Hans Andriasar gøta 5
100 Tórshavn
Tel. 30 23 80
dag-land@torshavn.fo
Dagstovnaleiðari Steinbjørn V. Olsen
Tel. 22 30 26
steinbjorno@torshavn.fo
Hans Andriasar gøta 5
100 Tórshavn
Tel. 30 23 80
dag-land@torshavn.fo
Dagstovnaleiðari Steinbjørn V. Olsen
Tel. 22 30 26
steinbjorno@torshavn.fo
Á Dagstovninum Hans Andrias Djurhuus læra vit børnini at finna hvíld, vera seg sjálvi og at velja sjálvi. Við viðurkenning skapa vit rúm og tíð, soleiðis at barnið kann mennast og styrkja sínar førleikar á einum tryggum støði, sum byggir á menningarsúlurnar í okkara námsætlan. Vit hava tveir barnagarðar, tvær vøggustovur og eina serstovu til børn við veikum mótstøðuføri.
Mánadag til fríggjadag kl. 7.30-17.
Samanlagt virksemi merkir, at dagstovnarnir leggja virksemið saman, soleiðis at ein dagstovnur er opin í frítíðini.
Summarfrítíð 2024: 16. mai 2024
Gev gætur, at heldur tú ikki freistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.
Hevur tú tørv á plássi í samanlagda virkseminum, kanst tú kunna teg nærri og søkja á síðu okkara um samanlagt virksemi.
Tit eru altíð vælkomin at vitja okkum. Tit kunnu ringja til Steinbjørn á telefon 22 30 26 ella senda ein teldupost til steinbjorno@torshavn.fo fyri at avtala eina vitjan.
Børnini skulu hava matpakka við hvønn dag, og vit bjóða mjólk og millummála.
Vit halda, at foreldrini duga best at gera børnunum ein góðan matpakka og hava tí ongar reglur hesum viðvíkjandi.
Stovnurin skipar regluliga fyri trygdarskeiðum fyri starvsfólk og leiðslu.
Foreldraráðið arbeiðir fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum. Sum limur í foreldraráðnum kanst tú vera við til at tryggja, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært bæði innlit í og ávirkan á gerandisdagin og námsfrøðiliga leist okkara á stovninum.
Limirnir í foreldraráðnum eru eisini hugskotsgevar og eru við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum. Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.
Stovnurin liggur í Hans Andriasar gøtu við Landavegin millum Skúlan á Fløtum og Musikkskúlan. Tað er ómakaleyst at koma til stovnin allastaðni úr býnum.
Dagstovnurin hevur tveir barnagarðar, tvær vøggustovur og eina serstovu til børn við veikum mótstøðuføri. Inni hava vit eitt stórt miðrúm, har vit hava møguleika at hava reiggjur, kúlubað og klintrivegg. Harafturat hava vit stóran garð og spæliøki, sjey reiggjur, tvær skreiðibreytir, góðan vøll, fýra sandkassar og sjórænaraskip.
Á dagstovninum vilja vit, í samstarvi við foreldrini, at barnið við viðurkenning skal mennast og styrkja sínar førleikar á einum tryggum støði, sum byggir á menningarsúlurnar í okkara námsætlan.
Menningarsúlurnar í námsætlanini eru:
Í okkara námsfrøðiliga arbeiði leggja vit dent á, at vit altíð hava sosialar førleikar og persónligar førleikar við í tí arbeiði, sum vit gera. Tað er týdningarmest fyri okkara børn, at tey kunnu menna sínar sosialu og persónligu førleikar. Hetta merkir, at tá vit arbeiða við eini verkætlan, sum til dømis eitur »náttúra«, hyggja vit eftir, hvussu sosialu og persónligu førleikarnir eru, tá vit gera barnabólkar og arbeiða við ymsu verkætlanunum.
Okkara mál er at hava ein stovn, har:
Fyri at barnið skal fáa eina góða byrjan, hevur tað stóran týdning, at foreldrini geva sær góðar stundir, tá barnið byrjar á stovninum. Tað er umráðandi, at bæði foreldur og børn kenna seg trygg, tá børnini koma til okkara at vera. Og tí er tað umráðandi, at tit sum foreldur siga farvæl og vinka, so barnið veit, at tit fara. Hetta ger barnið trygt. Saman finna vit ein máta at siga farvæl, sum hóskar til tykkara barn.
Tá tit koma og fara við barninum, skulu tit siga einum vaksnum frá á stovuni. Kemur onkur annar enn tit sjálvi, skulu tit siga okkum frá. Vit hava ikki loyvi at lata barnið fara avstað við onkrum, sum vit ikki kenna.
Foreldur og avvarðandi eru altíð vælkomin at steðga á og práta við okkum.
Vit hava tveir foreldrafundir um árið: ein í mars og ein í september.
Í september bjóða vit til felags foreldrafund. Her taka vit ymisk evni upp, sum hava við barna-, foreldra- og stovnslívið at gera. Tit hoyra eisini um, hvat fer fram á stovuni hjá tykkara barni.
Á felags foreldrafundum skipa vit eisini foreldraráðið. Uppgávan hjá foreldraráðnum er at styrkja samstarvið millum foreldrini, stovnin og kommununa.
