Glyvursvegur 50
160 Argir
Tel. 32 20 03
soleys@torshavn.fo
Dagstovnaleiðari Sóley Samuelsen
Tel. 21 43 57
soleys@torshavn.fo
Glyvursvegur 50
160 Argir
Tel. 32 20 03
soleys@torshavn.fo
Dagstovnaleiðari Sóley Samuelsen
Tel. 21 43 57
soleys@torshavn.fo
Kongavarðar og náttúruumhvørvið spæla stóran leiklut í mentanini á Dagstovninum á Hamrinum. Stovnur okkara liggur mitt í einum hugvekjandi náttúruumhvørvi, har hagin og óslætta lendið stimbra kropsligu menningina hjá børnunum. Umhvørvið er eisini innbjóðandi til spæl, spennandi rannsóknarferðir og at fordjúpa seg. Veðrið er skiftandi og sansastimbrandi. Her eru blómur, hagalyngur, grót, vatn, smákykt, seyður, varðar og óendaliga nógv annað hjá børnunum at uppliva. Eingin dagur er líka.
Mánadag til fríggjadag frá kl. 7.30 til kl. 17.
Samanlagt virksemi merkir, at dagstovnarnir leggja virksemið saman, soleiðis at ein dagstovnur er opin í frítíðini.
Summarfrítíð 2024: 16. mai 2024
Gev gætur, at heldur tú ikki freistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.
Hevur tú tørv á plássi í samanlagda virkseminum, kanst tú kunna teg nærri og søkja á síðu okkara um samanlagt virksemi.
Tit eru altíð vælkomin at vitja okkum. Ring til Sóley Samuelsen á telefon 21 43 57 ella send ein teldupost til soleys@torshavn.fo fyri at avtala eina vitjan.
Gerandisdagar hava børnini matpakka við heimanífrá.
Stovnurin bjóðar frukt, mjólk og millummála hvønn dag. Vit hava eitt køksfólk, sum ger millummála til okkara fýra ferðir um vikuna. Vit royna at hava ein mettandi og heilsugóðan millummála. Kortini er eisini rúm fyri, at vit fáa okkum kakao, køku ella annað leskiligt av og á.
Viðhvørt bjóða vit døgurða á stovninum, til dømis, tá vit fletta, til jóla, føstulávint ella í samband við onkra verkætlan. Viðhvørt hava stovurnar eisini kalt borð ella okkurt líknandi. Tá boða vit foreldrunum frá frammanundan.
Stovnurin skipar regluliga fyri trygdarskeiðum fyri starvsfólk og leiðslu.
Foreldraráðið arbeiðir fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum. Sum limur í foreldraráðnum kanst tú vera við til at tryggja, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært bæði innlit í og ávirkan á gerandisdagin og námsfrøðiliga leist okkara á stovninum.
Limirnir í foreldraráðnum eru eisini hugskotsgevar og eru við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum. Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.
Á Dagstovninum á Hamrinum eru tvær vøggustovur, sum eita Ljósástova og Glyvursstova. Reynsstova og Rossástova eru barnagarðsstovur, meðan tey seks ára gomlu, Spírarnir, húsast í Risastovu. Stovnurin er frá 2003 og hevur góðar umstøður bæði inni og úti.
Vit taka ímóti børnum millum kl. 7.30 - 9.30. Eftir hetta byrjar ávikavist ætlaða og spontana virksemið.
Vit leggja stóran dent á at taka væl ímóti børnum og foreldrum um morgnarnar. Tað er umráðandi, at tit foreldur geva tykkum stundir at siga barninum farvæl.
Tit eru vælkomin at koma við børnunum aftan á kl. 9.30, men í tílíkum føri er umráðandi, at tit boða stovuni frá.
Viðurkennandi námsfrøði er hugburðurin handan okkara námsfrøðiliga arbeiði. Børnini verða hoyrd, vird og sædd. Vit leggja stóran dent á jaliga samskiftið. Tað vil siga, at starvsfólk okkara eru professionell, samstarvshugað, opin og taka ábyrgd.
Dagstovnurin á Hamrinum er eitt felagshús, og tað merkir, at børnini kunnu vitja og skapa vinarbond á øllum stovum. Felagsverkætlanir, felagsverkstøð á jólum ella páskum og sangløtur eru ein natúrligur partur av árinum. Hetta kann til dømis snúgva seg um rúmdarferðir, djór ella ein "túr" til Japan.
Somuleiðis leggja vit dent á inklusjón: at vit síggja barnið frá sínum sterku síðum. Hetta merkir, at starvsfólk eru nærverandi og týðilig í sínum samskifti við barnið. Vit meta, at øll børn hava rætt til at vera partur av felagsskapinum, fáa vinarbond og góð sambond á ein inkluderandi hátt.
Vit hava ta áskoðan, at børn í stóran mun læra við at spæla. Í spæli styrkir barnið sínar sosialu førleikar, innlivingarevni, skapanarevnini og lærir meira um seg sjálvt. Tað vil siga, at spælið er persónsskapandi. Tað er tí umráðandi, at børnini fáa umstøður at fordjúpa seg í spælinum, og at vit vaksnu stuðla teimum við at hjálpa teimum at skapa karmarnar, vegleiða og geva teimum frið.
Vit arbeiða miðvíst við einari skapandi tilgongd, ið letur børnini sleppa at bera seg fram og skapa á ymsar hættir. Av tí sama hava børnini atgongd til nógv ymiskt tilfar her á stovninum, ið stimbrar skapanarhugin.
Vit hava atgongd til høllina í Skúlanum á Argjahamri eina ferð um vikuna. Tá kunnu børnini brúka sínar grovrørslur. Børnini sleppa at renna, royna ymiskar forðabreytir, bóltspøl, fimleik og annað.
Sangur, rím, gátur, skemtisøgur og orðatøk eru eisini partur av gerandisdegnum. Við hesum kunnu børn og vaksin hava tað stuttligt saman. Hetta virkar eisini til at stimbra málsligu fatanina og menna orðatilfeingið hjá børnunum.
Opið hús
Hvør stova bjóðar inn til sín og skipar fyri onkrum aktivitet ella verkstaði, til dømis vøddamýking, diskoteki ella at perla. Børnini kunnu sjálvi velja, hvørja stovu, tey vitja, og hvørjum aktiviteti, tey vilja taka lut í.
Heyst
Vit fletta, tilgera matin frá flettingini og eta ein góðan heystardøgurða saman.
Jól
Vit fara til jólagudstænastu saman við hinum dagstovnunum á Argjum. Stovnurin bjóðar góðan jóladøgurða. Jólafest er eisini fastur táttur.
Føstulávint
Starvsfólk spæla sjónleik fyri børnunum. Vit fara upp á gólv og sláa tunnu úti á stovunum. Stovnurin bjóðar døgurða.
Páskir
Vit gera páskaprýði og hugna um á stovninum.
Sirkus
Spírarnir framføra sirkus fyri øllum børnunum á stovninum.
Garðdagur
Vit bjóða foreldrum til garðdag. Vit gera ymiskt úti í garðinum og prýða um.
Verkætlanir
Stovurnar hava viðhvørt okkurt ítriv ella evni, sum tær leggja serligan dent á í eina tíð. Hetta fyri at skapa forvitni, hugflog og djúphugsni hjá børnunum.
Um heystið hava vit ein felags foreldrafund, har vit fyrst hittast til ein viðkomandi fyrilestur. Aftaná fara øll inn á stovurnar, har vit kunna foreldur um okkara virksemi og um ymisk praktisk viðurskifti.
Byrjanarviðtalur hava vit eftir tørvi. Byrjanarviðtalan er ein viðtala, har tit kunnu práta við okkum um fyrstu tíðina hjá barninum í vøggustovu ella barnagarði.
Vit hava foreldraviðtalu eina ferð um árið. Tá kunnu tit práta við okkum um heildarmenningina og trivnaðin hjá tykkara barni. Foreldraviðtalur eru vanliga um várið.
Nakrar ferðir um árið bjóða vit morgunmat ella drekkamunn inni á stovuni. Tá kunnu børn og vaksin hugna sær saman, og tit fáa høvi til at práta við hini foreldrini. Vit seta uppslag á talvuna í gongini um, nær hetta verður.
Á stovninum starvast 24 starvsfólk.
ForeldraGluggin er ein felags samskiftispallur hjá dagstovnum og frítíðarskúlum í kommununi. Talan er um eina ókeypis app til snildfon, sum foreldur og dagstovnar brúka, tá tey samskifta sínámillum.
So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 farsóttini í 2020, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvaði ein skjótan, tryggan og felags samskiftisfarveg fyri alt dagstovnaøkið. Boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.
Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.
ForeldraGluggin er tó ikki bara tikin í nýtslu fyri at geva stovnum ein felags farveg til bráðfeingisboð og tilmæli. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, ið millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er appin ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.
Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum, og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnunum á stovninum.
Higartil hava dagstovnar brúkt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum til at kunna foreldur um dagliga virksemið. Stovnarnir hava sjálvandi eisini tosað beinleiðis við foreldrini. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.
ForeldraGluggin er tryggari loysn í fleiri mátar:
ForeldraGluggin er ein app, sum verður brúkt til samskifti. Tað kann til dømis vera at senda innkallingar til foreldraviðtalur, kunna um ráðleggingardagar, deila myndir av børnunum og vísa brellbitar frá degnum á stovninum:
Hevur tú skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í plássskipanini frammanundan, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.
Í teldupostinum stendur:
»Góði brúkari av ForeldraGlugganum. Fyri at rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«
Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, sært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður appin tikin niður á tína telefon.
Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í plássskipanini. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara í plássskipanini.
Tú ritar inn í plássskipanina við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Tá tú hevur ritað inn í plássskipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum navni. Hevur tú foreldramyndugleikan, eigur tú tá at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan«:
Her skalt tú:
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.
Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.
Tá ið tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn. SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferð, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.
Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.
Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.
Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.
Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.
Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:
Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og filmar alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:
Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.
Somuleiðis verður tú spurd eftir:
Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál:
Tú mást ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.
Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.
Soleiðis boðar tú frá:
1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn
2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni
3. Trýst á »Frí og frítíð«
4. Syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur
5. Vel fyrsta og seinasta frídag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni:
Nú hevur tú skrásett frítíðina. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í niðasta teigin. Minst til at trýsta á bláa flugubeinið, tá tú ert liðug.
UPPSLØG
Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð ella áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.
BOÐ
Undir »Boð« sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at avtala eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.
Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.
Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.
ÁLMANAKKI
Í álmanakkanum sært tú tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.
MYNDASAVN
Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.
Títt barn verður stovnað sjálvvirkandi í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið. Næsta verkætlanarstig fer at gera tað møguligt at geva foreldrum uttan foreldramyndugleika atgongd til skipanina.
Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum, kanst tú:
Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:
Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetir ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini kunna teg um brúkaratreytirnar.
Allar stovur hava eina boðtalvu í gongini. Her síggja tit kunning til foreldur. Hetta kann verða kunning um virksemið á stovuni, kunning frá stovninum ella onkur áminning. Viðhvørt eru eisini myndir.
Ein dygdarmennari frá Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á dagstovnarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.
Dygdarmennarin samskiftir síðan við dagstovnaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.
Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við námsfrøðiligu dygdini á hvørjum einstøkum dagstovni. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum.
Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.
Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri eftirliti av trygdarviðurskiftunum á øllum dagstovnaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.
Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.
Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.
Dagstovnurin á Hamrinum hevur pláss fyri 12 vøggustovubørnum og 20 barnagarðsbørnum. Harafturat hava vit Spírarnar, sum er stovan fyri tey seks ára gomlu.
Vilt tú skriva títt barn upp til ein dagstovn, kanst tú avgreiða uppskrivingina frá hesari síðuni:
Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til dagstovnarnar í Tórshavnar kommunu:
Brúkaragjøldini fyri dagstovnapláss sært tú her:
Foreldur við inntøkum undir ávísum marki kunnu søkja kommununa um eitt ískoyti til at fíggja dagstovnaplássið. Ískoytið verður rópt fyri fíggjarligt frípláss. Les meira um møguleikarnar og treytirnar á síðu okkara um frípláss.
Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her: