Stovnurin skipar regluliga fyri trygdarskeiðum fyri starvsfólk og leiðslu.
Umframt tilbúgving í sambandi við eldsbruna, hava vit aðrar tilbúgvingar. Hesar eru til dømis:
Vit hava hesar tilbúgvingar, sum eisini merkir, at vit loyva okkum at taka hesi evni upp saman við foreldrum, um vit gerast varug við ein av hesum trupulleikunum.
Verða foreldur til dømis sundurlisin, vísa vit foreldrunum á, hvørja tilbúgving vit hava, soleiðis at barnið kann fáa neyðugu hjálpina og stuðulin. Vit tosa somuleiðis við sundurlisnu foreldrini um, hvussu vit skulu gera, fyri at bæði foreldur verða kunnað um alt tað, sum gongur fyri seg á stovninum.
Foreldraráðið arbeiðir fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum. Sum limur í foreldraráðnum kanst tú vera við til at tryggja, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært bæði innlit í og ávirkan á gerandisdagin og námsfrøðiliga leist okkara á stovninum.
Limirnir í foreldraráðnum eru eisini hugskotsgevar og eru við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum. Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.
Dagstovnur okkara liggur so at siga uttan fyri bygt øki, men er kortini sera lættur og skjótur at koma til, tí hann liggur beint við Ringvegin við sera góðum parkeringsmøguleikum.
Vit hava býtt stovnin í fimm eindir. Vit hava tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og eina Pisu-stovu, sum er fyri tey seks ára gomlu.
Stovnurin hevur stór ljós rúm, og vindeyguni eru øll í barnahædd.
Tað hevur stóran týdning fyri okkum at taka væl ímóti barninum. Fyri summi børn er týdningarmikið at koma frá foreldrunum og beint inn í ein favn hjá einum starvsfólki. Fyri onnur er nóg mikið, at starvsfólkini bara síggja barnið og siga góðan morgun. Fyri summi er týdningarmikið, at starvsfólkini vísa barninum á spælimøguleikar og spælivinir, soleiðis at tað gerst lættari at siga farvæl.
Vit starvsfólk gera so frægt sum gjørligt júst tað, ið tykkara barn hevur tørv á. Starvsfólk okkara hava hollar royndir innan økið og duga at lesa tørvin hjá tí einstaka barninum. Vit ynskja at hava gott samskifti við foreldrini, soleiðis at báðir partar eru nøgdir við, hvussu vit taka ímóti júst tykkara barni.
Vit hava fokus á tey sjey menningarøkini, sum er álagt øllum dagstovnum. Fyri at tryggja okkum, at vit arbeiða við øllum menningarøkjunum gjøgnum eitt ár, velja vit at leggja dent eitt øki í senn. Tí sær gongdin soleiðis út:
Sjeynda økið er kroppur og rørsla, og hetta økið hava vit valt at leggja dent á alt árið. Tað merkir, at tá ið vit til dømis eru í mars-apríl, leggja vit serligan dent á málsligu menningina sum heild. Tískil arbeiða vit tá miðvíst við til dømis rím og ramsum, at spæla sjónleik, finna orð, finna hugtøk, klippa, lakka og klappa orð.
Samstundis sum vit arbeiða miðvíst við tí málsliga, halda vit kortini áfram at arbeiða við tí, sum vit plaga, nevniliga øllum tí, sum vit meta vera týdningarmikið fyri menningina hjá barninum. Vit vita, at óansæð hvat vit gera, so menna vit barnið á øllum økjum hvønn einasta dag í øllum tí, sum vit gera. Eitt dømi um tað er, tá vit arbeiða við at leita eftir hugtøkum, tí tá menna vit samstundis:
Í Sólareyganum siga vit tískil, at hóast vit hava serligt fokus á eitt øki í senn, so menna vit barnið á øllum økjum alt árið.
Vit leggja stóran dent á heilsugóðan kost og á rørslu
Øllum hesum arbeiða vit miðvíst við í okkara dagliga arbeiði.
Fyri at barnið skal fáa eina góða byrjan á dagstovninum, hevur tað stóran týdning, at foreldrini geva sær góðar stundir, tá barnið byrjar á stovninum.
Tá barnið byrjar, fáa foreldrini eitt vælkomubræv, har vit greiða frá, hvussu innkoyringin gongur fyri seg.
Fyri innkoyringina er týdningarmikið, at foreldrini eru við barninum fyrstu vikuna, men at tey so líðandi fara frá barninum eina løtu í senn.
Fyri okkum starvsfólk er sera týdningarmikið, at foreldrini kenna seg væl og kenna seg vælkomin á stovninum. Vit meta, at tá foreldrini hava fylgt okkum eina tíð og gerast trygg við okkum, er lættari hjá foreldrunum at lata børnini í okkara hendur og gerast trygg við okkum.
Tað er umráðandi, at foreldrini siga farvæl, soleiðis at barnið veit, at tey fara avstað. Veit barnið ikki, at foreldrið fer frá tí, gerst barnið ótrygt. Saman finna vit ein máta at siga farvæl, sum hóskar til tykkum.
Eftir tríggjar mánaðir bjóða vit foreldrunum til ein fund. Tá tosa vit um, hvussu innkoyringin hevur gingið, og hvussu vit skulu bera okkum at frameftir, soleiðis at barnið kennir seg trygt.
Vit hava gjørt av at leggja dent á umhvørvið. Í hesum sambandi hava vit valt at gera nøkur átøk fyri at verja umhvørvið. Málið er at nýta minni plastikk, og tað ber við sær, at:
Vit vilja læra børnini í Sólareyganum, at vit jú bara hava jørðina til láns frá okkara forfedrum og mugu tí varðveita hana væl til okkara børn.
Av tí, at vit ásanna, at vit við jøvnum millumbilum hava børn, sum hava tørv á teknum fyri rættiliga at skilja tað, vit siga, hava vit valt at brúka amboðið Tekn til Talu sum ískoyti til tað føroyska málið.
Fyri at tað skal verða lættari og natúrligari hjá okkum at brúka hendurnar, arbeiða vit fyri, at øll børnini á stovninum skulu vita eitt sindur um Tekn til Talu. Í hesum sambandi læra vit okkum nýggjar reglur hvørja viku, og hesar reglurnar heingja vit upp við allar inngongdir. Hetta gera vit við vón um, at foreldur eisini taka væl ímóti átakinum og spakuliga sjálvi fara at brúka hendurnar eitt sindur í samskiftinum.
Vit leggja dent á, at børnini fáa nógvar góðar upplivingar, meðan tey eru á stovninum. Vit skipa fyri størri og meira skipaðum tiltøkum, men leggja eisini dent á tey smærru tiltøkini, so sum ein lítlan túr út um garðin at spæla við vatn í ánni, at spæla krógva og blunda í garðinum og at finna okkum góð spælistøð í og uttan fyri stovnin.
Tá vit meta upplivingina at megna okkurt vera sera týdningarmikla, leggja vit dent á at geva børnunum avbjóðingar, ið hóskar til teirra aldur. Hetta gera vit við atliti at teirra egna menningarstøði.
Garðdagur
Garðdagurin er vanliga í august mánaða og gevur millum annað nýggjum foreldrum høvi til at heilsa upp á hvønn annan. Foreldur og systkin verða boðin við. Hetta er ein hugnadagur. Vit tendra okkara stóru grillir og gera eina góða salat. Familjurnar koma við tí, sum tey hava hug at grilla.
Eisini skipa vit fyri ymiskum kappingum og undirhaldi. Vit leggja sostatt dent á hugna og at stuttleika okkum saman.
Felags morgunmatur
Vit hava ofta morgunmat fyri foreldrum og børnum, og hetta er nakað, sum bæði børn og vaksin eru glað fyri. Til slík tiltøk koma foreldrini at kenna onnur foreldur betur, og vit meta hetta styrkja foreldrasamstarvið.
Útferðir
Hvørt ár móti sumri fara vit útferðir við børnunum. Summi fara til Nólsoyar, onnur fara út í Havnardal og onnur fara beint út um garðin. Eyðkennið fyri hesar útferðir er, at tær laga seg eftir aldursbólkinum og menningarstignum, sum bólkurin er á.