Vit skipa eisini fyri árligum foreldraviðtalum. Tær eru í februar. Tá verða tit boðin til persónliga viðtalu við starvsfólkið á stovuni, har barnið gongur. Á hesum fundinum tosa vit saman um, hvussu gongst hjá barninum sum heild.
Hava tit tørv á eyka viðtalu, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum. Vit loyva okkum eisini at heita á foreldur, um vit halda, at tørvur er á tí.
Tá eitt barn er sjúkt, hevur fepur ella er illa fyri, kann tað ikki koma á stovnin. Barnið skal kunna vera við í vanliga gerandisdegnum á stovuni og kunna fara út.
Vinarliga boða frá, um barnið ikki kemur á stovn orsakað av sjúku, umframt hvat bagir, so vit kunnu verja hini børnini ímóti smittu. Um vit meta, at tykkara barn er illa fyri og hevur fepur, ringja vit eftir tykkum.
Vit geva ikki heilivág, undantikið heilivág fyri astma og CTD.
Í løtuni starvast seks námsfrøðingar og tíggju hjálparfólk á stovninum.
ForeldraGluggin er ein felags samskiftispallur hjá dagstovnum og frítíðarskúlum í kommununi. Talan er um eina ókeypis app til snildfon, sum foreldur og dagstovnar brúka, tá tey samskifta sínámillum.
So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 farsóttini í 2020, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvaði ein skjótan, tryggan og felags samskiftisfarveg fyri alt dagstovnaøkið. Boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.
Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.
ForeldraGluggin er tó ikki bara tikin í nýtslu fyri at geva stovnum ein felags farveg til bráðfeingisboð og tilmæli. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, ið millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er appin ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.
Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum, og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnunum á stovninum.
Higartil hava dagstovnar brúkt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum til at kunna foreldur um dagliga virksemið. Stovnarnir hava sjálvandi eisini tosað beinleiðis við foreldrini. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.
ForeldraGluggin er tryggari loysn í fleiri mátar:
ForeldraGluggin er ein app, sum verður brúkt til samskifti. Tað kann til dømis vera at senda innkallingar til foreldraviðtalur, kunna um ráðleggingardagar, deila myndir av børnunum og vísa brellbitar frá degnum á stovninum:
Hevur tú skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í plássskipanini frammanundan, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.
Í teldupostinum stendur:
»Góði brúkari av ForeldraGlugganum. Fyri at rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«
Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, sært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður appin tikin niður á tína telefon.
Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í plássskipanini. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara í plássskipanini.
Tú ritar inn í plássskipanina við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Tá tú hevur ritað inn í plássskipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum navni. Hevur tú foreldramyndugleikan, eigur tú tá at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan«:
Her skalt tú:
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.
Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.
Tá ið tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn. SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferð, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.
Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.
Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.
Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.
Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.
Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:
Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og filmar alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:
Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.
Somuleiðis verður tú spurd eftir:
Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál:
Tú mást ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.
Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.
Soleiðis boðar tú frá:
1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn
2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni
3. Trýst á »Frí og frítíð«
4. Syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur
5. Vel fyrsta og seinasta frídag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni:
Nú hevur tú skrásett frítíðina. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í niðasta teigin. Minst til at trýsta á bláa flugubeinið, tá tú ert liðug.
UPPSLØG
Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð ella áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.
BOÐ
Undir »Boð« sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at avtala eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.
Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.
Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.
ÁLMANAKKI
Í álmanakkanum sært tú tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.
MYNDASAVN
Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.
Títt barn verður stovnað sjálvvirkandi í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið. Næsta verkætlanarstig fer at gera tað møguligt at geva foreldrum uttan foreldramyndugleika atgongd til skipanina.
Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum, kanst tú:
Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:
Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetir ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini kunna teg um brúkaratreytirnar.
Tú kanst kunna teg nærri um dagstovnin á heimasíðu okkara.
Í gongini hava vit talvu, sum vit skriva boð til foreldur á hvønn dag. Vit skriva eisini dagbók hvønn dag, sum foreldur kunnu lesa í. Dagbøkurnar liggja inni á hvørjari stovu.
Ein dygdarmennari frá Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á dagstovnarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.
Dygdarmennarin samskiftir síðan við dagstovnaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.
Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við námsfrøðiligu dygdini á hvørjum einstøkum dagstovni. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum.
Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.
Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri eftirliti av trygdarviðurskiftunum á øllum dagstovnaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.
Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.
Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.
Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus hevur pláss fyri 24 vøggustovubørnum og 46 barnagarðsbørnum.
Vilt tú skriva títt barn upp til ein dagstovn, kanst tú avgreiða uppskrivingina frá hesari síðuni:
Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til dagstovnarnar í Tórshavnar kommunu:
Brúkaragjøldini fyri dagstovnapláss sært tú her:
Foreldur við inntøkum undir ávísum marki kunnu søkja kommununa um eitt ískoyti til at fíggja dagstovnaplássið. Ískoytið verður rópt fyri fíggjarligt frípláss. Les meira um møguleikarnar og treytirnar á síðu okkara um frípláss.
Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her: