Býlingshúsið millum Gilja

Millum Gilja
188 Hoyvík
Tel. 21 74 96

Dagstovnaleiðari Katrin Helgadóttir
Tel. 21 74 96
katrinhe@torshavn.fo

Vís á korti

Býlingshúsið millum Gilja

Í Býlingshúsinum millum Gilja eru vit upptikin av spælinum og áhugamálunum hjá børnunum. Vit innrætta rúm eftir teirra tørvum fyri at geva teimum ræsir at menna seg. Okkara góða staðseting gevur okkum møguleika fyri javnan at uppliva vøkru økini við Svartafoss, Hoydalsánna, Villingadalin og hugtakandi djóraøkið hjá Petur Noll, sum øll liggja stutta leið frá stovninum. Vit brúka eisini góða busssambandið til túrar oman á Býarbókasavnið, í Grasagarð og aðrar túrar runt í býnum.



Um býlingshúsið
Upplatingartíðir

Mánadag til fríggjadag frá kl. 7.30 til kl. 17.

Samband

Dagstovnaleiðari

Katrin Helgadóttir
Tel. 21 74 96
katrinhe@torshavn.fo


Reiðrið

Tel. 25 08 43


Látrið

Tel. 25 08 41


Rókin

Tel. 25 08 55

Afturlatingardagar og samanlagt virksemi

Afturlatingardagar og samanlagt virksemi í 2024

  • Allar vanligar halgidagar – Stongt
  • Páskafrítíð 28. mars - 1. apríl – Stongt
  • Flaggdagur 25. apríl – Stongt
  • Dýri biðidagur 26. apríl – Stongt
  • 2. hvítusunnudagur 20. mai – Stongt
  • Grundlógardagur 5. juni – Stongt frá kl. 12
  • Kristi himmalsferðardagur 9. juni – Stongt
  • Summarfrítíð vika 29, 30 og 31 – møguleiki fyri at melda til samanlagt virksemi
  • Ólavsøka 28.-29. juli – Stongt
  • Jólafrí 24. desember til 1. januar 2024 – Stongt
  • Stovnurin hevur tveir ráðleggingardagar um árið. Hesar báðar dagar er stovnurin stongdur. Tað er ymiskt, nær ráðleggingardagarnir eru, men foreldur fáa boð í seinasta lagi seks vikur frammanundan

Samanlagt virksemi merkir, at dagstovnarnir leggja virksemið saman, soleiðis at ein dagstovnur er opin í frítíðini. 


Freistir at biðja um pláss í samanlagda virkseminum

Summarfrítíð 2024: 16. mai 2024

Gev gætur, at heldur tú ikki freistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.

Hevur tú tørv á plássi í samanlagda virkseminum, kanst tú kunna teg nærri og søkja á síðu okkara um samanlagt virksemi.

Samanlagt virksemi á dagstovni

Vitja okkum

Tað er ein stór avgerð at velja stovn til sítt barn, og tískil eru tit altíð vælkomin at vitja okkum. Ring til Katrin á telefon 21 74 96 ella send ein teldupost til katrinhe@torshavn.fo fyri at avtala eina vitjan.

Matur og drekka

Vit meta tað vera okkara ábyrgd, saman við foreldrunum, at stuðla børnunum at hava góðar kostvanar. Børnini skulu hava matpakka við hvønn dag, og vit ynskja, at matpakkin inniheldur heilsugóðan og mettandi mat.

Vit bjóða øllum børnunum mjólk og millummála á stovninum. Vit hava eina fasta matarætlan fyri hvønn mánaða. Til millummála hava vit til dømis heimabakað breyð ella bollar, suppu ella rugbreyð við viðskera.

Vit brúka boðtalvuna í gongini til at boða frá serligum døgum, tá børnini ikki skulu hava matpakka við.

Í samband við føðingardagar sleppa børnini at bjóða góðgæti, kaku og annað søtt.

Trygdarskeið

Stovnurin skipar regluliga fyri trygdarskeiðum fyri starvsfólk og leiðslu.

Foreldraráðið

Foreldraráðið arbeiðir fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum. Sum limur í foreldraráðnum kanst tú vera við til at tryggja, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært bæði innlit í og ávirkan á gerandisdagin og námsfrøðiliga leist okkara á stovninum.

Limirnir í foreldraráðnum eru eisini hugskotsgevar og eru við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum. Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.

Finn okkum á korti

Soleiðis húsast vit

Býlingshúsið millum Gilja hevur pláss fyri 47 børnum í aldrinum 0-6 ár. Hesi ganga á trimum ymiskum stovum. Tær eru vøggustovan Reiðrið og barnagarðsstovurnar Látrið og Rókin.

Børnini hava sera góðar karmar at mennast og læra bæði uttandura og innandura. Vit hava eitt innandura øki, har vit millum annað hava eitt kveikjandi ítrivsrúm, har børnini kunnu mála og skapa ymiskar lutir. Og vit hava eitt uttanduraøki við spæliplássi við sandkassa, leikum, reiggju, súkklum og klatritorni. Vit leggja stóran dent á, at økið er opið, so øll børnini sleppa at ferðast frítt runt og spæla har, sum tey vilja.

Námsfrøðiligur leistur
Soleiðis arbeiða vit

Gerandisdagurin

Gerandisdagurin hjá okkum er ein blandingur av skipaðum ítrivi, rutinum, spontaniteti og nógvum spæli.

Allar tríggjar stovurnar hava samling kl. 9.30 við sangi ella søgum og eini lýsing av degnum.

Síðani fara stovurnar í gongd við tað, sum tær hava lagt til rættis fyri dagin. Hetta kann til dømis vera túrar, skapandi ítriv, spæl úti í barðinum, innandura ítriv ella frítt spæl.

Børnini eta síðan matpakka. Børnini á øllum stovum sita til borðs við 4-5 øðrum børnum og einum vaksnum. Hetta er ein hugnalig løta, har nógv gott prát kemur burturúr.

Aftan á matpakka fara tey yngstu børnini út í vognin at sova. Hini fara út at spæla.

Vit bjóða millummála umleið kl. 14.

Hvønn fríggjadag hava vit felags samling, har vit syngja og spæla sangspøl. Stovurnar skiftast um at skipa fyri hesi løtuni.

 

NÁMSFRØÐILIGA ARBEIÐIÐ

Okkara arbeiði tekur støði í dagstovnalógini og námsfrøðiligu stevnumiðunum hjá Mentamálaráðnum. Hesi áseta endamálið við virkseminum á stovninum, og vit nýta hesi til at gera námsætlanir til teir ymisku aldursbólkarnar: 0-3 ár, 3-5 ár og 6 ár.  

Námsætlanirnar og arbeiðið sum heild er grundað á menningina hjá einstaka barninum. Nøkur hugtøk, ið hava nógv at siga í okkara arbeiði, eru:

  • Relatiónir - Hetta er fortreytin fyri at menna børnini. Hjá okkum er tað tann vaksni, ið hevur ábyrgdina av at skapa eina jaliga og tætta relatión til barnið. Vit leggja stóran dent á at møta barninum, har tað er í síni menning. Vit stuðla barninum í at skapa relatiónir við onnur børn við at hjálpa teimum í spælinum og vísa á møguleikar at loysa møguligar tvístøður

  • Viðávirkan - Tað er umráðandi fyri okkum, at barnið hava ávirkan á sín gerandisdag, tí fleiri teirra eru á stovni í fleiri tímar hvønn dag. Hetta kemur til sjóndar við at vit, so vítt gjørligt, ganga teirra áhugamálum og ynskjum á møti, til dømis, um onkur vil eta matpakka uttanfyri, ella um onkur ikki hevur hug at fara við á túr

  • Ymisleiki - Vit síggja ymisleikan hjá børnum og vaksnum sum eina styrki, ið er við til at menna okkara fatan av hvørjum øðrum. Hetta meta vit vera við til at skapa ein meira fjøltáttaðan felagsskap, har vit læra av hvørjum øðrum og mennast

  • Nærvera - Tað er umráðandi, at starvsfólkini eru nærverandi saman við børnunum, so barnið merkir, at tann vaksni er áhugaður í tí, og at barnið altíð veit, at ein vaksin er har. Nærveran er grundarlagið fyri at skapa relatiónina til barnið

  • Gjøgnumskygni - Vit vilja, at námsfrøðiliga arbeiðið skal vera skilligt, og at foreldrini altíð skilja, hví vit arbeiða, sum vit gera

Stovnurin er lítil, og hetta eyðkennir og styrkir barnafelagsskapin. Børnini hava atgongd til hvønn annan og hava lætt við at spæla saman í blandaðum aldursbólkum.   

Vit meta, at tað er í spælinum, at børnini mennast og læra. Tískil eru vit upptikin av spælinum og áhugamálunum hjá børnunum. Vit innrætta rúmini eftir teirra tørvum við at skapa smá læringsrúm. Hetta meta vit vera umráðandi fyri, at børnini sleppa at "folda seg út".

Vit hava eitt tætt og gott samstarv við Barna- og ungdómsdeildina hjá Tórshavnar Kommunu og við Sernám.

 

TILTØK

Vit skipa fyri ymiskum tiltøkum í gjøgnum árið, millum annað jólahaldi, føstulávint, garðdegi og sirkus. Vit boða foreldrunum frá í góðari tíð frammanundan.

 

FORELDRASAMSTARV

Vit leggja stóran dent á at hava eitt opið og mennandi samstarv við foreldrini. Vit bjóða foreldrunum foreldraviðtalur eina ferð um árið, og vit leggja upp til, at foreldrini práta við starvsfólkið ella leiðaran um okkurt er áfatt, ella um tey eru stúrin um eitthvørt.

Hvørji eru vit?

Vit eru 12 starvsfólk, seks námsfrøðingar og seks hjálparfólk, ið dagliga starvast í Býlingshúsinum millum Gilja. Starvsfólkahópurin er væl blandaður og hevur nógva vitan, royndir og resursur sínámillum. Hetta er ein styrki í arbeiðinum við børnunum og skapar gott grundarlag fyri samstarvi og vitanarskifti, sum eru týðandi amboð í okkara arbeiði.

Vit hava starvsfólkafund hvønn mánaða. Tá taka vit ymisk evni upp til námsfrøðiligt kjak og undran. Hetta stuðlar upp undir, at starvsfólkini koma tættari at hvørjum øðrum og hava lættari við at skilja hvønn annan og egnu praksis.

ForeldraGluggin
Hvat er ForeldraGluggin?

ForeldraGluggin er ein felags samskiftispallur hjá dagstovnum og frítíðarskúlum í kommununi. Talan er um eina ókeypis app til snildfon, sum foreldur og dagstovnar brúka, tá tey samskifta sínámillum.

Hví brúka vit ForeldraGluggan?

So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 farsóttini í 2020, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvaði ein skjótan, tryggan og felags samskiftisfarveg fyri alt dagstovnaøkið. Boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.

Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.


Tín persónligi gluggi

ForeldraGluggin er tó ikki bara tikin í nýtslu fyri at geva stovnum ein felags farveg til bráðfeingisboð og tilmæli. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, ið millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er appin ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.

Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum, og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnunum á stovninum.

Higartil hava dagstovnar brúkt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum til at kunna foreldur um dagliga virksemið. Stovnarnir hava sjálvandi eisini tosað beinleiðis við foreldrini. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.

Er ForeldraGluggin tryggur?

ForeldraGluggin er tryggari loysn í fleiri mátar:

  • bara foreldur, sum hava foreldramyndugleikan, og í summum førum fosturforeldur, kunnu í løtuni fáa atgongd til dáturnar í skipanini. Næsta verkætlanarstig fer at umfata foreldur, sum ikki hava felags foreldramyndugleika, og sonevnd bonusforeldur

  • tvey-faktor-góðkenning krevst fyri at rita inn í skipanina fyrstu ferð. Tað vil siga, at tú brúkar títt egna loyniorð og brúkaranavn og fært eina einnýtiskotu sendandi við SMS, ið verður brúkt fyri at tryggja, at tínar upplýsingar samsvara

  • myndir av tínum børnum verða goymdar í appini, ið verður rikin á vardum servara hjá Tórshavnar kommunu. Tað merkir millum annað, at tá starvsfólk taka myndir av tínum barni, so verður myndin ikki goymd á snildfonini sjálvari, men á varda kommunala servaranum

  • stovnar og foreldur sleppa undan at hava myndir liggjandi á Facebook og heimasíðum, sum kommunan ikki fær vart, og sum fólk av óvart kunnu fáa atgongd til

  • fyllir tú kartotekskortið hjá tínum barni rætt út, syrgir skipanin fyri, at myndir verða deildar í tann mun, tú hevur givið loyvi til tað
Hvat kann ForeldraGluggin brúkast til?

ForeldraGluggin er ein app, sum verður brúkt til samskifti. Tað kann til dømis vera at senda innkallingar til foreldraviðtalur, kunna um ráðleggingardagar, deila myndir av børnunum og vísa brellbitar frá degnum á stovninum:

  • foreldur kunnu fylgja við í gerandisdegnum hjá barninum
  • foreldur kunnu skráseta frí og frítíð hjá barninum
  • foreldur og stovnur kunnu samskifta talgilt
  • stovnurin kann skjótt og lætt kalla inn til foreldraviðtalur og tiltøk
  • foreldur fáa atgongd til myndir og filmsbrot av barninum
  • foreldur kunnu gera spæliavtalur vegna børnini
Hvussu stovni eg meg sum brúkara?

Soleiðis gert tú, um tú longu hevur skrásett fartelefon og teldupost í plássskipanini

Hevur tú skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í plássskipanini frammanundan, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.

Í teldupostinum stendur:

»Góði brúkari av ForeldraGlugganum. Fyri at rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«

Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, sært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður appin tikin niður á tína telefon.

Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.

Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.

Soleiðis gert tú, um tú ikki hevur skrásett fartelefon og teldupost í plássskipanini, ella um tú ikki fært teldupost frá stovninum

1. Stovna teg sum brúkara

Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í plássskipanini. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara í plássskipanini.

Tú ritar inn í plássskipanina við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.

RITA INN Í plássskipanina

Tá tú hevur ritað inn í plássskipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum navni. Hevur tú foreldramyndugleikan, eigur tú tá at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan«:

Her skalt tú:

  • velja tær eitt brúkaranavn
  • velja tær eitt loyniorð
  • upplýsa títt fartelefonnummar, ið verður brúkt, tá tú tekur appina í nýtslu fyrstu ferð


Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

2. Tak appina niður á snildfonina

Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.

3. Skriva brúkaranavn og loyniorð

Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.

Tá ið tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn. SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferð, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.

4. Vel títt barn í appini og fyll kartotekskortið út

Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.

Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.


Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.


Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.

Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:

  • at barnið sleppur at fara við á útferð
  • at barnið sleppur at svimja undir námsfrøðiligum eftirliti
  • at barnið kann koyrast í privatbili, lógliga íbundið trygdarbelti
  • at barnið kann avheintast av øðrum sambært munnligari avtalu

Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og filmar alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:

  • øll foreldur at børnum á stovuni hjá barninum skulu kunna síggja myndir og filmar av tínum barni
  • øll foreldur at børnum á stovninum hjá barninum skulu kunnu síggja myndir og filmar av tínum barni
  • myndir og filmar av barninum skulu kunna vísast á almennu heimasíðuni hjá stovninum

Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.

Somuleiðis verður tú spurd eftir:

  • kunning um tryggingar
  • kunning um barnið
  • kunning um familjuna
Soleiðis fært tú appina á føroyskum

Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál:

Tú mást ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.

Soleiðis boðar tú frá frí og frítíð

Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.

Soleiðis boðar tú frá:

1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn

2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni


3. Trýst á »Frí og frítíð«


4. Syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur


5. Vel fyrsta og seinasta frídag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni:

Nú hevur tú skrásett frítíðina. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í niðasta teigin. Minst til at trýsta á bláa flugubeinið, tá tú ert liðug.

Hvar samskifta vit um hvat?

UPPSLØG

Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð ella áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.


BOÐ

Undir »Boð« sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at avtala eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.

Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.

Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.


ÁLMANAKKI

Í álmanakkanum sært tú tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.


MYNDASAVN

Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.

Eg síggi ikki mítt barn í appini

Títt barn verður stovnað sjálvvirkandi í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið. Næsta verkætlanarstig fer at gera tað møguligt at geva foreldrum uttan foreldramyndugleika atgongd til skipanina.

Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum, kanst tú:

  • spyrja stovnin, um barnið er skrásett í einari stovu á stovninum. Tá ið dagstovnurin hevur skrásett barnið í einari stovu, verður barnið sjónligt í appini, og tú kanst fylla kartotekskortið og tínar sambandsupplýsingar út

Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:

  • kanna um foreldramyndugleikin er rætt skrásettur í fólkayvirlitinum. Hetta gert tú við at ringja til fólkayvirlitið á tel. 30 20 10.
Hevur tú aðrar spurningar um ForeldraGluggan?

Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetir ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini kunna teg um brúkaratreytirnar.

ForeldraGluggin (tema)

Dagligt samskifti
Boðtalva

Hvør stova hevur eina talvu, har starvsfólkini skriva foreldrunum boð og greiða frá degnum.

Eftirlit og dygd
Námsfrøðilig dygd

Ein dygdarmennari frá Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á dagstovnarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.

Dygdarmennarin samskiftir síðan við dagstovnaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.

Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við námsfrøðiligu dygdini á hvørjum einstøkum dagstovni. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum.

Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.

Eftirlit við spæliplássi

Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri eftirliti av trygdarviðurskiftunum á øllum dagstovnaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.

Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.

Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.

Lyklatøl
Pláss á stovninum

Býlingshúsinum millum Gilja hevur pláss fyri 12 vøggustovubørnum og 35 barnagarðsbørnum.

Gjald og uppskriving til stovnspláss
Skriva títt barn upp til dagstovnapláss

Vilt tú skriva títt barn upp til ein dagstovn, kanst tú avgreiða uppskrivingina frá hesari síðuni:

Skriva upp til dagstovnapláss

Upptøkureglur

Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til dagstovnarnar í Tórshavnar kommunu:

Upptøkureglur

Dagstovnagjøld

Brúkaragjøldini fyri dagstovnapláss sært tú her:

Dagstovnagjøld

Frípláss

Foreldur við inntøkum undir ávísum marki kunnu søkja kommununa um eitt ískoyti til at fíggja dagstovnaplássið. Ískoytið verður rópt fyri fíggjarligt frípláss. Les meira um møguleikarnar og treytirnar á síðu okkara um frípláss.

Søk um frípláss

Uppsøgn

Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her:

Sig upp stovnspláss