Viðhvørt hava vit námsfrøðilesandi í starvsvenjing. Tey koma sum oftast frá Fróðskaparsetri Føroya ella úr skúla í Danmark. Hesi koma inn á eina stovu afturat teimum føstu starvsfólkunum. Hetta kunna vit tykkum altíð um á boðtalvuni í gongini.
Á dagstovninum starvast 20 starvsfólk.
ForeldraGluggin er ein felags samskiftispallur hjá dagstovnum og frítíðarskúlum í kommununi. Talan er um eina ókeypis app til snildfon, sum foreldur og dagstovnar brúka, tá tey samskifta sínámillum.
So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 farsóttini í 2020, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvaði ein skjótan, tryggan og felags samskiftisfarveg fyri alt dagstovnaøkið. Boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.
Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.
ForeldraGluggin er tó ikki bara tikin í nýtslu fyri at geva stovnum ein felags farveg til bráðfeingisboð og tilmæli. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, ið millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er appin ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.
Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum, og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnunum á stovninum.
Higartil hava dagstovnar brúkt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum til at kunna foreldur um dagliga virksemið. Stovnarnir hava sjálvandi eisini tosað beinleiðis við foreldrini. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.
ForeldraGluggin er tryggari loysn í fleiri mátar:
ForeldraGluggin er ein app, sum verður brúkt til samskifti. Tað kann til dømis vera at senda innkallingar til foreldraviðtalur, kunna um ráðleggingardagar, deila myndir av børnunum og vísa brellbitar frá degnum á stovninum:
Hevur tú skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í plássskipanini frammanundan, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.
Í teldupostinum stendur:
»Góði brúkari av ForeldraGlugganum. Fyri at rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«
Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, sært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður appin tikin niður á tína telefon.
Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í plássskipanini. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara í plássskipanini.
Tú ritar inn í plássskipanina við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Tá tú hevur ritað inn í plássskipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum navni. Hevur tú foreldramyndugleikan, eigur tú tá at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan«:
Her skalt tú:
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.
Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.
Tá ið tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn. SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferð, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.
Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.
Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.
Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.
Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.
Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:
Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og filmar alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:
Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.
Somuleiðis verður tú spurd eftir:
Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál:
Tú mást ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.
Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.
Soleiðis boðar tú frá:
1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn
2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni
3. Trýst á »Frí og frítíð«
4. Syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur
5. Vel fyrsta og seinasta frídag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni:
Nú hevur tú skrásett frítíðina. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í niðasta teigin. Minst til at trýsta á bláa flugubeinið, tá tú ert liðug.
UPPSLØG
Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð ella áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.
BOÐ
Undir »Boð« sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at avtala eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.
Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.
Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.
ÁLMANAKKI
Í álmanakkanum sært tú tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.
MYNDASAVN
Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.
Títt barn verður stovnað sjálvvirkandi í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið. Næsta verkætlanarstig fer at gera tað møguligt at geva foreldrum uttan foreldramyndugleika atgongd til skipanina.
Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum, kanst tú:
Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:
Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetir ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini kunna teg um brúkaratreytirnar.
Vit kunna eisini foreldur um gerandisdagin hjá barninum við at skriva dagbók ella skriva á talvuna úti í gongini. Vit heita á foreldur um at geva sær stundir at lesa dagbókina og boðini.
Ein dygdarmennari frá Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á dagstovnarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.
Dygdarmennarin samskiftir síðan við dagstovnaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.
Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við námsfrøðiligu dygdini á hvørjum einstøkum dagstovni. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum.
Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.
Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri eftirliti av trygdarviðurskiftunum á øllum dagstovnaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.
Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.
Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.
Dagstovnurin Sólareygað hevur pláss fyri 26 vøggustovubørnum og 50 barnagarðsbørnum á fimm stovum.
Vilt tú skriva títt barn upp til ein dagstovn, kanst tú avgreiða uppskrivingina frá hesari síðuni:
Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til dagstovnarnar í Tórshavnar kommunu:
Brúkaragjøldini fyri dagstovnapláss sært tú her:
Foreldur við inntøkum undir ávísum marki kunnu søkja kommununa um eitt ískoyti til at fíggja dagstovnaplássið. Ískoytið verður rópt fyri fíggjarligt frípláss. Les meira um møguleikarnar og treytirnar á síðu okkara um frípláss.
Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her: